PODCAST · news
Geymin
by Kringvarp Føroya
Savnssending Geymin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum evni, sum eru uppi í tíðini. Sendingin er ein montaga við persónligum søgum og serfrøðingum.
-
43
Óttin fyri fløskuni
Sólbjørg Egholm livdi í nógv ár í ótta fyri fløskuni. Hon hevur verið gift tvær ferðir í ávikavist 11 og 14 ár og eigur fýra børn. Bjørg Mortensen er psykoterapeutur og starvast á viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Hon hevur sjálv verið bæði rúsdrekkamisnýtari og avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtara.
-
42
-
41
Tað ektaða lívið
Amalia í Frammistovu á Kirkju bjóðar ferðafólki ból og bita. Hon hevur ætlanir um at lata upp gistingarhús og bjóða ferðafólki aðrar tænastur eisini.
-
40
Geymin: Eitt betri lív
Jane kom til Føroya úr Filipsoyggjunum at hitta Jóhan á Ørg í Sørvági, sum hon hevði fingið samband við á netinum. Tveir mánaðar seinni giftust tey.
-
39
Bundin av mati
Ovurfiti ger fólk sjúk og kedd, men kortini kann tað vera nærum ógjørligt hjá summum at lætna.
-
38
Syndiga máltíðin
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er altíð klárur at fara í grind, og hann etur ofta spik og grind, hóast heilsumyndugleikar ávara um, at hetta er vandamikið fyri heilsuna.
-
37
Tað einfalda lívið
Majbritt Mohr og familja hennara liva øðrvísi enn tey flestu. Tey hava hvørki bil, parabol ella kaffimaskinu, og einki verður tveitt burtur, fyrrenn tað er uppslitið.
-
36
Eitt sindur sein
44 ára gamla Unn Mortensen hevur menningartarn. Hon býr í egnari íbúð í Berjabrekku í Havn, arbeiðir í eini vøggustovu og gongur til ítriv í frítíðini.
-
35
Geymin: Einsemið er ringast á jólum
Katrin Samuelsen býr einsamøll í eini íbúð í Havn. Hon hevur hildið jól í KFUK tey seinastu árini.
-
34
Duldar røtur
Jóna og Carl Mortensen í Havn hava ættlett tvey børn úr India - Høgna, sum nú er 23 ár, og Anithu, sum er 19 ár.
-
33
Geymin: Loyndu brekini
Anna Maria og Ingvi Ragnarsson úr Klaksvík valdu at ættleiða sonin Pravin úr India, hóast hann var ov tíðliga føddur, tí tey væntaðu, at hann fór at koma fyri seg. Í dag er drongurin 10 ár og illa sjúkur.
-
32
Geymin: Børn við fortíð
Sonja Mørkøre og Johan Petur Johansen í Havn hava ættleitt trý børn úr Vietnam.
-
31
Geymin: Gloymdu borgararnir
Fleiri smærri kommunur kenna seg noyddar til at leggja saman við størri kommunum, men nógvir borgarar stríðast ímóti, tí tey vilja vita undir hvørjum treytum samanleggingin skal fremjast. Samanleggingin millum Húsa og Klaksvíkar kommunur varð av ongum.
-
30
Geymin: Tá sjey blivu til eina
Kim Durhuus leggur frá sær sum borgarstjóri í Sunda kommunu á nýggjárinum.
-
29
Geymin: Rokningin fyri tey gomlu
Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes Kommunu væntar, at tað verður dýrt at yvirtaka eldraøkið. Áðrenn 1. januar 2014 skulu land og kommunur koma ásamt um, hvussu eldraøkið skal skipast og fíggjast.
-
28
Geymin: Myrk í hvítum landi
Kalpana og Abraham Vijayavarathan eru úr India, men hava búð í Føroyum í yvir 20 ár.
-
27
Í málsligum ongamannalandi
Vantandi málsligur kunnleiki ger tað torført hjá nógvum útlendingum at fáa arbeiði, sum tey eru skikkað til. Í staðin noyðast nógvir tilflytarar við góðum útbúgvingum at gera ófaklært arbeiði.
-
26
Geymin: Tóma hotellið
Landsstýrið hevur ætlanir um at styrkja ferðavinnuna. Málið er at tvífalda bæði talið av ferðafólkum og inntøkurnar innan 2020. Gyltu málini standa í skarpari andsøgn við veruleikan hjá einum av smærru veitarnum, hoteleigaranum á Viðareiði.
-
25
Geymin: Gestsins eyga
Alt ov fá vita um okkum, heldur Ferðaráð Føroya. Gestirnir, bretska familjan Kerstie Pelling, Stuart Wickes og børnini Matthew, Cameron og Hannah hoyrdu um Føroyar av tilvild. Tey hava ferðast kring landið og kundu hugsað sær, at ábøtur vóru gjørdar í ferðavinnuni, og at vit vístu meiri av tí, sum vit longu hava.
-
24
Geymin: Heimurin er opin
Óli Restorff og Andrea Nielsen búgva ávikavist í Havn og í Vági. Tey fáa miðnámsprógv í summar og ætla sær til Danmarkar at lesa víðari. Óli ætlar at lesa løgfrøði, og Andrea ætlar at lesa til lækna.
-
23
Dreingir velja pengar, gentur velja menniskju
Eir Nolsøe, 19 ár, gongur í 3. G í Hoydølum og Terji Jakobsen, 18 ár, gongur á SIT 2 á Tekniska Skúla í Havn.
-
22
Ein nýggj byrjan
Grímur Hammer fór til skips 14 ára gamal, tí hann ikki treivst í fólkaskúlanum. Tá hann var 42 ára gamal, noyddist hann aftur á skúlabonk, tí ryggurin var oyðilagdur.
-
21
Við nervum í skúla
Rúni Djurhuus, 30 ár, varð sum barn illa happaður í skúlanum.
-
20
Stongdar dyr
Ása Høj gekk 10 ár í fólkaskúla, men fekk eitt so vánaligt fráfaringarprógv, at hon ikki kundi søkja inn á miðnámsskúla. Hon slapp inn á Skúlan við Áir, og har hevur hon klárað seg væl.
-
19
Vilsti fangin
46-ára gamli Wilhelm Sjóðklett hevur fleiri ferðir verið í fongsli, men hevur lítið og onki lært av revsingini.
-
18
Aftur til veruleikan
35 ára gamla Jónfríð fekk tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað og selt rúsevnir. Hon fekk góða hjálp í einum donskum fongsli og er komin burturúr rúsevnismisnýtslu og kriminaliteti.
-
17
Innilæstur
Umstøður eru ikki til at hava fólk sitandi fongslaði longur enn eitt vist í Føroyum. Ein 25-ára gamal maður situr í fongsli í Mjørkadali fyri harðskap. Hann er dømdur fyrr, og hevur eisini sitið í fongsli í Danmark.
-
16
Tey halda eg eri býttur
Martin Johannesen hevur spastisk lammilsir í beinunum, men armarnar fær hann væl brúkt, og høvdinum bagir einki. Kortini fær hann einki vanligt arbeiði og noyðist at liva av fyritíðarpensjón.
-
15
Eisini eitt lív
Fyri skjótt fýra árum síðani fingu Monika og John Allan Midjord í Fuglafirði ein son, sum hevur Downs Syndrom.
-
14
Einsamøllu børnini
-Krista og Eilif Brimheim eru bæði vaksin upp við, at foreldrini drukku. Í dag eru tey gift, hava tvey børn og gera alt fyri at skapa karmar fyri børn síni, sum ikki líkjast umstøðunum, tey sjálv máttu liva undir
-
13
Tað bláa ljósið
Í nógv ár royndi hann at koma burtur úr misnýtsluni, men datt so útí aftur. Í dag er Jóhan farin burtur úr gamla umhvørvinum og er leysur av rúsevnum. Hann hevur búsett seg í Fámará saman við konuni Rakul.
-
12
Eydnuleys mamma
Birita Viderø fekk eina álvarsliga føðidepressjón, tá hon átti fyrsta barnið fyri sjey árum síðani. Hon hevur nú fingið ein son afturat og fær fyribyrgjandi viðgerð, so hon ikki aftur verður sjúk.
-
11
-
10
Tá verðin skramblaði saman
Símin Ósá fekk eina álvarsliga depressjón fyri fimm árum síðani, tá hann starvaðist sum trúboðari í Grønlandi.
-
9
Tey gudleysu
Ása Johannesen og Heini Reinert eru gudloysingar og hava verið við til at stovna eitt føroyskt gudloysisfelag.
-
8
At skapa er at liva
11 ára gamli Beinir í Runavík hevur skrivað fleiri sangir, sum hann sjálvur hevur gjørt løg til. Beinir og beiggi hansara Rani hava góðar umstøður heima at spæla og syngja. Foreldrini hava innrættað eitt fult útgjørt venjingarhøli til børnini í kjallaranum.
-
7
-
6
Mítt arbeiði er mín áhugi
Diana Leo er framleiðslustjóri - Head of Production Operations - í stóra danska orkufelagnum Dong Energy. Hon hevur ábyrgd av framleiðslu og rakstri av boripallunum hjá Dong Energy í Norðsjónum. Diana Leo er útbúgvin framleiðslu-verkfrøðingur á Verkfrøðiháskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið víðariútbúgvingar í leiðslu og oljuverkfrøði á universitetum í Onglandi og Skotlandi. Seinastu tvey árini hevur Diana Leo eisini verið nevndarlimur í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Jan Muller er stjóri hjá FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki, ið er áhugafelagið hjá oljufeløgunum, sum hava leitiloyvi í Føroyum.
-
5
Tá stjórin fór
Hoyr sendingina her.
-
4
Ikki fyri sartar sálir
Jóannes Eidesgaard hevur rokkið hægstu politiskum tindum. Hann hevur verið landsstýrismaður, floksformaður, fólkatingsmaður og løgmaður. Dóttir hansara, Ingun Eidesgaard, vildi eisini hava eina politiska karrieru, men tað eydnaðist ikki í fyrstu atløgu.
-
3
-
2
Dýru børnini
Í dag hava børn sjálv fingið ræðið á pengum.
-
1
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Savnssending Geymin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum evni, sum eru uppi í tíðini. Sendingin er ein montaga við persónligum søgum og serfrøðingum.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...