Vitlíki og 'vittlíki' eru bæði í lagi episode artwork

EPISODE · Dec 18, 2023 · 44 MIN

Vitlíki og 'vittlíki' eru bæði í lagi

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Umboð fyri Málráðið, Føroysk miðlafólk og Føroyamál valdu ársins orð, sum er vitlíki. Alt fyri eitt tók kjak seg upp um hetta orðið, og millum annað um hvussu tað skal framberast: vittlíki ella viitlíki. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at í eldri samansettum orðum er vit- stutt framman fyri hjáljóð: vitleysur. Tú sært, at eitt ljóð er langt, um eitt kolon stendur aftanfyri: [vi:t]. Men í nýggjari samansettum orðum er vanliga langt i: /vi:tborin/ (og ikki /vibborin/, sum tað hevði blivið við stuttum i), /vi:tlítil/, har seinni liður byrjar við l, eins og /vittloysi/. Onnur dømi: viitmikil, viitsnjallur, viitskapur. Vittlíki við stuttum i fylgir eldri siðvenju, og viitlíki við longum i fylgir nútíðar siðvenju. - Vel sjálv/-ur. Eg sigi viitlíki, sigur Elin Henriksen.   Tabu og morreyður Lurtari spyr, um orðið, tabu, verður framborið við longum a ella longum u. - Orðið tabu /ta:bu/ stavar úr polynesiskum. Hvussu tað har verður framborið, finni eg ongastaðni, men á norðurlendskum er siðvenja at frambera orðið við herðing á fyrsta stavilsi og longum a: /ta:bu/, sigur Elin Henriksen. Ein annar lurtari spyr, hvørjum morreyður kemur av. Upprunin til orðið morreyður er mó-reyður, har mó er tað, sum við skerping eitur mógvur. Orðið er skylt við mýru, mýrulendi. Mógvur: plantuleivdir leggjast niður í svørðin og verða so við og við til mold. Undir serligum umstøðum verður mógvur og ikki mold; mógvur er tað, sum fyrr varð skorið til torv. Liturin á mógvi er myrkari enn á mold, harav orðið mó-reyður, morreyður.   Ovurnýtsla av orðum Tvey onnur orð, sum eru til viðgerðar í hesi sending hava tað í felag, at vit brúka tey næstan ov nógv. Tað er orðið onkursvegna og orðingin í mun til. Elin Henriksen leggur dent á, at tá ið tað kemur til orðingina, í mun til, at vit kunnu bert brúka hana, um tað er í samanabering við okkurt annað. Har skal vera onkur samanhangur. Dømi: Troyggjan er bílig í mun til tað arbeiðið, sum er lagt í hana. Her samanbera vit arbeiði og úrslit. Ella at samanbera støddir: Um Óli er 1,70 m høgur, Per er 1,80 m høgur, og Niels er 1,90 m, so er Per høgur í mun til Óla, men ikki í mun til Niels. Í mun til verður mangan brúkt alt, alt ov nógv, eisini har einki er at samanbera. 'Eg lati meg í í mun til veðrið' > Eg lati meg í eftir veðrinum.   Gleðilig jól Og jólini nærkast, men nær ynskja vit gleðilig jól? - Eru tað fólk, vit síggja hvønn dag, ella ringja til at biðja gleðilig jól, so gera vit tað jólamorgun, og allan jóladag, kanska eisini annan jóladag. Men eru tað fólk, sum vit ikki vænta at hitta aftur fyrr enn eftir jóladag, so kunnu vit saktans biðja gleðilig jól nú, eina viku undan jólum, sigur Elin Henriksen.   Málteigurin ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Dec 18, 2023

Embed this episode

Ready to play

Vitlíki og 'vittlíki' eru bæði í lagi

0:00 44:51

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 44 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on December 18, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!