PODCAST · news
Frætt og fregnað
by Kringvarp Føroya
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
-
30
Frætt og fregnað 1 (1:3)
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum 28. februar 1999. Sendingin "Frætt og fregnað" vendir sær til bæði ung og gomul. Fýra evni eru hvørja ferð ymsastaðni úr landinum. Talan er um evni vit ikki hoyra um í dagliga kjakinum. Kortini eru tey av stórum týdningi í føroyska gerandisdegnum. "Frætt og fregnað"-liðið hevur sín egna bil og við honum fara tey saman við hyggjaranum úr einum stað í annað, og frá einum evni til annað. Tey fýra evnini í fyrstu sendingini eru úr fimm ymsum oyggjum. Vertirnir í "Frætt & Fregnað" eru Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen. Fotografur er Jógvan Eli Dam, sum í hesi fyrstu sendingini hevur Bjørg Mohr aftrat sær.
-
29
Frætt og fregnað 1 (2:3)
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 18. apríl 1999. Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum. Umframt uppi á landi er myndatólið hesaferð eisini undir vatnskorpuni fyri at vísa hvussu eitt av teimum kendu ferðamálunum í Føroyum sær út undir vatni. Hetta er onnur av trimum sendingum í hesum umfarinum. "Frætt og fregnað" flytur seg kring landið í egnum bili. Fotografur er Jógvan Eli Dam, og teir báðir vertirnir, Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen, gera eisini sjálvir eitt innslag í part.
-
28
Frætt og fregnað 1 (3:3)
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum í 1999. Hesin parturin var sendur fyrsti ferð tann 9. mai 1999. Theodor Thomassen í Sørvági rør framvegis út við sínum seksmannafari, hóast hann er 90 ára gamal. Báturin hevur staðið uppi í vetur og er júst komin á sjógvin aftur. "Frætt og fregnað" er við fyrsta túrin í ár. Og hesin síðsti parturin er eisini merktur av árstíðini. Vit vitja á Skælingi, sum hesa ársins tíð ýður í lívi og spæli, bæði úti og inni.
-
27
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (4:4)
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi. Á Siglufjørðinum er eitt spennandi sildasavn um tíðina, tá býurin var sildahøvuðsstaðurin í Íslandi. Har eru eisini partur av føroysku søguni varðveittur. Hesi eru millum evnini í fjórðu og seinastu "Frætt og fregnað á ferð í Íslandi."
-
26
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (3:4)
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Á hvørjum heysti er tað ein stórhending við Skagafjørðin, tá nógv hundrað ross, sum hava gingið leys í fjøllunum, verða rikin oman í kendastu hestarættina í Íslandi. Landmannalaugar er eitt framúr spennandi og litríkt fjallaøki, sum er ógviliga væl umtókt millum ferðafólk. Í bygdini Grenevik við Eyjafjørðin á Norðurlandinum vísir ein føroyingur "Frætt og fregnað" runt. Har búgva 350 fólk, men tey vilja ikki hoyra talan um at leggja saman við næst størstu kommununi í landinum.
-
25
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (2:4)
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Í stásiliga tónleikahúsinum Hørpu í Reykjavík hitta vit tvey ungfólk, sum ganga á tónlistaskúla í íslendska høvuðsstaðnum. Vit hoyra eisini um, hvussu ógvisliga kreppan í Íslandi ávirkaði fólkið.
-
24
Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (1:4)
Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið. Teir upplivdu mangt og hvat og hittu bæði íslendingar og føroyingar, sum eru bústiandi í Íslandi. Í hesi fyrstu sendingini eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt. Í Reykjavík verður vitjað í skóbúð á Laugarvegi, har 83 ára gamla Dagmar Didriksen hevur selt skógvar í nærum eina hálva øld.
-
23
Frætt og fregnað 3 (12:12)
Kvívík er ein gomul og hugnalig bygd, sum er nógv vaksin i nýggjari tíð. "Frætt og fregnað" setir hesa Kvívík á bredann, og hugt verður millum annað eftir, um tann gamli og tann nýggi parturin av bygdini virka saman sum ein góð heild. Grindadrápið er ein mentanararvur, sum vit eiga at halda fast við, eru grindmenn og fólkalívsfrøðingur á einum máli um í grindini í Funningsfirði. Paulina Eliasen á Syðradali hevur gjørt nógv kirkjuklæði, serliga altardúkar og messuaklar, og nú hvur hon eisini skrásett øll kirkjuklæði kring landið.
-
22
Frætt og fregnað 3 (11:12)
Vakra viðarlundin er ein sannur dýrgripur í Kunoy, og í 2012 eru tað 100 ár síðani, at hon var gróðursett. Viðarlundin í Kunoy er eitt av evnunum, tá Kunoyarbygd setur dám á hendan næstseinasta partin av "Frætt og fregnað" í hesum umfarinum. Vit hitta eisini ein teilendska kvinnu í Lopra, sum kom til Føroyar fyri 10 árum síðani at arbeiða á fiskavirki, so børnini kunnu ganga í skúla heima í Teilandi. Í frítíðini ger hon vakrar blómur úr nylonklæðum. Og í Oyndarfirði síggja vit eina byrsu, sum hevur eina serliga søgu.
-
21
Frætt og fregnað 3 (10:12)
Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Hattarvík, sum er eystasta bygdin í landinum. Har búgva fá fólk, men heystfrí er meðan sjónvarpið vitjar, og tí er fult lív í bygdini. Vit hitta eisini onkran av teimum, sum eru flutt burtur, men sum fegin vitja heimaftur í frítíðini. Ein gomul eldsmiðja í Oyndarfirði er eisini við í hesum partinum. Og tað er hugni, tá menn sita í Havnardali og binda flugur at fiska laks við.
-
20
Frætt og fregnað 3 (9:12)
Í Tjørnuvík er árligi staksdagurin ein heilt serligur dagur. Bæði bygdarfólk og gestir fara eftir seyðinum, sum hevur gingið í Tjørnuvíksstakki, og síðani verður seyðurin seldur á stórari uppboðssølu í bygdini. Tað er sanniliga ein heilt serligur dámur yvir norðastu bygdina á Streymoynni hendan dagin. Vit hoyra eisini um, hvussu bæði staksdagurin og kingosangurin í Tjørnuvík hava vakt ans uttanfyri Føroyar.
-
19
Frætt og fregnað 3 (8:12)
Í hesum partinum vitjar "Frætt og fregnað" gomlu bygdina Lamba, ið serliga er kend fyri Norsku Løvu - søguliga skipið, ið skuldi vera fult av gulli og endaði sínar dagar á Lambavík fyri 300 árum síðani. Fleiri ferðir hevur verið grivið eftir Norsku Løvu, men í Lamba hava tey ikki mist vónina um at finna hetta serliga skip. Men vitjað verður eisini aðra staðni í landinum.
-
18
Frætt og fregnað 3 (7:12)
Mikladalur í Kalsoynni, sum serliga er kend fyri søgnina um kópakonuna, er karmur um hendan partin av "Frætt og fregnað". Men vitjað verður í eisini í Havn, har vit síggja eitt nýtt, sjálvstøðugt savn, har lutir hjá sjálvum Nólsoyar Pálli hava verið íblásturin. Og ein kona í Leynum ger framúr góðar køkur.
-
17
Frætt og fregnað 3 (6:12)
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Oyndarfjørður er ein gomul og sera hugnalig bygd, har umleið 150 búleikast. Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" í Oyndarfirði, har vit m.a. hitta eina unga kvinnu, sum hevur stórar ætanir við gamla handlinum hjá abbanum. Hesin gamli úthandil skal nú gerast eitt verulgit tilboð til ferðafólk, sum vitja bygdina.
-
16
Frætt og fregnað 3 (5:12)
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Bygdin Leynar við stóra sandinum er karmurin um hendan fimta partin av "Frætt og fregnað". Og okkurt av evnunum fer fram á sandinum. Vitjað verður eisini í Syðrugøtu og á Eiði.
-
15
Frætt og fregnað 3 (4:12)
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Bygdarfólkið í Bø hevur umskapað eitt viðurbyrgi í bygdini til eitt livandi fríøki við einum amfiteatri. Hetta verður eitt av evnunum í hesum partinum av "Frætt og fregnað".
-
14
Frætt og fregnað 3 (3:12)
Triðja umfar av "Frætt og fregnað" var í sjónvarpinum í 2011. Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja. Tað fara vit at síggja í Frætt og fregnað hesu ferð, tí vitjað verður í Saksun.
-
13
Frætt og fregnað 3 (2:12)
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011. Á ferðini kring landið vitjar Frætt og fregnað í hesum partinum í norðastu bygdini í Suðuroynni, Sandvík. Eitt av evnunum er um skaðagrindini í Sandvík í 1915, sum setti djúp spor.
-
12
Frætt og fregnað 3 (1:12)
Sending frá 2011 Í hesum fyrsta partinum av "Frætt og fregnað" vera brot úr eldri partum vístir.
-
11
Frætt og fregnað 2 (11:11)
Hesa ferð verður vitjað í syðstu bygd í Eysturoy, í niðursetubygdini Æðuvík, sum seinastu árini er vorðin kend sum jólabygdin burturav. Men har hendir eisini nógv annað. Og vit hitta tónaskaldið Knút Olsen, sum við sínum mongu kendu løgum er vorðin fólkaogn.
-
10
Frætt og fregnað 2 (10:11)
Í kvøld vitja vit í Dali, syðstu bygdini í Sandoynni, har fólk greiða frá ymsum viðurskiftum. Og vit eru eisini í einum óvanligum føðingardegi.
-
9
Frætt og fregnað 2 (9:11)
Hesa ferð vitjar "Frætt og fregnað" á Slættanesi, sum var avtoftað mitt í sekstiárunum.
-
8
-
7
-
6
Frætt og fregnað 2 (6:11)
Grótgarðarnir á Viðareiði eru nakað heilt serligt, teir eru best prógvið um, hvussu nógv arbeiði tey gomlu løgdu í at lívbjarga sær. Og tí skulu teir varðveitast.
-
5
Frætt og fregnað 2 (5:11)
Í Fámjin hava tey nú skipaðar túrar, so ferðafólk hava betri høvi at síggja eina av vakrastu bygdunum í landinum. Men sum vanligt vera innsløg aðra staðni úr landinum eisini við í sendingini.
-
4
Frætt og fregnað 2 (4:11)
Hesa ferð vitjar "Frætt & Fregnað" í Svínoy, har tosað verður við fólk um ymisk viðurskifti í bygdini. Aftur hesaferð eru nøkur evni aðra staðni úr landinum í sendingini.
-
3
Frætt og fregnað 2 (3:11)
Hesa ferð verður gerandisdagurin hjá fólki, ið búleikast við Gjógv, lýstur. Gjáarmenn eru á fjalli fyri at geva heilivág, og tí er nógv líví bygdini hendan dagin. Eisini vera onnur evni aðra staðni úr landinum við í hesum partinum.
-
2
Frætt og fregnað 2 (2:11)
Hesa ferð er "Frætt og fregnað" í Skúvoy, har fleiri forkunnug evni í bygdini verða lýst.
-
1
Frætt og fregnað 2 (1:11)
Í fyrstu sendingini skulu vit frætta úr Nólsoy. Jógvan Eli Dam og Tórður Mikkelsen gera sendingina.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...