EPISODE · Oct 9, 2023 · 45 MIN
Tøkulag og tøkugjald
from Málteigurin · host Kringvarp Føroya
Hoyrdi í útvarpinum, at eitt 'coverlag' kallaðist tøkulag, og vit hava jú tøkugjald. Hvat merkir tøkan í hesum báðum dømunum? Soleiðis spyr lurtari Málteigin, og Elin Henriksen greiðir frá navnorðinum, ein tøka. - Navnorðið tøka hoyrir saman við sagnorðinum at taka; merkir altso 'tað at taka'. Í hesum døgum kunnu vit spyrja: hvussu stór var tøkan í ár? Og meina: hvussu nógv lomb tóku tit í ár, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. Føll og fyrisetingar Vit umrøða føll og fyrisetingar í dag, og vit taka tær fyrisetingarnar, sum stýra hvørjumfalli. Umframt hetta tosa vit eisini um píkasjey og píkarill, eins og vit eisini umrøða hví nossligt merkir reint. Fremmandaorðið, 'spísskompetansa' er eisini á breddanum, og um vit siga morginári og gjáramorgunin ella í morginári og í gjáramorgunin.
Embed this episode
Ready to play
Tøkulag og tøkugjald
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.