Skip to content
Hyggjuráðið podcast artwork

PODCAST · news

Hyggjuráðið

by Kringvarp Føroya

Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Apr 14, 2026 · Source feed

Episodes

  1. Studio71 - 5 dokumentarar

    Hey øll somul :-) Studio71 er ein heimasending hjá Hyggjuráðnum, har Pætur fer at viðmæla og ummæla okkurt gott sóttarundirhald til tykkum har heima á sofuni. 3. sending fevnur um heimildar-heimin! Her eru 5 dokumentar darlings hentaðar úr persónligu skjáttuni :-) Room 237 (Rodney Ascher, 2012)…

    more
  2. Studio71 - 5 feitir filmar

    Hey øll somul :-) Studio71 er ein heimasending hjá Hyggjuráðnum, har Pætur fer at viðmæla og ummæla okkurt gott sóttarundirhald til tykkum har heima á sofuni. 2. sending snýr seg um 5 feitar filmar. Hetta eru 5 filmsperlur hentaðar úr persónligu skjáttuni :-) A Serious Man (Coen beiggjarnir)…

    more
  3. Studio71 - 5 sendirøðir

    Hey øll somul :-) Studio71 er ein heimasending hjá Hyggjuráðnum, har Pætur fer at viðmæla og ummæla okkurt gott sóttarundirhald til øll tykkum har heima á sofuni. 1. sending snýr seg um 5 viðmæli til eina góða sendirøð at hugna sær við. Talan er um "Dark", "Fargo", "BoJack Horseman", "Westworld"…

    more
  4. Hyggjuráðið

    Jane Austin er aftur og aftur tillagað til film, hesaferð er tað skaldsøgan “Emma”, sum er gjørd til film við sama heiti, og Anya Taylor-Joy spælir høvuðsleiklutin sum Emma. Síðani hava vit aftur eina Stephen King tillaging, í hesum føri “The Outsider”, ein sendirøð í tíggju pørtum, ið byggir á...

  5. Hyggjuráðið

    Guy Ritchie vendir aftur til "cockney gangster" røturnar við krimi-skemtifilminum "The Gentlemen" við Matthew McConaughey í høvuðsleiklutinum. Jim Carrey spælir ein barnasjónvarpsvertur í sorgarfullu og skemtiligu sendirøðini "Kidding" á HBO. At enda ummæla vit "The Invisible Man", ein nýggj...

  6. Hyggjuráðið

    Hesaferð ummæla vit tveir amerikanskar spælifilmar, "The Call of the Wild" og "Bombshell", og ein Oscar-vinnara, dokumentarfilmin "American Factory". "The Call of the Wild" er ein nýggj tulking av klassisku søguni hjá Jack London við Harrison Ford í høvuðsleiklutinum. "Bombshell" er ein...

  7. Hyggjuráðið

    Geytavirðislønirnar vórðu handaðar seinasta leygarkvøld, tá Geytin 2020 var í Norðurlandahúsinum. Átta føroyskir stuttfilmar vóru tilnevndir, og teir vórðu allir vístir leygarkvøldið. Tað var eksistentialistiski barna-stuttfilmurin "Hví eru vit her?" hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø, ið vann...

  8. Hyggjuráðið

    Vit ummæla "Klovn the Final", triðja og møguliga seinasta filmin um teir báðar, Casper Christensen og Frank Hvam. Síðani ummæla vit ógvisliga Netflix-filmin "Uncut Gems". Adam Sandler spælir høvuðsleiklutin, og sum nakað øðrvísi, er hann í einum álvarsamum leikluti. Vit kenna hann annars best sum...

  9. Hyggjuráðið

    The Academy Awards vera fyri 92. ferð sunnukvøldið 9. februar í Los Angeles, USA. 24 Oscar virðislønir skulu handast. Tiltakið sjálvt byrjar umleið kl. 23.30 sunnukvøldið, og Oscars handanin er so kl. 01.00. Níggju filmar eru tilnevndir til besta film. Teir eru: "Ford vs Ferrari", "The Irishman",...

  10. Hyggjuráðið

    Vit ummæla dramafilmin “Just Mercy”, har Jamie Foxx, Michael B. Jordan og Brie Larson spæla høvuðsleiklutirnar. Síðani fara vit aftur at vitja Larry og tey í klassisku skemti-sendirøðini "Curb Your Enthusiasm". 10. sesongini í røðini er júst komin út. At enda ummæla vit bergtakandi og nærverandi...

  11. Hyggjuráðið

    Vit ummæla virðislønta, føroyska stuttfilmin "Ikki illa meint" eftir Andrias Høgenni. Síðani ummæla vit tveir filmar við sera kendum sjónleikarum. "Bad Boys For Life", sum er ein ferð aftur á gamlar, kendar gøtur frá 90unum. Og so ummæla vit ævisøgufilmin "Dolomite Is My Name" við Eddie Murphy í...

  12. Hyggjuráðið

    Vit fara tvær ferðir aftur til annan veraldarbardaga. Bæði í siðvanda, danska familju-drama filminum “De forbandede år”, og í svarta skemtifilminum JoJo Rabbit. Eisini hyggja vit eftir eini endurtulking av Dracula søguni í Netflix sendirøðini “Dracula”.

  13. Hyggjuráðið

    Í ársins fyrstu sending verða vit slongd inn í eina sterka og stórfingna krígsfrásøgn í filminum “1917”. Eisini eru true-crime dokumentar sendirøðini “Don’t F**k With Cats” og ævisøgufilmurin “Two Popes” á skránni.

  14. Hyggjuráðið 05

    Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit filmarnar Frozen 2, Marriage Story og Star Wars: The Rise of Skywalker

  15. Hyggjuráðið 04

    Í Hyggjuráðnum hesaferð fara vit enn einaferð víða um. Vit ummæla 4. sesong av animatións science/fiction sendirøðini Rick And Morty. Eisini hava vit hugt eftir sosialrealistiska drama filminum “Sorry We Missed You” eftir Ken Loach. Og vit enda við tí árliga romantiska jólafilminum “Last Christmas”.

  16. Hyggjuráðið 03

    Hey øll somul og vælkomin aftur til Hyggjuráðið! Aftur hesuferð er posin gott blandur við miðlagóðgæti. Vit fara hugna okkum við tí grovu samfelagsrevsandi satiruni í amerikansku animatións-sendirøðini "South Park", síðani fara vit at de-konstruera klassisku krimi-genré’una í spildur nýggja…

    more
  17. Hyggjuráðið 02

    Í Hyggjuráðnum hesaferð fara vit ein túr inn í heimildarheimin við rørandi og máttmikla bretska dokumentarfilminum "Tell Me Who I Am". Síðani skulu vit sígga eitt rað av glitrandi filmsstjørnum úr Amerika - við m.a. Reese Witherspoon, Nicole Kidman og Meryl Streep frá sendirøðini "Big Little…

    more
  18. Hyggjuráðið 01

    - nýggj føroysk ummælarasending

  19. Hyggjuráðið: Easy, Our Plant & Game Of Thrones

    Fyrst í sendingini um ein ungan amerikanara í Chicago, ið stríðist við parlagstrupulleikar og eksistentiellar spurningar í seindirøðini "Easy." Vit fara á eina episka ferð inn í djóraheimin við Sir David Attenborough í náttúrusendingini "Our Planet." Og vit vitja ímyndaríka miðaldarheimin...

  20. Hyggjuráðið: Tríggir filmar á stóra løriftinum

    Vit hava hitt ein gamlan kenning hjá Disney frá 40'unum, nevniliga Dumbo, sum nú Tim Burton hevur endurgjørt. Síðani fara vit at ummæla Mary Queen of Scots, sum eisini byggjur á eina vælkenda søgu. Og síðst, men ikki minst, fara vit at tosa um nógv umrødda og hálovaða danska spenningsfilmin,...

  21. Hyggjuráðið: Millum annað um »Zacharias«

    Í byrjanini í sendingini eru vit í animatiónsheiminum við antoligi-sendirøðini, "Love, Death + Robots". Vit hava verið í biograf til dokumentarfilmin "They Shall Not Grow Old." Eisini hava vit verið í Hattarvík og vitjað Zacharias í dokumentarfilminum við sama navni.

  22. Hyggjuráðið: Gysaratema

    Vit hava verið í biograf til nýggjasta ræðufilmin eftir Jordan Peel, ið nevnist "US." Síðani hava vit siti á sofuni og hugt eftir ræðusendirøðini "The Haunting of Hill House." Og síðst, men bestemt ikki minst hava vit verið í Sjónleikarahúsinum í Havn og hugt eftir føroyska spælifilminum "Illir...

  23. Hyggjuráðið 5. partur

    Tríggjar ymiskar sendirøðir eru í spolanum hesa ferð. Vit kunnu bjóða uppá klassiskt science fiction við nýggjastu sesongina av Star Trek: Discovery, ið filmsleikstjórin Hanus Johannesen kemur at ummæla. Eisini hava vit dystopiska og spekulativa fiktión við áhugaverdu og virðisløntu sendirøðini...

  24. Hyggjuráðið: True Detective, FMA & Bedrag

    Umframt tvífalt krimisendirøðir í Hyggjuráðnum hesuferð, so fara vit eisini at ummæla tey fimm tilnenvdu videoløgini til Faroes Music Awards, ið verður í Norðurlandahúsinum komandi leygarkvøld. Sunnukvøldið kemur 8. og síðsti partur av 3. sesong av donsku krimisendirøðini, "Bedrag", sum Rógvi...

  25. Hyggjuráðið: Geytin Special

    Oscars eru farnar afturum og nú er so endiliga tíð komin til ta ordiligu filmsvirðislønina, nevniliga Geytan! Tann sjeynda Geyta-handanin var seinasta leygarkvøld uppi í Norðurlandahúsinum, og Hyggjuráðið var sjálvandi við á fremsta beinki at uppliva bestu føroysku stutt- og dokumentarfilmarnar....

  26. Hyggjuráðið: Innstillaðu Oscars-filmarnir

    Tað er februar mánaður, og tað merkir, at tað aftur er tíð til Oscar-handanina. Sunnukvøldið 24. februar verða The Academy Awards hildnar fyri 91. ferð í Los Angeles. Sendingin Hyggjuráðið fer at ummæla filmarnar, ið eru tilnenvdir til "Besta film," og geva eina forsøgn uppá møguligar vinnarar. Í...

  27. Hyggjuráðið: Hoyr nýggju ummælarasendingina

    Í fyrstu sendingini ummæla vit ungdómsrøðina "Has#tag" (2019), ið Maria Winther Olsen hevur framleitt fyri Kringvarpið. Trý ung fólk koma á gátt at hugleiða um, hvussu væl tað hevur eydnast. Eisini hava vit verið í biograf til "Unge Astrid" við filmsleikstjóranum, Juliu í Kálvalíð, sum ummælari...

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

TOPICS IN THIS SHOW

Click any topic to search every transcript on PodParley for moments someone mentioned it.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Hyggjuráðið have?

Hyggjuráðið currently has 28 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Hyggjuráðið about?

Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og...

How often does Hyggjuráðið release new episodes?

Hyggjuráðið has 28 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Hyggjuráðið?

You can listen to Hyggjuráðið on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Hyggjuráðið?

Hyggjuráðið is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!