Skip to content
Also podcast artwork

PODCAST · news

Also

by Kringvarp Føroya

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað.Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt!Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Apr 14, 2026 · Source feed

Episodes

  1. Also: Konan er ikki eitt barn

    Eisini panelið var í iva, tí tað snýr seg um at vísa í verki, tað tú vilt, at børnini skulu læra. Tó so, tá børnini eru farin í song, er søgan ein onnur. Hetta vóru tey øll samd um. Erliga panelið var eisini á einum máli um at siga kortanei til valsvik, men tey vóru ósamd um, hvussu nógv man skal...

  2. Halt fram við at skriva og ringja

    Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella skal eg bara lata tað fara, spurdi viðkomandi panelið, sum í morgun var mannað við Bergi Debes...

  3. Also: At velja kyn er óetiskt!

    Eitt par við trimum dreingjum spyr hesaferð panelið, hvat tey halda um ynski hjá teimum um at hjálpa náttúruni á veg, so tey kunnu fáa eina gentu. Hinir spurningarnir eru frá gentum, ið ikki tíma at ferðast saman við familju longur, tí tey vaksnu skeldast so illa, og frá ungari kvinnu, sum…

    more
  4. Tosa við foreldrini um tað

    Tað var ikki semja í panelinum í morgun. Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er samkyndur. Og heldur ikki, tá tvístøðan var á lofti, har ein persónur hevði vunnið eina hálva...

  5. Also: Tú ert tann vaksni!

    Brøvini hjá okkum í dag eru frá monnum, sum eru ørkymlaðir um familjulimir. Annar um tannáringadóttrina, sum ikki vil hava samband við hann og hin um konuna, sum er so nógv broytt, og sum ikki vil vita av honum longur. Tvístøðan snýr seg um ein málning frá einum góðum vini, og sms-spurningurin er...

  6. Sig við kundan, at tit stongja

    - Tað besta hevði tó verið, um eigarin av handlinum hevði gjørt eina fráboðanarskipan, so allir kundar í senn fingu boð um hátalaraskipanina. Slíkar skipanir eru vanligar uttanlands, men ikki so vanligar her, og tað áttu tær kanska at verið. Tað var svarið hjá Also-panelinum til eitt starvsfólk í...

  7. Also: Tit mugu bíta tað í tykkum!

    - Tá tú hevur tosað vítt og breitt um ferðamálið, so er tað ikki loyniligt longur, og so eigur tú ikki at vera bilsin um, at onnur vilja við, vil panelluttakari vera við. Annars snúgva evnini hesaferð seg um, hvat man skal gera, tá man heldur ommubørn tosa ov ljótt og niðurgerandi við eina ommu…

    more
  8. ALSO: Skal maður við í bindiklubb?

    Vinkonurnar eru ikki samdar um svarið, og spyrja tí ALSO panelið, hvat tær skulu gera, og panelið er ivaleyst. Sigur tú frá, um tú sært maðk í fiskinum, og skalt tú geva eina umbering fyri ein sang, sum kanska fór um mark? Hesir spurningar eru millum teir, sum panelið svarar hesaferð. Í panelinum...

  9. - Far um makin ikki virðir teg

    Hvat ger man við ein granna, sum á morgni letur motorinum á tveimum bilum ganga í ein tíma. Hvønn arbeiðsdag á árinum. Summar og vetur. Og hvat skal ein gera, tá makin hevur okkurt koyrandi framíhjá, og ikki er sinnaður til at tosa um trupulleikan. Hesar báðar spurningarnar skuldu tey trý í...

  10. Also: Hon geldir hann!

    Maðurin, sum er einkjumaður, hevur fingið nýggja damu, og sonurin er bangin um pápan, tí hann heldur, at nýggja unga daman hevur tikið ræðið av pápanum, bæði tá tað kemur til lívsstíl, vinir og pengar hansara. Eitsini viðger panelið bræv frá einari ungari ommu, sum suffar um, at børn og ommubørn...

  11. Lat dreingin binda

    Kommunurnar skulu við jøvnum millumbilum minna borgararnar á, at tað er teirra skylda at taka upp eftir hundum og øðrum djórum. Tað vóru tey trý í panelinum, Theresa Thuridardóttir Kreutzman, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Eiler Fagraklett samd um í morgun. Hundaeigarar hava skyldu til at taka…

    more
  12. ALSO: Maðurin skal føra!

    Hesi boð hava tey í panelinum til eina kvinnu, sum heldur at maðurin kanska er ov nógv av tí góða, tá hann svingar kvinnur heldur ógvusliga á dansigólvinum. Annars verður eisini komið kring spurningar sum hvat er at gera, tá tú skalt verja nýføðingar móti børnum, sum ikki eru koppsett, og hvat tú...

  13. Far víðari til næsta starvsmøguleika

    Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit søkja starv. Tann spurningurin var á lofti í morgun, tá Malan Eyðunsdóttir, Rigmor Rasmussen og Rudolf Joensen mannaðu Also-panelið. Og svarið, sum tey høvdu at geva umsøkjaranum, sum ikki fekk starvið, tí hann ikki hevði alt tað, sum arbeiðsgevarin...

  14. Also: Finn tær hjálp!

    Gestirnir í panelinum góvu henni tey ráð, at hon mátti leita sær hjálp hjá serfrøðingi, sum kann siga henni, hvat hon hevur rætt til. Tvístøðan snýr seg hesaferð um spurningin hvat hevur meira týdning: At fara í brúdleyp ella at fara til konsert. Eisini verður spurt um, hvat ein pápi til eina 18...

  15. Tú skalt einki siga

    Spurningarnir til Also-panelið í morgun snúðu seg um eitt arbeiðstoymið, sum ikki tryggjar manningina nóg væl, tá tey fara upp í stillasini, og um eina kvinnu, sum aftaná 25 ár hevur fingið samvitskubit um, at hon hevur verið við síðuna av, við tí úrsliti, at maður hennara ikki eigur elsta…

    more
  16. Also: Ikki uppfinna trupulleikar

    Soleiðis siga tey í panelinum hesaferð við eina damu, sum heldur at ein vinur dámar seg, og heldur at ein vinkona verður kedd av tí. Bíða til tú veitst við vissu, áðrenn tú gert nakað við tað, siga okkara vísu panelluttakarar. Eisini er eitt bræv frá einari kvinnu, sum hevur mist seg sjálva…

    more
  17. Also: Hví skal hann vera romantiskur?

    Væl upplagda panelið heldur, at um ein kvinna vil hava romantik, so má hon vera proaktiv og byrja sjálv, heldur enn at leggja ábyrgdina á mannin. Hevur tú ein vin, sum ikki dugir at syngja, men sum hevur teknað seg til X-faktor - sigur tú við vinin, at hann ikki skal fara tí hann ikki dugir at...

  18. Tit mugu finna tykkara egna

    Hevur ein systur, sum flytir heim við allari familjuni, loyvi til at kroysta beigja sín út úr heiminum hjá foreldrunum? Tað heldur panelið, sum í morgun var mannað við Ásu Andreasen, Maluni Eyðunsdóttir og Janusi Poulsen, ikki. Tey halda, at systurin má góðtaka, at beiggin býr heima. Og klárar…

    more
  19. Abbin skal stuðla sínum

    Ein ørkymlaður abbi heldur, at pápin at abbabørnunum hevur børnini ov nógv, og tað er ein trupulleiki, heldur abbin, tí pápin býr í Danmark. Hetta var ein spurningunum, sum Eiler Fagraklett, Nina Jennifer Brockie Hansen og Høgni Heinesen skuldu taka støðu til í Also í dag. Hoyri alla sendingina her.

  20. Also: Ikki líta aftureftir!

    - Tíðirnar eru broytt, og vit mugu broyta okkum við, halda tey í panelinum, sum leggja afturat, at ikki allar broytingar eru til tað betra. Hitt brævið er frá einari kvinnu, sum etur steinaldarkost, men sum als ikki tímur. Tvístøðan hesaferð er um, tá damur koma upp í leikin og broyta siðvenjur...

  21. ALSO: Latið mannin fáa frið!

    Annars snýr sendingin hesaferð seg um eina unga kvinnu, sum er flutt saman við einum manni fyri fyrstu ferð, um hvat tú skalt gera, tá makin tekur uppá í vekt, og um ein starvsfelaga, sum bindir til arbeiðis, so onnur mugu renna skjótari. Í panelinum hesaferð eru Malan Eyðunsdóttir, Jana…

    more
  22. ALSO: Eingin rørir hárið hjá Janusi

    Brøvini eru frá einari mammu, sum er bangin fyri, at hon heldur ov fast í 16 ára gamla soninum, og frá einari kvinnu, sum er hørm um, at arbeiðsplássið er so klikut. Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Jóngerð Nielsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen

  23. Sofus: Hví hava tey ikki ringt til mín?

    Tað var eitt sera væl svingandi panel, sum sat kring grøna Also-borðið ídag. Tey trý, Katrin, Hendrik og Sofus vóru umsíður saman aftur í Also og tað vóru tey stak væl nøgd við. Tað gekk eisini væl, tá tey svaraðu brøvum og sms-spurningum frá lurtarum. Hoyr sendingina her.

  24. Andras: Handan konan er simpulten for óinteressant

    Ein kona hevur fingið nokk av manninum, sum brúkar alla sína tíð frammanfyri telefon ella telduskýggjanum. Onnur kvinna er ill, tí maðurin keypir sínum børnum sera dýrar jólagávur, meðan hennara fáa nógv minni, ein eks er kedd, tí henni verður noktað atgongd til tiltak har gamal unnusti er, og so...

  25. Also: Tveit ikki barnið úr songini

    Er menn meira forkelaðir enn kvinnur? Tað vil ein kvinnuligur lurtari fegin hava panelið at svara uppá, tí maðurin fer heim til mammu sína við børnunum, hvørja ferð hon fer av landinum, meðan eingin bjóðar henni nakað sum helst, tá hann er burtur. Tvístøðan snýr seg um at siga frá, tá tú av óvart...

  26. Katrin: "Eg eri "guilty as charged!"

    "Eg má flenna nú, tí hatta er akkurát eg. Har eri eg, sum man sigur "Guilty as charged", tí eg brúki altíð míni foreldur". Soleiðis sigur Katrin Kallsberg til brævið, har lurtari spyr, um pensionistar ikki skulu hava frið, og ikki bara ansa teirra ommu- og abbabørnum. Hini brøvini eru um eina...

  27. ALSO: Facebookvinur við eina eks?

    Tey í panelinum eru als ikki samd, tá tað snýr seg um eitt bræv frá einum manni, ið er so harmur um, at hann og konan ikki hava fingið børn. Hann heldur, at tey skulu kannast hjá læknanum fyri at finna útav, um nakað er galið, men konan sigur kortanei. Skal hann so fara frá henni, og finna sær...

  28. - Kom yvir tað!

    "Kom yvir tað, og ver glað. Tær mugu siga tað pent við hana". Soleiðis sigur Katrin Kallsberg um eina kvinnu, sum framvegis fimm ár aftaná, at hon er frísk, framvegis tosar óavbrotið um sjúkuna. Bindiklubburin hevur nú fingið nokk. Ein persónur fær ikki havt sítt summarhús í fríð, tí viðkomandi...

  29. ALSO: Ein dagbók er ikki privat

    Soleiðis spurdu vit í tvístøðuni hesaferð, og bæði meirlutin av panelinum og lurtararnir vóru samdir um, at tú kanst lesa í einari dagbók, sum tú finnur. Brøvini hesaferð eru frá einari kvinnu, sum ikki trívist tá maðurin er burtur, og frá einum manni, sum fann okkurt spennandi í bilinum, tá...

  30. - Hann má bíta tað í seg!

    "Hann má manna seg upp og bíta tað í seg!" Soleiðis sigur Høgni Heinesen um mann, sum saknar sína konu, nú hon brúkar nógva tíð saman við starvsfeløgum sínum. Seinna brævið er frá kvinnu, sum hevur funnið útav, at hennara vinkona hevur eina beiggja, sum vinkonan ikki veit av. Skal hon siga tað…

    more
  31. ALSO: Barnapengar snúgva seg um barnið!

    Annað brævið, sum vit hava fingið hesaferð, snýr seg um ein mann, sum heldur tað vera órættvíst, at gjaldið av barnapengum fer upp, tá man hevur góða løn, og hitt brævið er eitt neyðarróp frá einum pari, ið eru vorðin í so magelig. Tvístøðan setir spurningin, um man sigur nakað, tá man sær eina...

  32. - Tað er hart, men vit mugu duga at seta mørk

    Dagsins brøv vóru í tí meira álvarsama endanum. Fyrra brævið snúði seg um pápa og dóttir, sum ikki hava samskift í longri tíð, og tað seinna snúði seg um vaksnar systrar, sum hava trupulleikar við einari ommu, sum er í so váttlig og sum eftir teirra tykki ikki er so fitt, sum hon kundi verið.

  33. ALSO: Soleiðis ger man ikki!

    Er munur á, hvussu gentur og dreingir loysa trupulleikar í bólki? Eru gentur kaldari enn dreingir? spyr lurtarin víðari. Hitt brævið í sendinini er frá stakari kvinnu, ið er troytt av, at grannin hevur viðmerkingar til alt hon ger, meðan tvístøðan snýr seg um hvat panelið hevði gjørt, um tey…

    more
  34. - Lívið er ov stutt til at skeldast um eitt ur

    Lagið var gott, og panelið var sera væl upplagt at ráðgeva lurtarunum í dag. Evnini vóru: nær kunnu pappforeldur blanda seg í uppaling, hví fáa barnakonur so nógvar viðmerkingar um, hvussu stórar tær eru vorðnar, eitt lænt lummaur, sum eigarin ikki fær aftur og so sms- spurningar frá lurtarunum.

  35. ALSO: Tú ert ein hetja!

    Men samstundis halda tey, at hann ikki skal lata hana búgva har uttan at gjalda leigu, tí fólk fara betur um, skulu tey gjalda fyri at búgva har. Hin spurningurin í dagsins sending var frá einari mammu, sum er um at flyta av landinum, tá hon fær frænir av, at fyrrverandi maðurin aftur er farin at...

  36. Andras: Giftir menn eiga at halda seg innangarðs!

    Longu í fyrstu Also-sending í vetur kom ferð á kjakið, tá panelluttakararnir skuldu taka støðu til hvør hevur skyldina, tá talan er um ótrúskap. Eisini varð kjakast um hvussu útlendskir makar hava tað, tá tey flyta til Føroya, og um eina kvinnu, sum er sannførd um, at mamman hatar seg.

  37. ALSO: Slá grasið sjálv!

    Spurningarnir hesaferð snúgva seg um kvinnur, ið tosa babymál, útferðir við arbeiðsplássinum og um kvinnu- og mannfólkauppgávur. sms-spurningarnir eru um, hvørt pør kunnu fara hvør sín veg at ferðast í feriuni, ella ikki, og so varð eisini spurt um panelluttakararnir ætla at hyggja at HM í...

  38. - Ring til Barnaverndina!

    Ein gift kvinna er áhugað í nýggja og sjarmerandi grannanum, ein vil hjálpa vinkonu, sum er útsett fyri harðskapi av manninum, meðan ein triðja kennir seg trýsta at fáa sær børn, hóast hugurin als ikki er til staðar. Hoyr sendingina her.

  39. ALSO: Mussist bara!

    Hetta var ein av spurningunum, sum panelið fekk at taka støðu til í sendingini hesaferð. Eisini vóru spurningar um hvat er at gera, tá ein aktivur maður fær staðfest demens, og um at tað er trupult at fylgja við, tá onnur hava so nógvar pengar at ferðast og keypa fyri. Í panelinum hesaferð eru…

    more
  40. Bergur: - Hetta er absolut botnurin av vanvirðing!

    "Kona vinmannin venur so nógv, at hon nú er alt vorðin alt ov kløn og líkist einum manni". Ein starvsfelagi luktar so illa, men ongin vil siga nakað við hann, og so hevur ein familja hug at blanda seg í eitt hjúnarband, har maðurin nærum verður hildin fyri gjøldur av konuni, sum ballast ov illa....

  41. - Hann er ein tufla!

    Ein gomul genta nassar upp á mammu sína, og hetta øsir systrina. Ein kvinna vil hava harðskap framdan av kvinnum mótvegis monnum á breddan, og ósemja er hjá silvurbrúðarpari, um hvør eigur at verða boðin til stóru veitsluna.

  42. ALSO: Ør reglugerð!

    At gera reglur fyri, hvussu fólk skulu nýta kirkjugarðar, er heilt burturvið, siga tey í panelinum, til spurning frá lurtara, sum spurdi um teirra hugsan. Tað er ikki í lagi, at frágreiðingar um møguleikar eftir loknan fólkaskúla, ikki eisini í eins stóran mun umfata handaligar útbúgvingar, sum…

    more
  43. - Gagnar sannleikin nøkrum?

    Ein sonur vil flyta, tí hann hevur fingið nóg mikið av sínum fosturpápa, ein granni, sum er í øðini, og heldur, at mark má vera fyri, hvat ein kann heingja á snórin fyri almannaeygu, og so plágar samvitskan ein mann, sum í fyllskapi hevur kyst konnuna hjá einum vinmanni. Ikki lættar tvístøður hjá...

  44. Also: Finn uppá okkurt sjálvur!

    Sosiala samveran saman við vinunum er í høllini, men hesin lurtari hevur als ongan hug til at sparka, og hvussu ger man so, tá man vil hitta vinirnar? Annars snúgva spurningarnir seg um um hvat man skal gera, um varhugi er um, at ein starvsfelagi drekkur og um gentur og smyrsl, meðan sms...

  45. - Nógvir menn vilja hava tína konu!

    Afturvendandi og ótolandi tiltøkini og innbjóðingarnar á Facebook, ein kvinna við vesipappíri um fótin, og ein ørkymlaður maður, tí konan hevur tikið 25 kilo uppá. Hetta eru nøkur av evnunum, sum panelið viðger í hesi sending.

  46. ALSO: Sig einki við tey!

    So avgjørd eru tey í panelinum til henda spurning, sum kom umvegis sms skipanina. Spurningarnir hesaferð snúgva seg annars um ein nærgangandi starvsfelaga, ein krevjandi stjóra og um konfirmatiónir ? nær fer man, og hvat gevur man. Í panelinum eru Simona Midjord, Katrin Petersen og Allan Dalsgarð

  47. ALSO: Gev henni ein klút!

    Annars vóru spurningarnir um man verður eydnusamur av at keypa list, ella um man ikki fær tað betri, um man gevur peningin til vælgerandi endamál, og um tað er ófólkaligt at siga frá, um onkur nýtir fartelefonir til kosertir og í biografi. Í panelinum vóru Dánjal Samuelsen, Theresa Turidardóttir...

  48. - Hatta rakar ikki hana longur!

    "Hvussu kann hann longu vera farin víðari?" spyr ein eks-dama. "Eg kenni meg púra deyða fyri manninum, hann sær meg als ikki." Soleiðis sigur ein onnur, meðan ein maður spyr, hvussu tey kunnu hjálpa einum familjulimi, sum hevur tørv á hjálp, men ikki vil viðganga tað sjálvur. Soleiðis ljóða brot…

    more
  49. - Hasin maðurin er púra sløknaður!

    Ein maður, sum als ikki er til staðar heima við hús, tí hann konstant liggur við síni telefon. Ein kvinna, sum ilskast inn á materialismuna í dag, og so ein persónur, sum er um at kvalast av at síggja tilkomin støk renna í býnum og trola eftir fólki, sum longu eru í hjúnarbandi. Hetta eru evnini…

    more
  50. ALSO: Sig honum, hvussu tú hevur tað!

    Soleiðis sigur panelið við kvinnu, sum skrivar um vøkru ex-damuna, ið ringir, skrivar og senir nakinmyndir av sær til sjeikin. Hinir spurningarnir snúgva seg um gomul foreldur, og hvør skal taka sær av teimum, og um tað at børn ikki sleppa at vera sjálvstøðug, tí foreldur blanda seg uppí, og eru...

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað.Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt!Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Also have?

Also currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Also about?

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað.Hetta er ein sending, har lurtarar...

How often does Also release new episodes?

Also has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Also?

You can listen to Also on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Also?

Also is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!