Skip to content
Jóla- og nýggjárssendingar (úv) podcast artwork

Jóla- og nýggjárssendingar (úv)

by Kringvarp Føroya

Sendingar, ið verða sendar í útvarpinum á jólum og nýggjárinum á hvørjum ári.

From the show's RSS feed, refreshed Mar 10, 2025. Source feed.

Subscribe Bookmark

Episodes

  1. Nýggjárskonsertin 2024

    Tónleikaskráin var undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við stórbærum verkum frá miklum tónaskøldum. Nýggjárskonsertirnar bera sum altíð brá av vakurleika og hátíðarligum veitsludámi. Tríggir solistar og kór eru við í konsertini. Nýggjárskonsertin 2024 Ivan Magrí (ITA) Heimsklassa...

  2. Fjús 2022

    Í sendingini verður práta við Aksel V. Johannesen, løgmann, Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya, Jónleyg Fossabrúgv, deildarleiðara á Bráfangis móttøkuni hjá Landsjúkrahúsinum, Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðaria hjá Tórshavnar Sløkkiliðið, Marius Thomassen frá nýggjársnevndini hjá...

  3. Mentanarferðir í Evropa (4:4)

    Í mong ár hevur Virgar Dalsgaard, sum býr í Danmark, skipað fyri sonevndum mentanarferðum í bussi um stóran part av Evropa. Ferðirnar byrja altíð í Keypmannahavn og halda fram gjøgnum Týskland og víðari til onnur lond og kendar býir á evropeiska meginlandinum. Talan hevur verið um einar 10...

  4. Mentanarferðir í Evropa (3:4)

    Í mong ár hevur Virgar Dalsgaard, sum býr í Danmark, skipað fyri sonevndum mentanarferðum í bussi um stóran part av Evropa. Ferðirnar byrja altíð í Keypmannahavn og halda fram gjøgnum Týskland og víðari til onnur lond og kendar býir á evropeiska meginlandinum. Talan hevur verið um einar 10...

  5. Gløgg við Kim Hansen

    Umframt at smakka ymisk sløg av gløgg, greiðir Kim Hansen frá fleiri av vælumtóktu jólasangunum, sum hann hevur innspælt og sungið ígjøgnum árini.

  6. Mentanarferðir í Evropa (2:4)

    Í mong ár hevur Virgar Dalsgaard, sum býr í Danmark, skipað fyri sonevndum mentanarferðum í bussi um stóran part av Evropa. Ferðirnar byrja altíð í Keypmannahavn og halda fram gjøgnum Týskland og víðari til onnur lond og kendar býir á evropeiska meginlandinum. Talan hevur verið um einar 10...

  7. Mentanarferðir í Evropa 1:4

    Í mong ár hevur Virgar Dalsgaard, sum býr í Danmark, skipað fyri sonevndum mentanarferðum í bussi um stóran part av Evropa. Ferðirnar byrja altíð í Keypmannahavn og halda fram gjøgnum Týskland og víðari til onnur lond og kendar býir á evropeiska meginlandinum. Talan hevur verið um einar 10...

  8. Jól í prestagarðinum, jól á Trøllanesi og jól í 2050

    Tú kanst hoyra sendingina, ið varð send fyrstu ferð 16. desember í 2007, her!

  9. Listamaðurin á Ingutrøð (1:2)

    Upptøkan er frá desember 1995.

  10. Árið ið fer í føroyskum tónleiki 2019

    Eingi av teimum størstu føroysku tónleikanøvnininum vóru serliga virkin við útgávum í 2019, men nógv nýggj og spennandi tónleikanøvn trinu framm á føroyska tónleikapallin við debut stakløgum. Umleið helvtin av tónleikinum í útvarpinum hevur verið føroyskur og í alt eru meir enn 130 nýggj, føroysk...

  11. Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum 2019

    Ikki tykkum at siga, so eru tað ómetaliga nógv mál at tríva í, og tí verður hetta bara eitt lítið klípi úr stóru rúgvuni. Hugskotið var at fáa nakrar uppbyggjandi samrøður um nøkur av hesum málum á ársins síðsta degi. Í sendingini, sum er tveir tímar, fara vita at tosa um ársins orð "Heimafrið",...

  12. Jól á útoyggj (2:2)

    Fólkini siga frá um jólini, soleiðis sum tey minnast tey, bæði tað góða og tað minni góða. Eisini verður prátað við skipara, sum í nógv ár førdi skip fyri Strandferðsluna. Hann fortelur um nógvar baldrutar túrar. Gunnar Skúvadal legði til rættis í 2003.

  13. Jól á útoyggj (1:2)

    Tey siga frá um jólini, soleiðis sum tey minnast tey, bæði tað góða og tað minni góða. Eisini verður prátað við skipara, sum í nógv ár førdi skip fyri Strandferðsluna. Hann fortelur um nógvar baldrutar túrar. Gunnar Skúvadal legði til rættis í 2003.

  14. In dulci jubilo

    Ein hin virknasta tíð hjá kórum kring allan heimin er um jólini, og nógv eru verkini at velja ímillum. Henda sending bjóðar eitt sindur av hvørjum, bæði gamalt og nýtt, kent og meira forkunnugt.

  15. Við ársskiftið 2018-2019

    Vit hyggja aftur á 2018 og líta at 2019 í tíðindum og aktuellum.

  16. Jólafundurin 1888

    Tiltikini jólafundurin í tinghúsinum varð hildin klokkan trý annan jóladag fyri 130 árum síðani. Hendan sending varð gjørd til 100 ára dagin.

  17. Seinasta konsertin hjá Ólavi

    Ólavur Hátún andaðist 25. juli í ár, 87 ára gamal. Hesin serligi undangongumaður hevur verið lýstur í øðrum sendingum í Kringvarpinum. Eisini hava vit hoyrt, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri føroyskan kórsang og fyri føroyskan tónleik- og okkara mentan sum heild. Í hesi sending hoyra…

    more
  18. Jólatræ í Kringvarpinum

    Heilt síðani Útvarpið byrjaði á Bryggjubakka hevur tað verið ein serligur partur av skránni hjá Útvarpinum jólaaftan, tá Jólatræ er í Útvarpinum. Nú er tað sjálvsagt jólatræ í Kringvarpinum, sum var í nýggju forhøllini í Kringvarpinum. Jólatræið verður altíð sent beinleiðis í Útvarpinum. Men her...

  19. Telefon til jólamenninar 2018

    Sum vant jólaaftans morgun kunna børn aftur hesaferð ringja til jólamennirnar í Skeivahelli.

  20. Syngjandi myndlistamaðurin

    Hoyr sendingina her

  21. Fiskivinnupolitikkurin, sum spjaddi tjóðina

    Men hann er errin av úrslitinum, sum kortini ikki var so gott, sum hann og landsstýrið høvdu sett sær fyri.

  22. Samrøða: Poul Andrias er nú stjørnukokkur

    2017 var eitt gott ár hjá 27 ára gamla Poul Andrias Ziska. KOKS fekk viðurkendu Michelin-stjørnuna í februar, og í oktober fekk hann eina persónliga viðurkenning. Tá valdi White Guide havnarmannin sum ársins unga kokkatalent í danska ríkinum. Tað eru kokkar, sum eru yngri enn 30 ár. - Hann hevur...

  23. Jólafjarrit frá skipum 2017

    Hoyr jólafjarrtini frá skipum her.

  24. Basalt tikin av Føroyum - Jóladag - Helgi Jacobsen

    Basalt tikin av Føroyum - Jóladag - Helgi Jacobsen

  25. Jólafjarrit frá skipum og til skip 2017

    Hoyr fjarritini, sum vórðu lisin tann 24. desember í útvarpinum, her.

  26. Hin føroyski jólasálmurin

    Av mest sungnu jólasálmum í Føroyum er ein, sum er føroyskur burturav. Bæði yrking og lag er skrivað í farnu øld. Hartil er huglag og myndamál eisini úr heimligum jørðildi. Talan er um sálmin "Tað sótu seyðamenn á vakt". Mikkjal á Ryggi yrkti jóladag í 1912. Føroyingar sungu sálmin við donskum...

  27. Jólatúrur millum Sandá og Skotabrúnna

    Nógv jaligt er tengt at "tí grøna", og tað er gott fyri fólaheilsuna, vísir øll gransking. Tað staðfestir Tróndur Leivsson, skógarfrøðingur, á túri saman við Jóhann Mortensen, útvarpsmanni, í jólavikuni. Fuglalívið er ríkt, lendið er fjølbroytt, og øktur vøkstur skapar lívd og møguleikar fyri…

    more
  28. Árið ið fer 2016

    2016 var árið við nýskipanum - nýskipanum áveg. Fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni varð gjørdur ítøkiligur í nýskipanarálitinum, sum nú verður telvað um politiskt. Fíggjarpolitiskt skiftu vit kós - sitandi samgonga sigur seg vilja nakað heilt annað enn undanfarna. 2016 var eisini árið, tá...

  29. Heimið er har, vit eru

    Katrin Leo og familja hennara hava búð í Bhutan, Afghanistan, Slovenia og Bolivia. Katrin er havnadama, maðurin er svii, døturnar eru føddar í Ljubljana í Slovenia, og tey arbeiða fyri Danmark. Seinastu 17 árini hevur Katrin verið fulltrúi í uttanríkistænastu fyri danska uttanríkisráðið, og hon...

  30. Árið ið fer 2015

    2015 gjørdist árið við stjórnarskifti Tinganesi. Alivinnan, sum hevur havt vind í seglini síðstu árini, varð móti ársenda rakt av politiskum brotasjógvum. Alt farandi árið varð tosað um eina fiskivinnunýskipan. 2015 var eisini árið, tá oljuprísurin kavaði og oljuvinnan her um okkara leiðir mátti...

  31. Nýggjár á Quiztinum 2015

    Hoyr spennandi kappingina her!

  32. »Fróir flúgva fuglar millum fjalla«

    Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri, hevur sett saman eina tíðarmynd við subjektivum hugleiðingum um Føroyar í 60-árunum, tá ið Amnesty Føroya Deild varð stovnað. Eyðun var boðin til Føroyar at bera fram røðu í samband við 50 ára dagin hjá Amnesty International Føroya Deild 19. november…

    more
  33. Guðstænasta í Dals kirkju

    Hoyr alla guðstænastuna her.

  34. »Mikines - hin mæti myndlistamaðurin«

    Sámal Joensen-Mikines er Føroya fyrsta professionella listafólk og fyrsti føroyingur, ið vekur ans við list síni, eisini uttan fyri landoddarnar. Hóast Mikines á ungum árum flutti av oynni, vendi hann altíð aftur hagar. Í mong ár var hann heima hvørt summar. Hann var so bundin at føroyska...

  35. Hoyr konsertina: Messias hjá Händel

    Upptøkan varð gjørd í Vesturkirkjuni 12. desember í ár. Leif Hansen stjórnar Havnarkórinum.

  36. Guðstænasta í dómkirkjuni jólamorgun

    Hoyr alla guðstænastuna her.

  37. Havnar Hornorkestur í dómkirkjuni

    Hoyr jólaløgini hjá Havnar Hornorkestri her

  38. Jól og jólahald í útvarpinum

    Hoyr alla sendingina her.

  39. Midnáttarmessa í Mariukirkjuni

    Hoyr miðnáttarmessuna her.

  40. Mín jólasangur - 3. sending

    Hesa ferð hitta vit Maluna Eyðunsdóttir, Edvard Nyholm Debes og Óla Jákup Rólantsson.

  41. Mín jólasangur - 2. sending

    Hesa ferð greiða Ann Dahl Hansen, Ann Persdóttir Mikkelsen og Evi Tausen frá.

  42. Mín jólasangur - 1. sending

    Hesa ferð greiða Sigrið Sivertsen, Birgar Johannesen, Janus Poulsen og Jens Marni Hansen frá sínum sangum.

  43. Midnáttarmessa í Mariu kirkjuni 2013

    Hoyr alla midnáttarmessuna her.

  44. Midnáttarmessa í Mariu kirkjuni 2011

    Hoyr alla midnáttarmessuna her.

About this show

Sendingar, ið verða sendar í útvarpinum á jólum og nýggjárinum á hvørjum ári.

Hosted by

Kringvarp Føroya

Categories

Frequently asked questions

How many episodes does Jóla- og nýggjárssendingar (úv) have?

Jóla- og nýggjárssendingar (úv) has 50 episodes on PodParley. The most recent episode was published on January 8, 2024.

What is Jóla- og nýggjárssendingar (úv) about?

Sendingar, ið verða sendar í útvarpinum á jólum og nýggjárinum á hvørjum ári.

How often does Jóla- og nýggjárssendingar (úv) release new episodes?

Jóla- og nýggjárssendingar (úv) publishes about every 90 days, based on its 50 episodes since December 2011.

Who hosts Jóla- og nýggjárssendingar (úv)?

Jóla- og nýggjárssendingar (úv) is created and hosted by Kringvarp Føroya.
Link copied