Vit eiga at siga sjófrágreiðing episode artwork

EPISODE · Feb 19, 2024 · 44 MIN

Vit eiga at siga sjófrágreiðing

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Tá ið vanlukkur henda á sjónum og greiða skal fáast á tí, sum er hent, er vanligt at hava sjóforkláring, sigur lurtari og vísir á, at miðlar brúka ofta orðið sjóforhoyr. Tað orðið er ikki at finna í lógartekstunum og aðrastaðni. Er tað tí ikki betri at brúka orðið, sjóforkláring/sjófrágreiðing, spyr lurtarin.  Elin Henriksen, málkøn, tekur undir við lurtaranum og sigur, at út frá lógarteksti og øðrum leitingum er ongin ivi um, at rættast er at siga sjófrágreiðing. Tørvur Eg eri uppvaksin við, at tørvur er tað grundleggjandi í lívinum, sum umsorgan, kærleiki, matur o.s.fr., meðan mann hevur brúk fyri lutum so sum einum hamara, einum bili og líknandi. Men nú virkar tað sum øll hava tørv ella tørva okkurt. Og so umrøða vit eisini orðið spinning, sum verður brúkt í venjingarhølunum, tá ið fólk ganga til spinning ella fara at spinna. Lurtari vil vita, hvussu orðið bendist - um tað bendist líka sum føroyska orðið: at spinna, spann, spunnið, ella um tað skal vera øðrvísi, tí talan er um enskt orð. Við Løkin Ein spyr, hvussu staðarnavnið Løkin í Runavík eigur at verða bent. Viðkomandi vil vita, um orðið kvennkyn ella kallkyn.  Í vanligum máli er ein løkur kallkyn. Úr Toftavatni rennur ein á, sum har verður nevnd Løkin, altso bundið snið av kvennkynsorðinum løk. Samanber: ein á, áin hon. Tað løgna er, at tá ið tey benda orðið, verður tað fatað sum kallkyn: við Løkin, Løksvegur. Var tað gjøgnumført kvennkyn, skuldi tað verið við Løkina, Løkjarvegur.  - So her er altso talan um eitt orð, sum er kvennkyn í hvørfalli, men viðhvørt verður kallkyn í hinum føllunum, greiðir Elin Henriksen frá. Onnur orð, sum verða umrødd eru lekkurt, bekymrað ella stúrin, hoppa ella loypa, tilstaðar ella hjástaddur, onnur ella hin og kring landið.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Feb 19, 2024

Embed this episode

Ready to play

Vit eiga at siga sjófrágreiðing

0:00 44:56

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 44 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on February 19, 2024.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!