Summartíð, 23. sending, 3. august 2017 episode artwork

EPISODE · Aug 3, 2017 · 1H 46M

Summartíð, 23. sending, 3. august 2017

from Summartíð · host Kringvarp Føroya

Fyrri tímin: Vit vitja umborð á einum supply-skipi, sum júst er farið langa leið. Tað serliga er, at hetta skipið hevur ikki verið við føroyskan kai-kant í fleiri ár, og vit hava fingið eina rundferð umborð, og hava prátað við skiparan og stýrimannin. Í september verður fokus sett á minnilutar, tá Faroe Islands International minority films festival verður í Føroyum. Vit hitta fyriskipara, sum greiðir frá, hví tað hevur stóran týdning, at fokus verður sett á minnilutar í Føroyum Eyðun Nolsøe gevur í næstum nýggja fløgu út, og hann kemur á gátt til eitt prát um útgávuna og eitt spildurnýtt staklag, sum verður at hoyra fyri fyrstu ferð í útvarpinum í dag. Seinni tímin: Fyrr í vikuni hava vit gjørt eitt sindur burtur úr ljóð dálking og órógvandi gangi frá skipum, og í dag halda vit fram at viðgera hetta evnið. Sirið Stenberg, avvarðandi landsstýriskvinnu í Heilsu og Innlendismálum, greiðir frá ábyrgd og lóggávu á økinum, og Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, kemur í útvarpstovuna at greiða frá ábyrgdarøki og virksemi hjá stovninum. Vit tosa eisini við Bjarka Ellefsen, serlækna innan oyrna-, næsa- og hálssjúkur á Landsjúkrahúsinum, um ampa og árin av óljóði og gangi.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Aug 3, 2017

Embed this episode

Ready to play

Summartíð, 23. sending, 3. august 2017

0:00 1:46:42

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Summartíð?

This episode is 1 hour and 46 minutes long.

When was this Summartíð episode published?

This episode was published on August 3, 2017.

Can I download this Summartíð episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!