EPISODE · Nov 13, 2023 · 45 MIN
Vit mugu góðtaka, at flestu starvsheiti eru kallkyn
from Málteigurin · host Kringvarp Føroya
Í dag verður tosað um kynsbundin starvsheiti. Stórur meiriluti av sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum eru kvinnur, men starvsheitið sjúkrarøktarfrøðingur er kallkyn. Helst hevur tað elvt til, at vit ofta hoyra setningar sum: sjúkrarøktarfrøðingarnar eru ónøgdar, sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnar til arbeiðis ... o.s.fr. Elin Henriksen greiðir frá, at um vit fara eini seksti ár aftur í tíðina, so var markið millum mannfólkaarbeiði og konufólkaarbeiði heilt týðiligt. Á tingi var eingin kona, og heldur ikki í landsstýrinum. Ongar konur vóru prestar ella stjórar. - Onkur hendinga lækni og tannlækni var kona, sigur hon. Flestu starvsheiti eru kallkyn Nú á døgum hava konur nógv ymisk arbeiði, har tað fyrr bara ella einamest vóru menn, og har starvsheitið er kallkynsorð, t.d.: prestur, stjóri, leiðari, arbeiðsformaður, høvundur, lækni, tannlækni, ritstjóri, bussførari, skipari, stýrimaður, bilsmiður, timburmaður, kokkur, skrivari - umframt nøkur nýggj starvsheiti, sum eisini eru kallkyn, men har meginparturin av starvsfólkunum eru konur: heilsurøktari, heilsuhjálpari, tannteknikari, laborantur / bioanalytikari, námsfrøðingur/pedagogur, journalistur, bókavørður. - Úr einum málsligum sjónarhorni haldi eg einki er at ivast í, at frægasta loysnin er at góðtaka, at uttan mun til, um talan er um konur ella menn sum starvsfólk, so er málkynið hjá flestu starvsheitum kallkyn, summi eru kvennkynsorð, og nøkur eru hvørkikynsorð, sigur Elin Henriksen. Kettutunga, deyðs- og reyvafall Onnur evni í dagsins sending er spurningur um upprunan til orðið, kettutunga, meðan ein annar spyr, hví tað eitur deyðsfall, men reyvafall.
Embed this episode
Ready to play
Vit mugu góðtaka, at flestu starvsheiti eru kallkyn
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.