EPISODE · Aug 31, 2016 · 11 MIN
Upptøkurnar byrja um eina viku
from Ferðaliðið · host Kringvarp Føroya
Fyrr í summar gjørdi Visit Faroe Islands eitt átak, sum tey róptu SheepView360. Tey settu nøkur myndatól á nakrar seyðir , sum gingu og mólu í haganum, og hetta varð so væl móttikið, at øll verðin hugdi at myndinum, sum seyðirnir tóku. Visit Faroe Islands vildi lokka Google Street View til Føroya, og tað riggaði. Í seinastuni hava fólk hjá Google verið í Føroyum og gjørt fyrireikingararbeiðið til Google Street View. Øll loyvir eru fingin upp á pláss, og um eina viku byrja upptøkurnar. Hetta fer væntandi at taka ein mánað, alt valdast veðri. - Tað hevur kostað okkum tvær milliónir krónur at framleiða tilfarið til SheepView360, men afturfyri hava vit fingið eitt lýsingarvirði upp á góðar 200 milliónir krónur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Lurta eftir samrøðu við Guðrið.
Embed this episode
NOW PLAYING
Upptøkurnar byrja um eina viku
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.