Skip to content
FM204 podcast artwork

PODCAST · news

FM204

by Kringvarp Føroya

Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag. Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir. FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Sep 4, 2025 · Source feed

Episodes

  1. Harpa setur Ísland á arkitektoniska heimskortið!

    Í dýrdarveðri og við tónleiki og tiltøkum bæði innandura og uttandura, var nýggja mentanar- og tónleikahúsið Harpa í Reykjavík alment tikin í nýtslu leygardagin 20. august. Harpa telur 4 konserthallir, ráðstevnuhølir, framsýningarmøguleikar, matstovur, eins og serhandlar við tónleiki og designi....

  2. Kynsligur ágangur millum børn

    Altjóða kanningar vísa, at av øllum kynsligum ágangi móti børnum, ið onnur fáa kunnleika um, verður ein triðingur framdur av øðrum børnum og ungum. Barnabati setir fokus á kynsligan ágang, ið børn og ung fremja móti øðrum børnum, og skipar fyri skeiði. Skeiðið er ætlað øllum, ið arbeiða við…

    more
  3. Kristian vann FM í Spurnarkapping

    FM í Spurnarkapping var ein cupkapping, við fjórðingsfinalum, hálvfinalum, og finalu. Luttakararnir dystaðust umvegis telefon. Í finaluni vóru sjey umfør við blandaðum evnum, allar kappingarnar frammanundan høvdu fimm umfør.

  4. Italsk matgerð og livandi tónleikur í FM 204

    Suonabanda úr Riolunato spælir ymsastaðni í Føroyum hesar dagar. Í kvøld er Norðurlandahúsið á skránni, men áðrenn tað gekk leiðin inn í Kringvarpshúsið, har spælimenninir úr Norðuritalia spældu live. Uppi í køkinum sat italski føroyavinurin Gianfranco Contri til borðs og át matin, sum italska...

  5. Italskur seinnapartur í FM 204

    Í samband við fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Italia, varð skipað fyri italskum seinnaparti í FM 204. Lurtararnir kundu vinna atgongumerki til dystin, umframt landsliðstroyggjur. Og uppi í køkinum var rokan í fjøruni. Í seinna parti av tí, ið verður lagt út her á heimasíðuna, hoyra vit…

    more
  6. Hummari í klokku og skerpikjøt í reagensglasi

    Bæði malargrót og grann verða nýtt í tilgerðini av hummaranum, ið verður hitaður í einari klokku, bólti, og afturvið eru skorpur við frískostakremi, pyntað við krøkju. Lættroyktur hummari er best umtókti verðurin í ár, sigur Leif Sørensen. Í samrøðuni greiðir Leif eisini frá sónvarpsætlanini, ið...

  7. Best um bæði kvinnur og menn vórðu koppsett

    Virusið kann tó eisini staðfestast í tarmunum. Hetta er eitt prát við kvinnulæknan Katrin Kallsberg, um HPV virus og áhugan hjá føroyskum kvinnum at lata seg koppseta. Læknin sigur, at vitanin broytist alsamt. Tað hevur verið hildið, at bara ungar gentur eiga at lata seg koppseta fyri HPV, men...

  8. Gud skapti sex sum nakað gott

    Jústinus Eidesgaard sigur nógv áhugavert og hugvekjandi í samrøðuni. Til dømis tosar hann um javnvág í menniskjanum og at vit øll hava eina mannliga og eina kvinnuliga síðu. Jústinus heldur, at um ein hevur stóra trongd at vera saman við kvinnu, við tí endamáli at vera lukkuligur, merkir tað...

  9. Sannur kærleiki er leysur frá egoismuni

    Jogalærarin Hildur Eyðunsdóttir er í Heita Stólinum í FM 204. Hildur er væl kend sum býráðspolitikari í Havn, men í dag fyllir joga sera nógv í hennara lívi. Í dagsins sending svarar hon nøkrum persónligum spurningum. Hon sigur, at endamálið við joga er at samaneina sinn, kropp, og sál. Egoið...

  10. Føroyameistari við grillvanum

    Jákup Suni Berg starvast sum vegleiðari í venjingarhøli. Har undirvísir hann í likamsrørslu og sunnum vanum, men tað eigur ikki at vera blandað saman við hansara egnu lívsførslu og vanum. Jákup Suni sigur, at tí at hann er vektlyftari, eru aðrar treytir galdandi fyri hann - um hann skal hava ein...

  11. Tað er ok ikki at vera ok

    Samkoman Lívdin hátiðarheldur 10 ára dagin um vikuskiftið. Og tað er í tí sambandi, at vit hava hitt Jógvan til eitt prát. ?Tað er ok, ikki at vera ok? sigur Jógvan, sum sipar til, at ongin er fullkomin, sjálvt ikki ein samkomuleiðari. Hoyr samrøðuna við Jógvan Zachariassen her.

  12. 33 ár og totalt invalideraður av alkoholismu

    Justinus skrivaði soleiðis á Facebook: Nú hugsar onkur ?hasin helligi fanin.? Og tað eru í morgin 20 ár síðan eg tók mín seinasta snaps og nakrar aðrar, sum ikki vildu liggja og varð koyrdur ristandi og sveittandi vestur um Velbastaðháls, 33 ára gamal og totalt invalideraður av alkoholismu.…

    more
  13. Føroyingar hava flutt seg nógv

    Heimasandskvinnan Durita Holm býr í Suðurspania. Samrøðan er býtt í tríggjar partar. Eitt er prátið um føroyingar, annað er um støðuna í Spania, har fíggjarkreppan er ógvisligari enn her. Og vit tosa eisini við Duritu Holm um menniskjuna sum heild. Hon er útbúgvin mannfrøðingur og heldur, at í...

  14. Ein Njál Djurhuus í hvønn bý

    Ann Askham sigur, at vit ikki kunnu leita eftir kærleikanum. Hann er í okkum, eins og alt annað guddómskent kemur innanifrá. Hon heldur, at vit leggja ótta í børn okkara, tá vit siga frá himmali og helviti. Ístaðin áttu vit at givið teimum kærleika og virðing. Ann Askham sær ikki synd sum nakað...

  15. Rotta og ketta kunnu oyða ein fuglastovn

    Rotta kom til Føroya fyri umleið 250 árum síðani, og í dag eru 11 av 18 oyggjum rottufríar. Tað eru serliga oyggjarnar, Skúvoy, Mykines og Nólsoy, sum skulu verjast ímóti rottu, tí her finst nógvur fuglur. Serliga eru tað lunda- og drunnhvítastovnarnir, sum eru viðbreknir. Rotta er eitt…

    more
  16. Lívskreppur kunnu vera neyðugar

    Uni Arge greiðir frá, hvussu tað var at gevast við fótbólti á hægsta stigi, og um broytingarnar í lívinum; frá ungdómsárum til miðaldur. Í dag sær hann tað mesta í fortíðini sum lærdóm og royndir, sum hann kann nýta nú. Uni Arge greiðir eisini frá tónleikinum, sum hann hevur spælt síðan…

    more
  17. Kári er ein av nítjan í Fornagarði

    Serliga eru tað fólk við bústaði í Tórshavn, ið hava keypt sær grundstykki til frítíðarhús við Gjógv. Men ikki øll koma úr høvuðsstaðnum. Tvørafólkini Kári Niclasen og konan Anja byggja frítíðarhús í bygdini við teimum mongu ferðafólkunum og vøkru náttúruni. Fornagarður er ein útstykking til 19...

  18. Børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina

    Listakvinnan Hansina Iversen ynskir, at børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina, og er tí flutt aftur til Føroya saman við manni og børnum. Hansina hevur búð uttanlands, síðani 1988. Hon hevur búð bæði í Íslandi, Finnlandi og Danmark. Hansina fer at leita sær eftir einum atelieri at mála í og…

    more
  19. Mest eksotiskt í Meksiko

    Tey trý Kirstin Hentze, Schønning Eysturoy, og Jóhanna Erlendsdóttir Persson gingu í sama flokki í Hoydølum og avgjørdu at fara at fjakka saman, tá tey høvdu fingið húgvuna. Í oktober í fjør byrjaði minniliga ferðin. Tey eru sera hugtikin av pyramidunum í Meksiko, náttúruvakra Guatemala við ríka...

  20. Fjøllini í Klaksvík standa framvegis

    Betina Frederiksberg er kend sum av og á greinaskrivari í Norðlýsinum, har hon lýsir sosial og samfelagslig fyribrigdi á sín heilt serliga hátt. Eisini kenna nógv hana frá Facebook, har hon ikki smæðist burtur. Eitt nú dámar Betinu Frederiksberg at vísa hinum feysbukkarunum myndir frá matgerð…

    more
  21. Trúgv sett upp móti vísindini

    Hetta er eitt aftursvar til eina grein, sum løgtingslimurin Bill Justinussen hevur skrivað. Í stuttum sigur Bill, at fiskifrøðingar hava fingið ov stórt vald, og at allur politikkur er lagdur í teirra hendur. Hann heldur, at tað er ein máttur uttan fyri mannavísindina. Hetta er fallið Arna...

  22. Emil hevur fult vit

    Tað var á Summarfestivalinum, at 19 ára gamli Emil Bjarnaskor av Viðareiði fekk okkurt ókent rúsevni, sum hevur skatt hann so mikið, at hann lá í óviti leingi. Emil er vaknaður, men hann er ikki førur fyri at flyta seg nakað serligt, tó so, hann er við fult vit og fær flutt annað beinið og armin....

  23. Býr í Nólsoy og lesur á Setrinum

    Baldur H. Bjørnsson flutti úr Reykjavík til Nólsoyar fyri tveimum árum síðani. Baldur lesur samfelagsvísindi á Fróðskaparsetrinum og siglir dagliga millum Havn og Nólsoy. Fyrimunirnir við at búgva í Nólsoy framum Reykjavík er, at tað er meiri persónligt, fólk eru blíð við hvønn annan og hava…

    more
  24. Yvir við Strond var vinnan sera óskipað

    Í samrøðuni verður tosað um bygningarnar á hesari myndini frá 1967, og tað virksemið, sum var í teimum. Men eisini annað verður tikið fram. Nomið verður við virksemið longri úti móti Boðanesi. Har vóru ruskpláss og svimjihylir lið um lið, og tað var eisini har, Birgar og hini børnini fiskaðu…

    more
  25. Konurnar í Nólsoy eru driftigar

    Heili 52 konur í Nólsoy binda pløgg, gera góðgæti, súltutoy, heimagjørd kort við glansbíløtum og ymsar lutir úr horni, sum tær selja í gamla handlinum "Pakkhúsið". Sølan gongur væl, og teimum dáma sera væl at vera í handlinum á Ovastevnuni

  26. Vistu at Ove fór at megna at rógva til Danmarkar

    Ove var altíð í fjøruni, hann livdi í fjøruni sum barn, sigur mamma hansara Vina Joensen. Ove royndi tríggjar ferðir at rógva til Danmarkar, fyrstu ferð í 1984, aðru ferði í 1985, og í 1986 eydnaðist tað honum at fremja hetta megnar bragd. Hansara ynski var at geva børnunum í Nólsoynni ein...

  27. Tað skal gott tol til

    ?Eg havi altíð haft hug at fara niður í kjallarnar at gera modellskip? sigur Hergeir, sum byrjaði at gera modellskip umborð á línuskipinum Grími Kamban, meðan hann fiskaði í Grønlandi í trýssunum. Framsýningin við hondgjørdum træmodellum hjá Hergeiri verður í Látrinum, og har fer Hergeri at sýna...

  28. Latið ikki Watson fáa myndirnar!

    Birgir hevur á sínari Facebook síðu skrivað eina áheitan til fólk, at "endamál Watsons er at halda lív í framhaldssøguni 'Whale Wars'. Typecasting og leiklutir eru skrivaðir. Hetta er ikki dokumentarisma, men undirhald, jú ógvusligani, jú betri. Yppið øksl og latið sum onki. Myndir Watsons lúgva...

  29. Støðugt blóðsukur gevur betri lívsgóðsku

    Støðugt blóðsukur gevur betri lívsgóðsku. Fyri at blóðsukrið ikki skal sveiggja ov nógv, kann man eta fleiri máltíðir og lata vera við at eta seg um rygg, sigur Debes Christiansen. Fyri tveimum árum síðan gavst Debes Christiansen at eta góðgæti dagliga. Og nú gagnast tað honum illa, tá hann etur…

    more
  30. Løgreglan skipaði ferðsluna í miðbýnum

    Birgar Johannesen greiðir í innslagnum frá Havnini fyrr og nú, við denti á Vaglið og Glade Hjørn. Tað var har alt fólkið kom og øll ferðslan gekk, tí hvørki Strandarvegurin ella aðrir størri vegir vórðu gjørdir tá. Birgar sigur, at vit eru heppin, tí einaferð var ætlanin at taka allan býlingin á...

  31. Longdust eftir føroyskum rugbreyði og fiski

    Jóna Østerø og Adeleid Olsen hava seinastu fýra mánaðarnar ferðast í hesum fýra heimspørtum: Europa, Asia, Australia og Amerika. Sum frá leið fóru tær at leingjast eftir føroyskum rugbreyði og fiski, og lovaðu ongantíð aftur at grenja um tað sum mamma setir á borðið.

  32. Álit og kærleiki eru vegurin

    Samrøðan varð gjørd til táttin Heiti Stólurin í FM 204. Maud Wang Hansen er forkvinna í Pedagogfelagnum. Í Heita Stólinum nerti hon við nógv hugvekjandi evni. Til dømis vildi hon vera við, at størsta forðingin fyri heimsfriði er politisk og tjóðskaparlig sundurskiljing frá øðrum londum og fólkum…

    more
  33. Pál gevur alt hann kann - eisini til Maluna

    Í løtuni hevur Pál summarfrí í tvær vikur og er júst heimkomin av eini ferð saman við damuni Maluni Vitalis Bærentsen í eina viku. Tey eru væl nøgd við ferðina, og Malan sigur, at hann gevur eisini henni alt tað, hann kann. Pál fer suður við Smyrli seinnapartin, og síðani verður veitsla heima hjá...

  34. 30 strálu-, 15 kemo- og 5 tíma langa skurðviðgerð

    Ein dagin fyri trimum árum síðani spældi níggju ára gamli Ási úr Vestmanna úti í kavanum. Mitt í øllum fekk hann ógvusliga pínu í skinnabeinið, og henda ræðuliga pína hvarv ikki aftur. Ási fór til lækna og eftir nógvar kanningar varð staðfest, at hann hevði fingið eina sjáldsama krabbameinssjúku…

    more
  35. Koyrt náttarbuss í 15 ár

    Tað var ein ferðsluvanlukka á vestmannavegnum fyri 15 árum síðani, sum fekk Øssur at taka ta avgerð, at okkurt mátti gerast við ta óskipaðu náttarkoyringina, sum var millum Havnina og Vestmanna. Hann keypti ein gamlan buss, gjørdi hann ístand og fór at koyra náttarbuss um vikuskiftið millum...

  36. Patricia hevur bøkur um plantur á náttborðinum

    Patricia Kristiansen nemur sær alsamt størri vitan um átiligar plantur í alskyns bókum. Í hesari samrøðuni greiðir hon burturav frá turkaðu plantunum: bótarurt, soppum, myntu, kørvel og rølik.

  37. Húsvognurin ristist, og tjaldið datt niður

    Hóast húsvognurin hjá Róa ristist, og tjaldið datt niður, halda hann og Rúni, at regnið á Summarfestivalinum ikki órógvar nógv. Teir hava ov mikið av turrum klæðum við og njóta at ganga runt og práta við fólk og lurta eftir tónleikinum. Best dámar teimum DAD.

  38. Sonurin ger mat - og hini taka uppvaskið

    Trý ættarlið eru saman farin við báti á summarfestival. Sonurin ger mat, versonurin trillar yngstu dóttrina, meðan mamman og omman tosa við FM204. Familjan hugnar sær við góðum mati, gongutúrum og góðari samveru. Teimum dáma væl serliga stemningin á Summarfestivalinum

  39. Páparnir og børn svimja meðan mammur gera mat

    Tá FM204 hitti Paula og Suffíu í Baðilandinum í Klaksvík, vóru tey bæði saman í baðilandi við hinum pápunum og børnunum, meðan mammurnar smurdu breyð til tey tá tey komu aftur úr svimjuhylinum. Felags fyri hesar fýra familjur er, at allir páparnir eru sjómenn, og tí er tað bara annaðhvørt ár at...

  40. Fólk kenna seg aftur í sangunum

    Bobby Bare er heimskendur country og western sangari. Hann greiðir frá, at Skeeter Davis var eitt frálíkt menniskja og at tað var stuttligt at syngja saman við henni. Bobby Bare sigur, at hann hevur havt eitt gott lív. Hann spælir ikki stóru konsertferðirnar longur, men ístaðin einstakar…

    more
  41. Vit eru einglar fyri hvønn annan

    Súsanna Vígdá hevur klænkað seg nógv. Hon greiðir frá, at nógv arvað atferð hevur sitið í fitanum. Hetta hevur hon viðgjørt í terapi - og slept. Hon tekur undir við, at vit verða fødd sum originalar og doyggja sum kopi, um ein ikki ger tilvitaðar broytingar. Í sendingin tosar hon millum annað...

  42. Ein blóðroynd broytti alt

    Malan Mikkelsen úr Havn hevur, alt tað hon minnist, havt trupulleikar við maganum, hóast hon hevur livað sunt og etið vanligan kost. Í mong ár hevði heilsustøða hennara neiliga ávirkan á lívsgóðskuna, og læknarnir dugdu ikki at siga, hvat henni bagdi. Ikki fyrr enn ein blóðroynd varð tikin fyri...

  43. Bretskur blaðmaður á The Times fylgir Hjarnar

    Bretski blaðmaðurin á The Times heldur tað vera áhugavert, at ein oljumaður í Bretlandi spælir rokk í Føroyum. Talan er um Graham Stewart, sum dagliga starvast í oljuvinnuni í Bretlandi, og sum í hesum døgum venur við 70´ara bólkinum Hjarnar til konsertina, sum verður á Summarfestivalinum...

  44. Berir menn á Kongabrúnni

    Teir tríggir leikararnir Jógvan Salomon Joensen, Geir á Lofti og Nikolej Falck greiða frá, hvussu teir reageraðu, tá teir sóu hesar naknu menninar renna framvið

  45. Íslendskar sjónvarpsupptøkur ganga sera væl

    Tosað verður við Katrin Bjørgvinsdóttir um upptøkurnar, sum verða í dag umborð á Norrønu

  46. Læruríkt at hitta aðrar mentanir

    Barbara er væl nøgd við ferðina í Suðuramerika. Tað hevur verið læruríkt at hitta aðrar mentanir og síggja, hvussu onnur fólk liva. Barbara heldur, at hon er vorðin meiri sjálvstøðug av at ferðast hesar 10 mánaðirnar

  47. Njótilsi er friður uttan telesamskifti

    Guðrið Hansdóttir heldur, at umhugsni og fjølvirkni er styrkin hjá kvinnum, samanborið við menn. Hon heldur, at synd og mistøk eru til - og at ein tíbetur kann læra av báðum. Kendi sangarin ætlar sær at spæla konsertir í summar, men eisini fer hon til Onglands ein túr - uttan gittara og uppgávur.

  48. Nakinleiki er eisini annað enn sex

    Vit vitja heima hjá Astrid McDonald í Havn. Tríggjar standmyndir verða viðgjørdar, umframt tríggjar av teimum fýra, sum hon í hesum døgum sýnir fram í Listasavninum. Ólavsøkuframsýningin letur aftur sunnudagin. Í samrøðuni verður serliga tosað við atliti til tað nakna úttrykkið, sum Astrid oftast...

  49. Samfelagið er brekað - ikki eg!

    Fyri 23 árum síðani broyttist lívið hjá eiðismanninum Heina Festirstein. Hann var við í álvarsamari bilvanlukku, ið millum annað førdi við sær, at hann í dag situr í koyristóli. Hóast umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, eru batnaðar seinastu árini, er framvegis langur vegur eftir. Í innslagnum...

  50. Almennu Føroyar kunnu vera effektivari

    Gissur Patursson greiðir í siendingini eisini frá muninum á kynunum, og hvar hann kennir seg mest máttleysan og bangnan. Hann heldur avjgørt, at synd er til og at trúgv kann flyta fjøll.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag. Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir. FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does FM204 have?

FM204 currently has 50 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is FM204 about?

Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og...

How often does FM204 release new episodes?

FM204 has 50 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to FM204?

You can listen to FM204 on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts FM204?

FM204 is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!