Skip to content
In mente podcast artwork

In mente

by Kringvarp Føroya

Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

From the show's RSS feed, refreshed Sep 4, 2025. Source feed.

Subscribe Bookmark

Episodes

  1. In Mente, fyrsta føroyska yrkingasavnið 100 ár

    Mikukvøldið 14. mai hátíðarhelt H. N. Jacobsen Bókhandil at 100 ár eru liðin síðani fyrsta føroyska yrkingasavnið ? Yrkingar, eftir Janus Djurhuus, kom út. Í reportaguni hoyra vit Maluna Marnersdóttir bjóða vælkomin, Vár Berghamar Jacobsen og Annfinnur Heinesen lesa tvær yrkingar, eins og vit…

    more
  2. In Mente: Vinnandi stuttsøgan »Hav teirra deyðu«

    Eisini tosa vit við Rakel Helmsdal, ið telist millum stigtakararnar og fyrireikararnar av Skrivikappingini 2014, vit hitta Edvard Nyholm Debess, sum letur úr hondum fotobókina ?Kærleiki og Vónir?, og vit vitja á Listasavni Føroya, har Nils Ohrt tosar um hugtakið bíbilsk list og relieffini við...

  3. In Mente: Hanni Bjartalíð, listamaður

    Eisini tosa vit við Hanni Bjartalíð um tað at vera listamaður í Finnlandi, og hvussu almennu stuðulsmøguleikarnar heldur kundu veri skipaðir. Og í mentanarálmanakkanum hitta vit Kinnu Poulsen, sum er kurator á framsýning, sum letur upp í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn; Joel Cole, sum…

    more
  4. In Mente, Vit ummæla Klippfisk á ferð

    Eisini greiða Rógvi Rasmussen og Maria Winther Olsen okkum frá um tiltakið Klippfisk á ferð, um teir 8 føroysku filmarnar, og um hvørjir filmar eru í framleiðslu. Filmarnir, ið verða umrøddir, eru Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá, Paint og Eg, ið báðir eru Nollywood framleiðslur, Ljós eftir…

    more
  5. In Mente, Hvat kunnu vit standa við?

    22. juli 2011 varð ein dagur, ið rakti norsku tjóðina meint, tí hetta var dagurin Anders Behring Breivik framdi sínar illgerðir í Oslo og á Utøya. Dagin eftir átók norski advokaturin Geir Lippestad ? eftir áheitan frá Breivik sjálvum, at verja norska hópdrápsmannin - ein avgerð, ið ikki var heilt...

  6. In Mente, Sjónvarp Føroya 30 ár

    Í mentanarálamanakkanum frætta vit um nýggja sangleikin Gentan, ið onki mintist, ið 10. flokks næmingar úr Fuglafjarðar skúlanum og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík framføra; vit hitta Arna Würgler, sum í hesum døgum hevur konsertir um landið; og vit fregnast, nú íslendska listarkvinnan Guðrun...

  7. In Mente, Sjónvarp Føroya 30 ár

    1. apríl 2014 eri 30 ár síðani Sjónvarp Føroya sendi á fyrsta sinni, og í hesum sambandi viðgera Per Zachariassen, sjónvarpsframleiðara, Høgni Mohr, tíðindamaður, og Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, høvuðsspurningarnar hvønn týdning hevur sjónvarpið havt fyrstu 30 árini, og...

  8. In Mente, Oliver Twist í Gøtu og Morð á Sandi

    59 leikarar eru á palli í Víkingahúsinum í Gøtu, har Ria Tórgarð hevur leikstjórnað kenda Charles Dickens klassikaran sum sangleik. Og á Sandi hava tey skrivað eitt sonevnt murder mystery dinner party, ið er sniðkað til hølini hjá Ungmannafelagnum Virkinum. Sóley Danielsen hevur leikstjórnað, og...

  9. In Mente, Garnatálg og tónlistavirðislønir

    Vit umrøða FMA, og um runda borðið eru Rólant Waag Dam og Barbara Holm frá Rás 2, Sif Gunnarsdóttir og Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum, og Eyðfinn Jensen frá Kringvarpi Føroya. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú sangløtu í Kvívíkar kirkju; 50 ára jubileumskonsert Stanley...

  10. In Mente: Wacken Metal Battle Føroyar 2014

    Leygarkvøldið 8. mars verður á triðja sinni skipað fyri Wacken Metal Battle Føroyar. Vit hitta Teit Egholm Fossáberg, ið er ein av fyriskiparunum, og Theodor Kabnas, ið spælir guitar í Hamferð, ið vann bæði føroysku og altjóða kappingina í 2012. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú...

  11. In Mente, Rúmdarferð í Listaskálanum

    Guðrið Poulsen arbeiðir við rúmum sum tilveru, einføld rúm, fløkt rúm, opin rúm, stongd rúm, fylt rúm, tóm rúm ? alt samalt ímyndir um menniskjaliga tilveru. Vit byggja rúm, og tey forma okkum. Og seinast í januar mánað var skipað fyri Rúmdarferð á Listasavni Føroya ? ein ferð, har farið varð í...

  12. In Mente, nýggi leikurin "Tóm rúm"

    Leygarkvøldið varð nýskrivaði leikurin Tóm rúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vár Berghamar Jacobsen, kandidatur í leiklistafrøði; Bergljót av Skarði, cand. mag í enskum og føroyskum máli; og Pætur Marjunarson Dahl, cand. mag. í heimsspeki og films- og miðlavísundi...

  13. In Mente, Marjun Syderbø Kjelnæs

    Leygarkvøldið verður nýskrivaði leikurin Tómrúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs frumsýndir á Tjóðpalli Føroya. Vit mála ein vangamynd av Marjun, ið eitt nú nemur við týdningin av trý ára starvsløn og hvør avbjóðingin er, tá tú skrivar til pall. Farnu vikuna var Finnland í eygsjón í…

    more
  14. In Mente, Vetrarmorgun og Finnland í eygsjón

    Í døgunum 6. til 16. februar verður The Berlinale Film, ið telist millum heimsins størstu filmsstevnur, á skránnið í Berlin - ein filmsstevna, sum í fjør taldi eina hálva millión vitjandi og har 124 lond vóru umboðað. 8. februar seta Sakaris Stórá og Ingun í Skrivarastovu kós móti Berlin til…

    more
  15. In Mente, Kveikingardagur

    9. floksnæmingar í føroyska fólkaskúlanum kunnu nú luttaka í Skrivikapping 2014, har høvuðsvinningurin er eitt skriviskeið í Biskops Arnö í Svøríki. Og fríggjadagin var Kveikingardagur í Norðurlandahúsinum, har næmingar ? umvegis verkstovur og rithøvundar, fingu vegleiðing í skriviførleika. Vit...

  16. In Mente, Føroya Listaháskúli

    Farnu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at fyrireika ein føroyskan listaháskúla. Vit hitta tveir av fyrireikarunum, Katrinu í Geil, designara og íverkseta, og Joel Cole, listarmann, og spyrja eitt nú hvat er endamálið, og hvussu langt verkætlanin er komin. Eisini hitta vit Hansinu Iversen,...

  17. In Mente, The Woodstock Filmfestival

    Vit tosa við Meira Blaustein, ið tók stig til The Woodstock Filmfestival, um eitt nú hvussu festivalurin kom í lag, hvønn týdning festivalurin hevur fyri økið, vit spyrja hvat hon heldur um støðið á føroyskum filmi, eins og um møguleikar og hvat skal til. Ludvíg á Brekku er hugtikin av list, og...

  18. In Mente Special um føroyskar bókaútgávur

    Vit hitta Jógvan Isaksen, ið sigur okkum um sína nýggja krimisøgu, "Prædikarin", eins og aðrar útgávur, ið Mentanargrunnur Studentafelagsins letur úr hondum í ár. Dagny Joensen lat herfyri úr hondum bókina "Alt av kærleika", ið er skrivað um nakrar av teimum føroysku kvinnunum, sum í sekstiárunum...

  19. In Mente, Sara Blædel

    Danski krimihøvundurin Sara Blædel hevur skrivað tíggju skaldsøgur, har av hin seinasta "Dødesporet", kom út fyri fáum vikum síðani. Vit hittu kenda hvundan á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 23. november. Tunnilsdagin letur Per á Hædd, myndamaður, upp eina forvitnisliga fotoframsýning í...

  20. In Mente, Leirvíkar bygdarsøga og Myndaódn

    Vit hitta Martin Fjallstein, sum herfyri lat úr hondum fimta bind um Leirvíkar bygdarsøgu; Kinnu Poulsen, sum hevur sett upp fimtu myndaódnina í Steinprenti, eins og Bárður Jákupsson, sum hevur fingið serligt heiðurspláss á framsýningini. Eisini hitta vit Elin Josefinu Smith, sum hevur sýnt fram…

    more
  21. In Mente, Nýggjar bøkur og Bókadagar

    Vit hitta Páll Nolsøe, sum í hesum døgum letur úr hondum nýggju krimiskaldsøguna ?Brot?. Eisini hitta vit fyrrverandi leiðaran á Vaktar- og Bjargingartænastuni, Jóan Karl Høgnesen, sum er aktuellir við bókini ?Søgan um vaktarskipið Nólsoyar Páll?, Hanus Kamban, sum hevur umsett bókina Daphnes og...

  22. In Mente, Ung í Føroyum '13 og stórhvalaveiða

    Eisini frætta vit um Digital Story Lab, ið er verkstova fyri ung frá 12 árum, og um savnsdagin, ið hesuferð snúði seg um føroyska hvalaveiðu og varðveitingina av Hvalastøðini við Áir.Í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú nýggju bókina Brodering til tann føroyska tjóðbúnan eftir Paulinu M.…

    more
  23. In Mente, Sangur í mjørka

    Í mentanarálmanakkanum frætta vit um fimtu bókina í røðini Lætt & leskiligt, Economusée, kunningartiltak um norðurlendskar stuðulsmøguleikar, eins og forvitnisliga konsert við heimstónleiki.Í sendingini hoyra vit Elina á Rógvi, Súsonnu Tórgarð, Hanus Kamban, Halldis Joensen, Jóhonnu á...

  24. In Mente, bókmentir (longd netvarpsútgáva)

    Í einari nýggjari vísundaligari kanning hjá The New School for Social Research í New York verður staðfest hvussu gagnligt tað er at lesa dygdargóðan skaldskap. Suni Poulsen, autoriseraður sálarfrøðingur, útgreinar úrslitið.Eisini hitta vit høvundarnar Sólrun Michelsen, Óla Olsen og Óla Breckmann,...

  25. In Mente, Leirlist

    Hóast nógv og fjølbroytt virksemi á føroyska mentanarpallinum, eru tey, ið fáast við leirlist, ikki nógv í tali.Men í høvuðsfrásøgnini hesuferð er evnið leirlist. Vit leita í Norðurlandahúsið, har Lise Seisbøll, stjóri á Danmarks Keramiske Museum, helt fyrilestur farna sunnudag, og vit fara í...

  26. In Mente, Mentanargrunnur Landsins

    Kinna Poulsen útgreinar uppskotið, ið varð latið táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum 7. oktober 2008. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú snarskeið í at skriva stuttsøgur, ungdómsmentanarstevnu í Norðurlandahúsinum, nú evstamark fyri tilmelding nærkast, sermerkta bindiverkstovu,...

  27. In Mente: Det Nordatlantiske Hus í Odense

    9. november lata Det Nordatlantiske Hus og Det Grønlandske Hus í Odensen dyrnar upp á fyrsta sinni. Vit hitta Benny Nybo, ið er ávíkavist næstformaður og formaður í Norðuratlantiska og Grønlendska húsinum í Odense.Leygarkvøldið var hugnalig kvøldseta á skránnið í Spaniastovu í Klaksvík....

About this show

Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Hosted by

Kringvarp Føroya

Categories

Frequently asked questions

How many episodes does In mente have?

In mente has 27 episodes on PodParley. The most recent episode was published on May 20, 2014.

What is In mente about?

Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart...

How often does In mente release new episodes?

In mente publishes weekly, based on its 27 episodes since October 2013.

Who hosts In mente?

In mente is created and hosted by Kringvarp Føroya.
Link copied