EPISODE · Aug 26, 2017 · 1H 59M
Summartíð - 39. sending, 25. august 2017
from Summartíð · host Kringvarp Føroya
Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn skipa fyri einari landslagskanning, hvørs endamál er at finna út av, hvat meinigi føroyingurin heldur um náttúruvirðini í føroyska landslagnum, og framtíðar menning av landinum. Vit frætta nærri um gongdina í kanningini. Hóskvøldið vóru fýra Embla Nordic Food Awards virðislønir latnar í Keypmannahavn. Føroyingar vunnu ikki færri enn tríggjar teirra. Ein av vinnarunum kemur á gátt. Gudstænasta sunnudag er ikki nakað forkunnugt sum so, men sunnudagin verður gudstænasta á Slættanesi. Vit práta við fyriskipara um tiltakið. Finalan um løgmanssteypið er leygardagin, og hon fer at seta dám á serliga seinna tíman í sendingini í dag. Vit hava verið til rekkjukoyring við Guliganz, og vit vitja eisini í B36 leguni - eins og vit eisini tosa við mest umrødda málverjan hesa vikuna - Tórður Thomsen, sum er leikbannaður til finaludystin. Og vit hitta eisini ein trúfastan B36 fjeppara, og spyrja, hvat hon fer at gera leygarkvøldið, tá finalan er.
Embed this episode
NOW PLAYING
Summartíð - 39. sending, 25. august 2017
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.