Krákan og Grísurin podcast artwork

PODCAST · kids

Krákan og Grísurin

Lurtið við, tá ið Laila og Marin loysa heimsins trupulleikar, flenna, fnisa og tosa um alt og einki!Tað verður í hesum poddvarpið tosað opið og erligt um alt! Vit fara at tosa um familjulív, sex, parlag, børn og mangt annað - lívsins viðurskiftir sum heild!Eingin partur hevur ein fastan leist, vit fara at viðgera ymisk evni, avbjóðingar og flenna eina rúgvu! Vónandi fara tit at dáma at lurta og flenna saman við okkum!

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Jul 11, 2025 · Source feed

  1. 15

    15. Partur - "Skápsbøssin"

    Tá ið ein er uppvaksin við, at samkyndleiki er synd og sinnissjúka, er frægast at goyma seg í skápinum sum longst. Tá ið tættasta familja hinvegin alment spillir, spottar og samanber eins samleika við djór, ið skulu skjótast, fyri ikki at smitta “sjúkuna” víðari, er torført ikki at gerast ávirkaður. Gestavertur hesuferð er Sjúrður Jakobsen, 26 ára gamal, samkyndur og júst komin út fyri sínum nærmastu. Lurtið við, tá ið Laila og Sjúrður práta um hetta svára evnið.

  2. 14

    14. Partur - 22q11

    Gestavertur hesuferð er Allan Olsen. Hann býr saman við konuni og børnum teirra. Umframt hetta lesur hann námsfrøði á Setrinum. Tá ið dóttur teirra varð fødd við sjúkuni 22q11 broyttist tilveran, og Allan fór í barsil í 1 ár við dóttrini. Lurtið við, tá ið Allan greiðir frá um 22q11, barsilstíðina og at lesa námsfrøði sum maður.

  3. 13

    13. Partur - Cystisk Fibrosa

    .“Eg hevði viljað tikið byrðuna á meg”, ein kensla í helst flestu foreldur kenna, tá ið børnini stríðast ella eru sjúk. Hvussu er so, tá ið barnið hevur eina kroniska sjúku? Cystisk Fibrosa er ein hervilig arvalig sjúka, ið merkir lív og gerandisdag, hjá teimum ið hava sjúkuna. Gestavertur hesuferð er Linda Næss Johannesen, ið er mamma Jón, sum er 4 ára gamal og livir við sjúkuni.

  4. 12

    12. Partur - Olivia

    Tað sigst, at tann størsta sorgin, ið ein kann ímynda sær er, at missa barn sítt. Bjørga Sivertsen, ið er sterkari enn flestu onnur, greiðir í hesum rørandi parti frá teirra hørðu og sárbæru lagnu, tá tey mistu dóttur teirra Oliviu.

  5. 11

    11. Partur - Down Syndrom

    Gestavertur hesuferð er Anita Hentze Hardlei. Anita býr saman við sjeikinum og døtrunum Jónu Sól og Vón. Jóna Sól hevur Down Syndrom og snýr prátið seg um lívið sum mamma at barni við Down Syndrom. Hvørjir eru fyrstu tankarnir, tá ið ein fær at vita, at barnið hevur Down Syndrom? Hvussu merkir tað gerandisdagin? Anita tosar um, hvussu hon í dag, er glað fyri at vera mamma Jónu Sól, og hvussu Jóna Sól hevur lært hana um fjølbroytni og kærleika - og hon leggur dent á, at hon kundi ikki yngst sær lívið ørðvísi.

  6. 10

    10. Partur - Fíggjarligt frælsi

    Gestavertur hesuferð er Cecilia, ið eisini er kend sum "Fíggjarligt frælsi" á Instagram. Hvør er kvinnan handan diskokúluna? Hvørjar tankar gjørdi hon sær um vangan og hvørjar eru ætlanirnar frameftir? Lurta við, tá ið Laila, Marin og Cecilia práta um alt frá fíggjarviðurskiftum til blanda bomm.

  7. 9

    9. Partur - Nýtt ár, nýggir partar og nýggir møguleikar

    Krákan og Grísurin eru aftur. Nýtt ár - nýggj spennandi sesong við nógvum áhugaverdum gestavertum, evnum og samrøðum. Lurta við í fyrsta parti, har Laila og Marin hugleiða um jólini, nýggjári og mál, væntanir og ætlanir fyri nýggja árinum, samt framtíðini hjá poddinum.

  8. 8

    8. Partur - Q&A

    Hesuferð svara Laila og Marin spurningum, ið lurtarar hava skrivað. Tær tosa m.a. um fosturtøku, fyrstu ferð tær høvdu sex, at fara frá at hava eitt til tvey børn og annað! Lurta við og hoyr hvussu tær svara tykkara spurningum.

  9. 7

    7. Partur - Stockholm syndrom, harðskapur og ósunn parløg

    Hví velur ein at góðtaka, forsvara og verða í einum parlagi, ið er ósunt? Hesuferð tosa Laila og Marin við sálarfrøðing Esther Djurhuus um ósunn parløg, Stockholm Syndrom, harðskap og mangt annað! Tær koma við mongum hugleiðingum og Esther kemur við síni fakligu vitan innan økið!

  10. 6

    6. Partur - Familjumynstur og parløg

    Hevur uppvøkstur ávirkan á hvønn maka ein velur? Hvat hava vit lært av okkara uppvøkstri og fyrrverandi parløgum, hvussu sæst hetta aftur í, hvussu vit uppala okkara børn? Hava vit “daddy-issues” ella vánaligan smak av monnum? Lurta við, tá ið prátið snýr seg um familjuviðurskifti, parlag og uppaling.

  11. 5

    5. Partur - Porno

    Hyggja vit at porno? Hví ella hví ikki? Er tað í lagi at hyggja at porno, tá ið man er í einum parlagi? Hvørjar eru ávirkanirnar og avleiðingarnar av porno? Og hvat halda lurtararnir? Lurta við, tá ið Laila, Marin og Kristian seta orð á og kjakast um sínar tankar og meiningar um porno.

  12. 4

    4. Partur - Einsemi, kolikk og kollveltandi barsilstíð

    Tað er kollveltandi at gerast mamma og nógv viðurskifti, ið ein skal læra og tillaga seg eftir. Lurta við, tá ið Laila og Marin seta orð á mongu viðurskiftini, ið gera seg galdandi fyrstu tíðina sum mamma og tær torføru støðurnar og kenslurnar, ið raka og seta síni spor, tá ið børnini og ein sjálv stríðast.

  13. 3

    3. Partur - Føðifrágreiðing

    Ótryggar og stúrandi barnakonur, pína, tár, trauma og nýføðingar! Lurta við, tá ið Laila og Marin greiða frá sínum føðisøgum, ið hava sett síni spor. Tað er eymt, sárbart, erligt og kensluborið, eins og ein og hvør føðsil.

  14. 2

    2. Partur - Kropsfatan & sex eftir barnsburð

    Hvussu er tín kropsfatan eftir barnsburð? Ávirkar tín kropsfatan tín hug til sex? Hvørjir tankar og kenslur koma fram, tá ið tú hyggur í spegli? Óansæð ert tú ikki einsamøll! Lurta við, tá ið Laila og Marin seta orð á hesi evni!

  15. 1

    1. Partur - Intro

    Krákan og Grísurin eru klár at undirhalda føroyska lurtaran!Í hesum partinum er ætlanin at tit skulu koma at kenna okkum: Hvørjar eru vit, hvussu kennast vit og hví eitt poddvarp?Lurtið við og fái svarini!

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Lurtið við, tá ið Laila og Marin loysa heimsins trupulleikar, flenna, fnisa og tosa um alt og einki!Tað verður í hesum poddvarpið tosað opið og erligt um alt! Vit fara at tosa um familjulív, sex, parlag, børn og mangt annað - lívsins viðurskiftir sum heild!Eingin partur hevur ein fastan leist, vit fara at viðgera ymisk evni, avbjóðingar og flenna eina rúgvu! Vónandi fara tit at dáma at lurta og flenna saman við okkum!

HOSTED BY

Laila Neshamar & Marin Jakobsen

Frequently Asked Questions

How many episodes does Krákan og Grísurin have?

Krákan og Grísurin currently has 15 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Krákan og Grísurin about?

Lurtið við, tá ið Laila og Marin loysa heimsins trupulleikar, flenna, fnisa og tosa um alt og einki!Tað verður í hesum poddvarpið tosað opið og erligt um alt! Vit fara at tosa um familjulív, sex, parlag, børn og mangt annað - lívsins viðurskiftir sum heild!Eingin partur hevur ein fastan leist, vit...

How often does Krákan og Grísurin release new episodes?

Krákan og Grísurin has 15 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Krákan og Grísurin?

You can listen to Krákan og Grísurin on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Krákan og Grísurin?

Krákan og Grísurin is created and hosted by Laila Neshamar & Marin Jakobsen.
URL copied to clipboard!