Skip to content
Á quiztinum podcast artwork

PODCAST · news

Á quiztinum

by Kringvarp Føroya

Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Dec 25, 2022 · Source feed

Episodes

  1. Nýggjár á Quiztinum 2025

    Øll hava tey gjørt vart við seg í 2025. Sambandstingkvinnan Eydis Hartmann Niclasen og Ben Arabo, ið er formaður í nýskipanarnevndini hjá løgmanni, skipa samgongu móti fyrrverandi tingfólkunum, Beintu Løwe og Sólvit Nolsø, ið hava lagt hvør sína bók úr hondum í 2025. Tú kanst hoyra sendingina her!

  2. Jól á Quiztinum 2025

    Hvat veitst um jólini? Tú kanst royna tína vitan um jólini, tá vit halda jól á Quiztinum. Og spurt verður um alt møguligt og ómøguligt, ið onkursvegna hevur samband við jólini. Jólahugnin og góði hýrurin eru eisini í hásæti, tá væluppløgdu luttakararnir fara at royna seg. Annað liðið verður…

    more
  3. Nýggjár á Quiztinum 2024

    Tey hava á ymiskan hátt gjørt vart við seg í 2024. Elsa Berg, ið tekur við sum borgarstjóri í Havn 1. januar, og Silas Olofsson, sum hevur givið okkum fjølbroytt innlit í spennandi fuglalívið í Føroyum, manna liðið, sum kappast móti nýggja stjóranum á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir…

    more
  4. Jól á Quiztinum 2024

    Tað er jólahugna og góður hýrur, nú vit fyri fyrstu ferð halda jól á Quiztinum. Og spurt verður um alt møguligt og ivaleyst eisini ómøguligt, sum onkursvegna hevur samband við jólini. Og tað eru sjónleikararnir og systkini Hans og Súsanna Tórgarð, ið manna annað liðið, meðan hitt liðið verður...

  5. Nýggjár á Quiztinum 2023

    Hvør minnist best, hvat hendi í 2023, veðurmenninir Andrias Klein Gregoriussen og Hanus Kjølbro ella miðlamenninir Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov. Hoyr spennandi kappingina, ið Gunnar Nolsøe skipar, og Rudolf Joensen dømir.

  6. Nýggjár á Quiztinum 2022

    Hýrurin er góður og spenningurin í hásæti, tá ið vit, á ein stuttligan og undirhaldandi hátt, spyrja um ymiskar hendingar í 2022. Og tað eru fýra ungar kvinnur, ið kappast á Quiztinum: Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi…

    more
  7. Nýggjár á Quiztinum 2021

    Hýrurin er góður, tá ið tað, á ein stuttligan og undirhaldandi hátt, verður spurt um ymiskar hendingar í 2021. Og tað er formaðurin í løgtingsins fíggjarnevnd, Erhard Joensen, og dótturin Steintóra Erhardsdóttir, prestur, ið kappast móti løgtingskvinnuni, Ingilín Dirdriksen Strøm, og verfaðir...

  8. Nýggjár á Quiztinum 2020

    Tað eru Dagur & Viku vertirnir Barbara Holm og John Johannessen, ið kappast móti Margit Stórá, varastjóra á Landsjúkrahúsinum, og Pál Weihe, lækna, granskara og koronuráðgevara. Tú kanst hoyra sendingina her!

  9. Á Quiztinum - Finalan í Gamla Skúla í Sørvági

    Í stóru finaluni, sum fór fram í arkitektonisku perluni hjá Musikkskúlanum í Vágum, nevniliga Gamla Skúla í Sørvági, varð lagt út við samrøðu við Jákup á Stongum, arkitekti, sum hevur teknað framúrskarandi samanrenningina millum Gamla Skúla og nýggja bygningin, sum Jákup eisini hevur teknað.…

    more
  10. Á Quiztinum - 2. hálvfinala

    Prestarnir Marjun í Kálvalíð og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar kappast móti maritimu høvundunum Jan Erik Simonsen og Sigmar Bláberg.

  11. Á Quiztinum - 1. hálvfinala

    Kringvarpsmaðurin Emil Lisberg Jacobsen og blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, kappast móti Tór Arna Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá útvarpsstøðini Lindin. Tú kanst hoyra sendingina her!

  12. Á Quiztinum - 4. fjórðingsfinala

    Jan Erik Simonsen hevur skrivað bókina um Vesturvón, og Sigmar Bláberg, ið eisini er útvarpsmaður, hevur eitt nú skrivað fleiri bøkur um Stállínuskipini, og teir kappast móti Regini Marnersson og Sonna Djurhuus, ið eru skúlastjorar í hvør sínari arkitektonisku perlu, ávíkavist Skúlanum á Fløtum…

    more
  13. Á Quiztinum - 3. fjórðingsfinala

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  14. Á Quiztinum - 8. innleiðandi umfar

    Fýra lærarar, har av tveir teirra eru løgtingsmenn og tveir eru skúlastjórar, kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av løgtingsmonnunum Magnusi Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, meðan hitt liðið er mannað av Regini Marnersson, skúlastjóra í...

  15. Á Quiztinum - 7. innleiðandi umfar

    Maritimt umfar millum høvundarnar, Jan Erik Simonsen og Sigmar Blàberg, ið kappast móti veitarunum, Karl Birgiri Isaksen og Eyðun Hansen Jan Erik Simonsen hevur skrivað bókina um Vesturvón, meðan Sigmar Blàberg hevur skrivað fleiri bøkur um stállínuskipini, umframt søguna um millumlandasiglingina...

  16. Á Quiztinum - 2. fjórðingsfinala

    Tór Arni Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá útvarpsstøðini Lindini kappast móti skipasmiðjustjórunum Mouritz Mohr frá MEST og Frimodt Rasmussen frá KSS.

  17. Á Quiztinum - 1. fjórðingsfinala

    Løgtingskvinnurnar Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi kappast móti blaðstjórunum á ávíkavist Dimmalætting og Norðlýsinum, Emil Lisberg Jacobsen og Jóhann Lützen,

  18. Á Quiztinum - 6. innleiðandi umfar

    Tónleikarar og festivalfyrireikarar kappast á Quiztinum hesa ferð. Annað liðið verður mannað av Signari í Homrum og Jens Marna Hansen, meðan hitt liðið verður mannað av Eriki Biskopstø og Eyðuni Klakstein.

  19. Á Quiztinum - 5. innleiðandi umfar

    Fýra prestar kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av Marjun í Kálvalíð og Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, meðan hitt liðið verður mannað av Mariu Summers við Skipá og Jákupi Erlingssyni Petersen. Tú kanst hoyra sendingina her.

  20. Á Quiztinum - 4. innleiðandi umfar

    Á Quiztinum hesuferð verða tað skipasmiðjustjórarnir Mouritz Mohr og Frimodt Ramussen, frá ávíkavist MEST og KSS, sum fara at kappast móti Annfinnur Garðalíð, ið er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Ólavi Gunnarsson, ið er formaður í Maskinmeistarafelagnum. Tú kanst hoyra sendingina her.

  21. Á Quiztinum - 3. innleiðandi umfar

    Tað verða eldhugaðir útvarpsvertir við støði í tí andaliga og í tí ítróttarliga, ið fara at kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av Tór Arna Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá Lindini, og hitt liðið verður mannað av ítróttarfrásøgufólkunum Mariu Ziskason Nesá frá…

    more
  22. Á Quiztinum - 2. innleiðandi umfar

    Tað eru telvarar og blaðstjórar, ið kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið er mannað av einasta føroyska stórmeistaranum í talvi, Helga Dam Ziska, ið mannar lið saman við Carl Eli Samuelsen, ið hevur verið føroyameistari í talvi eins og hann eisini hevur umboðað Føroyar á talvolympiadu, meðan...

  23. Á Quiztinum: 1. innleiðandi umfar

    Tey eru øll í 20 árunum, ungu tingfólkini Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum, og tær kappast móti Beini Johannesen úr Fólkaflokkinum og Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn. Tú kanst hoyra sendingina her.

  24. Nýggjár á Quiztinum 2019

    Tú kanst hoyra kappingina, har evnið er 2019, her!

  25. Nýggjár á Quiztinum

    Tað eru samgongan og andstøðan, sum bresta saman í hesari sera spennandi og hugnaligu spurnarkappingini, har allir spurningarnir snúgva seg um hendingar, ið eru farnar fram í 2018. Tú kanst hoyra sendingina her!

  26. Finalan á Quiztinum, úr Miðnámi í Vestmanna

    Tú kanst hoyra sera spennandi finaluna, ið var send beinleiðis úr einum fullsettum Miðnámi í Vestmanna, her!

  27. Á Quiztinum, 14. umfar og seinra hálvfinalan

    Kári Durhuus og Kári Mikkelsen kappast móti Paula Magnussen og Páll Hellu. Tú kanst hoyra kappingina her!

  28. Á Quiztinum, 13. umfar og fyrra hálvfinalan

    Tú kanst hoyra sendingina her!

  29. Á Quiztinum, 9. umfar og fjórðingsfinala

    Tað eru Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu, og Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sum kappast móti Eyðuni Eliasen, arkitekti, og Niels Winther, ráðgeva í Vinnuhúsinum, og harumframt eru bæði Eyðun og Niels sangarar í sangbólkinum Bollarnir. Tú kanst hoyra sendingina...

  30. Á Quiztinum, 8. innleiðandi umfar

    Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, og Dánjal Højgaard, ið er løgfrøðingur og ráðgevi hjá Starvsmannafelagið, kappast móti Ben Arabo, stjóra í Betri, og Rúnar Reistrup, stjóra í Hey. Tú kanst hoyra sendingina her!

  31. Á Quiztinum, aftur í 80'ini. 6. innleiðandi umfar

    Minnist tú tann føroyska og útlendska tónleikin frá 80'unum? Stórar ítróttarhendingar? Skip, ið komu og fóru? Og hvat hendi á politiska pallinum og í Føroyum annars? Við hesum og fleiri yvirskriftum kanst tú gleða teg til eina stuttliga og spennandi kapping, har allir spurningarnir eru frá og…

    more
  32. Á Quiztinum, 5. innleiðandi umfar

    Tað vóru Eyðun Eliasen og Niels Winther, ið tóku stig til fjølbroytta sangbólkin Bollarnir, og tað eru teir, sum manna annað liðið á Quiztinum hesuferð, meðan hitt liðið verður mannað av feðgunum Hallsteini og Tróndi Sigurðsson. Hallstein, sum farnu fýra árini hevur búð í Grønlandi, har hann...

  33. Á Quiztinum, 4. umfar og 4 borgarstjórar

    Lagt er upp til eina sera spennandi kapping millum Eyðdis Hartmann Niclasen, borgmeistara í Vága Kommunu, og Artur Johansen, borgmeistara í Sjóvar Kommunu, sum kappast ímóti Irdi Jacobsen, borgmeistara í Hvannasunds Kommunu, og Jóhan Christiansen, borgmeistara í Eysturkommunu. Tú kanst hoyra sera...

  34. Á Quiztinum, 3. innleiðandi umfar

    Tú kanst hoyra kappingina her!

  35. Á Quiztinum, 2. innleiðandi umfar

    Tú kanst hoyra kappingina her!

  36. Á Quiztinum, 1. innleiðandi umfar

    Tú kanst hoyra kappingina her!

  37. Nýggjár á Quiztinum 2017

    Tað eru Koba og Vatnhamar og Pipar & Salt, ið kappast, nú vit halda nýggjár á Quiztinum. Og vit vit spyrja Finnur Koba, Trónd Vatnhamar, Jákup Veyhe og Sjúrð Skaale um bæði stórar og stuttligar hendingar, ið eru farnar fram í 2017. Tú kanst hoyra kappingina her!

  38. Nýggjár á Quiztinum 2016

    Hoyr kappingina her, har vit á ein stuttligan og undirhaldandi hátt, minnast 2016

  39. Finalan á Quiztinum 2017 í Losjuni í Gøtu

    Hoyr sera spennandi finaluna her!

  40. Á Quiztinum, seinra hálvfinala, 14. umfar

    Hoyr sera spennandi kappingina her millum listfrøðingin Solveig Hanusardóttir Olsen og tónleikafrøðingin Knút Háberg Eysturstein øðrumegin, og tíðindamannin Árna Gregersen og fólkatingsmannin Magna Arge, hinumegin

  41. Á Quiztinum, fyrra hálvfinala, 13. umfar

    Hoyr sera spennandi kappingina her millum R7 vertirnar Eivind Jacobsen og Jonhard Hansen øðrumegin, og leiðaran í Hugskotinum, Jónhild Rasmussen, og formannin í Vinnuframa, Regin W. Dalsgaard, hinumegin

  42. Á Quiztinum, 4. fjórðingsfinala, 12. umfar

    Hoyr sera spennandi kappingina her, har Birgar Johannesen og Símun Arge, ið kappast við spurningum frá 1960 árunum, kappast móti Árna Gregersen og Magna Arge, hvørs spurningar eru frá 1970 árunum..

  43. Á Quiztinum, 3. fjórðingsfinala, 11. umfar

    Hoyr spennandi og stuttligu kappingina millum leiðaran í Hugskotinum, Jónhild Rasmussen, og formannin í Vinnuframa, Regin W. Dalsgaard, øðrumegin, og designaran og stylistin, Katrinu í Geil, og blaðstjóran á Kvinnu, Siri Sørensen, hinumegin.

  44. Á Quiztinum, 2. fjórðingsfinala, 10. umfar

    Hoyr spennandi kappingina her millum Trónd Vatnhamar og Finnur Koba, ið kappast móti Solveig Hanusardóttir Olsen og Knút Háberg Eysturstein

  45. Á Quiztinum, 1. fjórðingsfinala, 9. umfar

    Hoyr kappingina her millum Eivind Jacobsen og Jonhard Hansen frá R7, ið kappast móti Sonna á Horni, borgmeistara í Fuglafjarðar kommunu, og Hera Muller, borgmeistara í Kvívíkar kommunu.

  46. Á Quiztinum, 8. umfar

    Hoyr kappingina her millum designaran og stylistin Katrinu í Geil og blaðstjóran á Kvinnu, Siri Sørensen, ið kappast móti sjónleikarunum Duritu Dahl Andreasen og Mariann Hansen, sum eru kvinnurnar handan leikin Einaferð var tað eg...

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Á quiztinum have?

Á quiztinum currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Á quiztinum about?

Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga....

How often does Á quiztinum release new episodes?

Á quiztinum has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Á quiztinum?

You can listen to Á quiztinum on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Á quiztinum?

Á quiztinum is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!