EPISODE · Sep 4, 2023 · 45 MIN
Tol og tolsemi eru hvør sítt
from Málteigurin · host Kringvarp Føroya
Í kunngerð verður sagt soleiðis: Fólk vera biðin at vísa varsemi og tolsemi í eina tíð, meðan arbeiðið fer fram. - Tú kanst hava gott tol ella ringt tol. Gev tol! Tolið er uppi. Tolsemi og tollyndi er nakað heilt annað: tað, sum á útlendskum eitur toleransa. At góðtaka og rúma ymiskleika, greiðir Elin Henriksen, málkøn frá. Málsligir ella journalistiskir førleikar Ein lurtari spyr, hvør førleiki vigar mest, tá ið journalistar skulu setast í starv - tann málsligi ella journalistiski? Til hetta svarar Elin Henriksen, at tað ber illa til at skilja tann journalistiska førleikan frá tí málsliga. Málið er amboðið, og journalistikkurin handverkið, sigur hon. Í sendingini verður eisini tosað um, hví vit siga millum skins og hold, og hví eitt undirskot eisini eitur hall, um beinaskip, at vísa eitt lag, um tað eitur eftirlit við einum ella eitt og orðið tjokkfult.
Embed this episode
Ready to play
Tol og tolsemi eru hvør sítt
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.