Surk 15. oktober 2016
from Surk Hosted by Kringvarp Føroya
Tey ið luttóku í sendingini vóru: Alda Egilstrø Magnussen gav eina statusrapport, hvussu tað gekk við Heystfagnaðinum norðuri á Eiði. Sjúrður Skaale greiddi frá, hvussu tað hevði gingið við mentanarnáttini á Christiansborg. Signhild Joensen fortaldi, hvussu tað gekk hjá svimjifelaginum Ægir, sum var í Spania á venjingarlegu. Kartin Hansen fortaldi um tiltakið Rokksøgan, sum var í Løkshøll. Eli Hentze um tað at verða settur í starv sum fótbóltsmennari. Eyðun Jacobsen greiddi frá sangtiltakinum Aage Samuelsen í Kelduni. Suni Merkistein um nýggja útvarpssending um Svarta Ravn.
Embed this episode
No transcript yet.