Skip to content
Dokumentarar podcast artwork

PODCAST · news

Dokumentarar

by Kringvarp Føroya

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Apr 3, 2026 · Source feed

Episodes

  1. Suni Merkistein hittir Bob Geldof

    Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin "I don´t like mondays", sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin "Do they know it´s Christmas", sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði…

    more
  2. Ítróttarportrett: Hallur Hansson

    Hvørji mál hevur Hallur sett sær sum spælari, og hvat krevur tað? Bæði sum ítróttarfólk og ikki minst sum menniskja? Eisini eru teir báðir, Hallur og Tróndur, afturlítandi og tosa um stórar løtur á føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Lagt til rættis: Tróndur Vatnhamar.

  3. Stella Polaris 2019

    - kapping í klassiskum tónleiki fyri ung. Til ber at síggja alla handanina, við at trýsta HER

  4. Stella Polaris

    20 ára gamla Helena Joensen spælir klaver og er ein av mongu luttakarunum til tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein tónleika kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, har høvuðsvinningurin er 20.000 krónur. Dagarnar áðrenn kappingina stendur serliga nógv á hjá Helenu, tí nú…

    more
  5. Føroyskir stuttfilmar (2:2)

    Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.

  6. Føroyskir stuttfilmar (1:2)

    Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.

  7. »Lívið hevur fingið litir«

    Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár.

  8. Savnsgull: Orkan kemur úr jørðini

    Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað...

  9. Ein lúsa fylgisveinur

    Sjónvarpssending um sjúkuna Parkinson í Føroyum. Vit fylgja Elisi Poulsen og John Williami Joensen, ið báðir hava fingið staðfest Parkinson. Teir hava hvør sína avbjóðing við sjúkuni. Elis missir røddina, ið hevur stóran týdning fyri hann sum útvarpsmann, og sum stjóri, hevur John William trupult...

  10. Á sjómannadegnum

    Vit eru á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, sum í ár varð hildin í døgunum 15. til 21. august, har vit serliga eru við til fiskikapping og vatnkríggj og á ymsu tiltøkunum leygardagin 20. august. Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir og Hans Petur Hansen.

  11. Eg siti bara og bíði

    Nógv gomul sita einsamøll og óhjálpin heima ella liggja á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum á røktarheimum. Bíðilistarnir eru langir, og tey avvarðandi eru illa sperd. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs

  12. Læknar undir trýsti

    Triðja hvørt serlæknastarv á Landssjúkrahúsinum er ósett, og triði hvør serlækni er eldri enn 60 ár. Serlæknarnir eru um at hokna undir arbeiðsbyrðuni, og sjúklingar mugu bíða leingi eftir at sleppa í viðgerð. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.

  13. Viljin til lívið

    Róar, Suni og Emil eru tríggir ungir menn við nógvum forðingum í gerandisdegnum. Men forðingar eru eisini avbjóðingar, og vilji og treiskni bera langt, tá lívið skal livast. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.

  14. Bindifestivalurin

    Í døgunum 16. - 18. apríl 2015 var tann fyrsti Bindifestivalurin av sínum slag í Fuglafirði. Ikki bert føroyingar, sum hava áhuga fyri binding, men eisini fleri útlendingar, eru komnir til bygdina fyri at læra nýggjar bindingarhættir, fara til fyrilestrar og fáa íblástur. Vit fylgja einum at...

  15. Avbjóðingin

    - føroysk sending

  16. Lívið er deiligt!

    Lívið nýtist als ikki at vera keðiligt, hóast tú ert gamal. Tað halda tey bæði Sámal Júst Ziska Dahl og Dania Andreassen, ið eru ávikavist 80 ár og 77 ár. Sámal Júst Ziska Dahl er fyrrverandi lærari og býr Í Klaksvík saman við konuni, Astu. Hóast hann er 80 ára gamal, setist hann ikki aftur at...

  17. Stella Polaris 2015

    Annað árið á rað verður skipað fyri tónleikakappingini Stella Polaris, har ungir, klassiskir tónleikarar umframt heiðurin kappast um at vinna 25.000 krónur. Vit eru við á kapppingardegnum, tá teir seks finalistarnir skulu framføra fyri dómsnevndini, ið er mannað av bæði føroyskum og útlendskum...

  18. Skilnaðarbørnini

    Hvørt ár velja fleiri pør at fara hvør til sítt. Tøl vísa, at næstan fjórða hvørt hjúnaband endar í hjúnaskilnaði. Men tá pør - gift ella ógift - velja at fara frá hvørjum øðrum, eru børn ofta við í myndini.

  19. Hjálp, vit søkka

    Hóast føroyingarnir høvdu boðið sær at hjálpa, endaði øll russiska manningin í ísakalda havinum. Í sendingini greiða nakrir av manningini frá tilburðinum, og vit hitta eisini ein av russarunum, sum var við hesa lagnunátt á Flemish Cap.

  20. Søgurnar eru her!

    Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg. Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann...

  21. Føroyski jarnmaðurin

    30 ára gamli Guðmundur Joensen úr Havn íðkar triathlon á professionellum stigi. Síðani 1. januar í ár hevur hann verið í farloyvi og satsar alt upp á ítrótt. Guðmundur hevur sett sær fyri, at hann skal verða millum teir bestu í heiminum. Solby Christiansdóttir og Jens Jákup Hansen leggja tilrættis.

  22. Upp á fingurin

    Sjey mans hava sett sær fyri at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri. Ein drangur, sum stendur í útsynningshorninum í Vágum og er 313 metrar høgur. Fleiri sagnir og søgur eru knýttar at Trøllkonufingri, og tí er eitt sindur ógreitt, um nakar nakrantíð áður hevur rokkið toppin á dranginum. Vit...

  23. Tónar og talent

    Sendingin lýsir kappingina og eisini sjálvan spenningin undir finaluni. Lagt til rættis hava Ivan Hentze Niclasen og Barbara Samuelsen.

  24. Úr útlendskum í føroyskt

    Hetta hevur við sær, at tey sjáldan kunnu brúka sínar førleikar til fulnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í hesi magasin-sendingini verður tosað við tríggjar tilflytarar, sum allir máttu skifta yrkisleið, tá teir fluttu til Føroyar. Lag til rættis: Ivan Hentze Niclasen.

  25. Onki er óført

    Vit hava vitjað 42 ára gamla Dánjal Magnussen av Oyrabakka, sum misti annað beinið í skotóhappi í 2002, 69 ára gomlu Káru Heinesen av Strondum, sum misti høgra arm í arbeiðsóhappi fyri 50 árum síðani og 4 ára gamla Øssur Ábraham Bjarnason av Viðareiði, sum er føddur uttan armar. Felags fyri hesi...

  26. LS - søgur av einum sjúkrahúsi (4:4)

    Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í fjórðu sending eru vit millum annað á barnadeildini, á skurðdeildini og á...

  27. LS - søgur av einum sjúkrahúsi (3:4)

    Gev gætur: Sendingin er óhóskandi fyri børn Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í triðju sending eru vit millum annað…

    more
  28. Tá tann sterkasti yvirlivir

    Tað er dýrt at byggja nýggj fjós, og summir bóndur eru so illa fyri, at teir noyðast at gevast. Við virknari vinnutólum fara nakrir bóndur at leypa av. Lagt til rættis: Karolina Thostrup.

  29. LS - søgur av einum sjúkrahúsi (2:4)

    Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í aðru sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.

  30. LS - søgur av einum sjúkrahúsi (1:4)

    Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi. Í fyrstu sendingini eru vit millum annað á krabbameinsdeildini B6, hjartadeildini...

  31. Forvitin er fegin

    Á Vísindavøkuni 2013 vístu stovnar og granskarar á, hvussu man granskar, og hvat tey granska í. Vit vóru við á Vísindavøkuni og vitjaðu basarnar, og eisini hava vit vitjað tríggjar granskarar og hugt at, hvussu og hvat tey granska.

  32. Skálafjarðartunnilin - kosta hvat tað kosta vil

    Í sendingini verður varpað ljós á løgfrøðisligu ivamálini og politisku handfaringina av málinum. Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis.

  33. Við eitt sindur av hjálp..

    Ungar gentur í Føroyum eiga fyrr børn enn genturnar í flestu grannalondunum, og tær fáa eisini fleiri børn. Nógvar ungar mammur og pápar vilja sleppa at útbúgva seg, men hava torført við at klára seg fíggjarliga.Lagt til rættis: Karolina Thostrup

  34. Savnari og eldsál

    Mads Nørgaard Nielsen í Klaksvík eigur eitt ótal av gomlum 78-plátum. Hann hevur serligan áhuga fyri tónleikinum frá hesi tíðini, og hann veit nógvar søgur í sambandi við tónleikin. Hans Eli Sivertsen á Argjum hevur eitt stórt savn við firvaldum, og harafturat hevur hann eisini eitt stórt...

  35. Eg geri, sum eg vil

    Tróndur Patursson, listamálari arbeiðir hvønn dag við síni list heima í smiðjuni í Kirkjubø, í atelierinum á Skipasmiðjuni í Havn ella uttanlands. Hann málar, brennir glas, hongur framsýningar upp og arbeiðir alla tíðina við fleiri verkum. Stundum er hann heima, stundum ferðast hann. Sendingin er...

  36. Tá talvkongurin vitjaði

    Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur, tá ið Kasparov telvaði simultan móti føroyska landsliðnum. Dagin fyri hevði hann vunnið 24-1 á einum føroyskum úrvalsliði á Norðoyastevnu. Unglingaføroyameistarin, Hans Kristian Simonsen, koppaði óvæntað heimsins besta í stóru simultankappingini í...

  37. Tíðin er, sum hon er

    Men tað ber væl til at hava eitt gott lív, um tú kemur heilt langt upp í árini. Tað eru tey trý fólkini, vit hitta í hesari sendingini, dømi um. Tey eru í aldrinum millum 92 og 104 ár. Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen

  38. ... og havið tók

    Í mun til til fólkatalið, hevur ongin onnur tjóð í heiminum mist so nógv fólk á sjónum, sum Føroyar. Í sendingini verður greitt frá trimum vanlukkutilburðum í føroyskari sjósøgu, ið hóast teir eru ymiskir, allir hava tann sama lemjandi missin við sær. Lagt til rættis: Jóannes Lamhauge.

  39. Í læru til lívið (2:2)

    Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja…

    more
  40. Í læru til lívið (1:2)

    Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja…

    more
  41. Brandfellurnar

    Føroyskt dokumentarsending um ein av størstu sorgarleikunum í Føroyum, tá trý børn lótu lív í eldsbruna 7. mars 2006

  42. Tá ullin dansar

    Føroyska sniðgávu-duoin Guðrun & Guðrun hava seinnu árini tikið seg nógv fram innan mótaheimin. Tær arbeiða í løtuni við eini spennandi pallbúnaverkætlan í New York saman við navnframa koreografinum og listamanninum Stephen Petronio. Vit fylgja teimum í arbeiðsdegi teirra, og fáa eina smakkroynd…

    more
  43. Leik og lærd

    Mikið orðastríð hevur leingi verið um almennan stuðul til mentan og list í Føroyum. Hóast fólk flest í dag góðkenna ein ávísan form fyri fíggjarligan stuðul, so er tað enn ósemja um, hvussu og hvussu nógv stuðlast skal. Ein av tvístøðunum er, um stuðulin er betur skipaður, um ein ger mun á...

  44. Dokumentarurin: »Heima sum longst«

    Í sendingini fylgja vit einum heilsuhjálpara til arbeiðis, har nomið verður við støðuna innan heimarøktina, sum er ein tann mest týðandi parturin til at tryggja, at vit kunnu verða heima sum longst. Ingun í Skrivarastovu hevur lagt sendingina til rættis.

  45. Dokumentarurin: »Tann dýra ferðin«

    Ført verður eisini fram, at flogprísirnir forða fyri, at føroyingar uttanlands kunnu virka í Føroyum, og øvugt, at føroyingar í Føroyum kunnu virka uttanlands. Men er okkara flogsamband ov dýrt? Kann tað gerast bíligari? Og skal okkara flogbreyt til umheimin rekast á privatum ella almennum...

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Dokumentarar have?

Dokumentarar currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Dokumentarar about?

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu,...

How often does Dokumentarar release new episodes?

Dokumentarar has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Dokumentarar?

You can listen to Dokumentarar on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Dokumentarar?

Dokumentarar is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!