Episodes
-
Eitt ummæli av "Skál"
"Skál" er ein góður filmur. Hann gjørdi meg eitt sindur keddan, men meira enn tað, takksaman. Tí hann lýsir veruleikan, sum hann faktist er í Føroyum beint nú. Og tað gera vit rætt, at fyrihalda okkum til við umhugsni og erligheit.
-
Meira enn bara ímóti fosturtøku (við Charles Camosy)
Triðja innslag í bókamánaðinum, sum nú reint tekniskt er blivin meira enn ein mánaði langur. Ikki so farligt. Charles Camosy er dosentur á Fordham University, har hann undirvísur í gudfrøði og samfelagsetikki. Í hesum partinum tosi eg við hann um hansara nýggjastu bók, Resisting Throwaway…
more -
Ein betri javnvág millum høvd, hond og hjarta (við David Goodhart)
Bókamánaðin apríl 2021 heldur áfram. Í hesum partinum tosi eg við David Goodhart um bøkurnar hjá honum, Head Hand Heart: The Struggle for Dignity and Status in the 21st Century (2020) og The Road to Somewhere: The New Tribes Shaping British Politics (2017). David viðmælir The Master and His...
-
Sterku gudarnir venda aftur (við R.R. Reno)
Aprílmánaði er bókamánaði. Hendan mánaðin fari eg at tosa við (í hvørt fall) fýra rithøvdunar, sum hava skrivað nakrar av teimum bestu bókunum, eg havi lisið í seinastuni. Tann fyrsti er R.R. Reno, sum hevur skrivað Return of the Strong Gods: Nationalism, Populism, and the Future of the West....
-
Ímóti fosturtøku og "Fríum vali" (við Astrið Breckmann)
Eg og Astrið Breckmann tosa um Instagram profilin hjá Fríum vali, sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum. Vit eru ikki samd við felagsskapinum. Teirra profilur er her: https://www.instagram.com/frittvalfo/ Heimasíðan hjá hesum podcastinum er her: https://arndakt.wordpress.com Upptikið: 12....
-
Hvussu er tað, at hava eitt sjúkt barn? (við Heina Kristiansen)
Heini Kristiansen er HR-leiðari á Bakkafrost, limur í Nes kommunu bygdaráði og deknur. So er hann pápi hjá Markus, sum varð føddur við hjartafeili og hevði tað hart við sjúku fyrstu tíðina í sínum lívi. Eg eri eisini pápi ein sjúkan drong, og tí vildi eg tosa við Heina um kenslurnar, sum eru...
-
Vísindaskepsis, virðisrelativisma og høgra/vinstra (við Heina í Skorini og Sjúrður Hammer)
Heini og Sjúrður er gamlir vinmenn hjá mær og eitt hugnaligt leygarkvøld tosaðu vit um týdningarmikil ting. Vit blivu enntá ósamdir móti endanum. Heini í Skorini er PhD í altjóða sambondum og adjunktur á Fróðskaparsetrinum. Sjúrður Hammer er PhD í lívfrøði og arbeiðir á Umhvørvisstovuni. Eg eri...
-
Regla 2: “Far við tær sjálvum sum vart tú onkur, tú hevði ábyrgd at hjálpa” (við Suna Poulsen)
Her tosa eg og Suni Poulsen um reglu 2 í 12 Rules for Life: "Far við tær sjálvum sum vart tú onkur, tú hevði ábyrgd at hjálpa". Bessel van der Kolk, The Body Keeps the Score Joe Rogan, The Science of Hotness vs. Beauty
-
Tillukku, Bretland! Hvíl í friði, Roger Scruton.
Í dag, 31. januar 2020, verður Brexit. Roger Scruton, sum doyði 12. januar, hjálpir okkum at skilja, hvat gongur fyri seg við Bretlandi, ES og øllum. Hetta ger hann umvegis hugtakið, "oikofobi", sum kann allýsast sum... "Lyndið, í hvørjum stríðsspurningi, at fara í parti við "teimum" og ikki...
-
Regla 1: “Statt við rygginum røttum og akslunum aftur”
Í 12 Rules for Life hjá Jordan Peterson eru 12 reglur. Í árinum eru 12 mánaðir. Í 2020 fara vit at tosa um eina reglu um mánaðin. Um sýningina av The Rise of Jordan Peterson í Løkshøll. Keyp 12 Rules for Life her.
-
Bestu bøkurnar, eg las í 2019
Í 2019 las eg fleiri bøkur. Her eru tær bestu, sum eg las. Mín profilur á GoodReads. Skaldsøgur: Dark Tower hjá Stephen King Prince of Thorns hjá Mark Lawrence Lightbringer hjá Brent Weeks Lord of the World hjá Robert Hugh Benson Yrkisbókmentir: Min mor var besat hjá Peter Øvig What It Is Like To...
-
Arndakt #2 – Hví hava fólk so løgnar meiningar? Tí tað er luksus
Hetta er eitt luksus hugskot: "[H]ugskot og meiningar, sum geva teimum ríku status fyri ein lágan kostna, samstundis sum tey skaða lága klassan/lágu stættina." Super áhugavert og hjálpsamt hugskot. Reint luksus. ‘Luxury beliefs’ are the latest status symbol for rich Americans, Rob Henderson í New...
-
Um maskulinitet
Var til "Hvussu hevur tú tað, maður?", eitt tiltak, sum Javnstøðunevndin skipaði fyri. Saman við øðrum føroyskum monnum, fekk eg sagt ymiskt um maskulinitet og tað, at vera maður. Her er eitt, sum eg ikki fekk sagt.
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
Loading similar podcasts...