Vreiði og vreiða episode artwork

EPISODE · Mar 18, 2024 · 45 MIN

Vreiði og vreiða

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Í morgunlestrinum herfyri var orðið vreiði brúkt sum kvennkynsorð, tá ið prestur segði: "Vreiðan hevur ræðuligar fylgjur" "Vreiða er ein sterk kensla". Tað eru tvær ymiskar bendingar av kvennkynsorðum, sum enda við -i. Onnur fevnir um orð sum t.d. gleði, elli, møði, vreiði, -frøði, -semi, -speki. Hesi orðini eita tað sama í øllum føllum í eintali: Stór gleði var á fólki. Hon lesur bókmentafrøði. Hann var darvaður av møði. Sjáldan nýtt í fleirtali og fáa har -ir í hvørfalli og hvønnfalli, men orðini verða ikki nýtt í hvørjumfalli fleirtali. Hin bendingin er gomul og á veg út úr málinum. Tað eru orðini byrði, ermi, heiði, oyri, veiði. Ein byrði er blivið til byrða, ein ermi til erma, ein veiða til veiða, og so verða tey bend eins og vanlig veikt bend kvennkynsorð, sum genta. Tað kann hugsast, at tá ið onkur sigur vreiða í staðin fyri vreiði, at her er bland komið við orð sum veiði > veiða. Lektiecafé Síggi onkur bjóðar inn til "lektie café". Er orðið "lektie" viðurkent orð á føroyskum, spyr lurtari. Elin Henriksen greiðir frá, at orðið lektia stavar úr latíni: lectio, sum hevur ymsar merkingar, og tann, sum her er viðkomandi, er tað at lesa, lesing. Orðið er eisini uppruni til orð sum legenda (halgisøga), lektari og lektión. Orðið lektia er komið so mikið tíðliga inn í norrønt, at tað stendur í fornnorrønum orðabókum: lektia við merkingini lestur, og tá kann eisini verða sipað til lestur úr bíbliuni. - Vit hava ongan 'myndugleika', sum kann siga, hvat er viðurkent og ikki. Men tá ið tøkuorð úr latíni eru komin so tíðliga inn í norrønt, og tey eisini hava fingið norðurlendska bending, framburð og stavseting, verða tey vanliga góðtikin. Orðið er mangan brúkt, og stavsetingin er við s: leksia, leksiur. Veikt bend kvennkyn.   Orð og orðingar Ymsir spurningar, sum hava ligið leingi og bíða eftir svari, verða svaraðir í dag. Vit tosa um orðini støðusnildi, konfirmantur, politikkur, slitin ella avbrotin og búfólk. Eisini viðgera við orðingarnar í mínari verð og hatta klárar tú sum ein svisk. Í sendingini verður víst til seðlasavnið hjá Fróðskaparsetrinum, sum er á hesum leinkinum

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Mar 18, 2024

Embed this episode

Ready to play

Vreiði og vreiða

0:00 45:28

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 45 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on March 18, 2024.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!