Skip to content
Leitisstein podcast artwork

Leitisstein

by Kringvarp Føroya

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

From the show's RSS feed, refreshed Oct 31, 2026. Source feed.

Subscribe Bookmark

Episodes

  1. LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)

    "Eg komi úr einum heimi við nógvum tónleiki," staðfestir Eva Berghamar, oddakvinna danska indie-poppbólkinum Kayak, sum er í holt við at leggja Danmark fyri sínar føtur. Og tað kann spurnartekin ikki setast við. Abbi Evu er hin navnframi Øssur Berghamar, ið flestir føroyingar kenna frá hansara...

  2. LEITISSTEIN 23.10.26

    Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Leon Bridges, Interpol, Fontaines DC, The War On Drugs og mongum øðrum er at hoyra í fyrstu SOLO-sendingini eftir summarsteðgin. Lurtið!

  3. LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)

    Óli Joensen, Hendrik Jacobsen og Dan Eyðun Karbech Saxov úr indiepopp/rokk-bólkinum Telemana eru gestir í sendingini í sambandi við, at Telemama í summar útgav sína sjálvnevndu debutplátu. Jákup Holm Johannesen er fjórði limurin í bólkinum, meðan Ørvur Argenziano Hentze og Sjúrður Zachariasson…

    more
  4. LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)

    Nørdarí í heimsflokki, tá elektroniski tónlistamaðurin Janus Rasmussen er gestur sendingini. Janus er hin helvtin av føroyska superbólkinum BYRTA, ið hann hevur saman við Guðrið Hansdóttir. Men tá Janus Rasmussen ikki ognartekur heimliga tónleikapallin saman við BYRTA, so er ferðast hann runt til...

  5. LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)

    Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason er hálvur hósvíkingur, men fult og heilt ein komandi stjørna á danska tónleikapallinum. Hennara tónleikur verður longu tráðspældur í donskum útvarpi, men tað er ikki fyrr enn nú, at hon útgevur sína debutplátu, "på en måde er det rart". Lea Eyðbjørg er gestur…

    more
  6. LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)

    Benjamin Djurhuus er gestur í sendingini í sambandi við, at hann í summar útgav sína debutplátu "öð [øh]" við ljóðføristónleiki.

  7. LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)

    Tá fyrsta umfar av Hoydalar bleiv sent, so var ein stjørna við í sendingini, ið fólk ongantíð sóu. Regin Guttesen. Regin hevur nevniliga skrivað tvey av hittunum, sum blivur framførd, tá hansara mentor, MC Restorff, var stjørnan. "Saman við tær" og "Ein glotti fyri framman". Regin, sum í dag er...

  8. LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)

    Tikið verður ofta til, at tala er silvur, men tøgnin er gull. Men Silvurdrongur, Trygvi Danielsen, hevur tagt nóg leingi nú, heldur hann sjálvur. Á nýggju fløguni "Bønir" tekur Silvurdrongur av álvara blaðið frá munninum og sigur sína hjartans meining um støðuna í heiminum í dag.

  9. LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)

    21 ára gamla Fríða Saiya hevur beina kós móti donsku popptindunum eftir útgávuna av sínari fyrstu EP. Hóast hon er uppvaksin í Keypmannahavn, og í høvuðsheitum syngur á donskum, so tosar hon flótandi føroyskt og er føroysk frá innast til uttast. Fríða er doypt Fríða Vágsheyg Sigurðsson, og er...

  10. LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)

    Kóboykex er ein føroyskur superbólkur í orðsins rætta týdningi, tí Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen eru báðir kendir úr øðrum bólkum. Sigmund úr Joe & The Shitboy og Heiðrikur frá sínum soloútgávum og bólkinum Einangran. "Wagon Wheels" eitur debutplátan hjá bólkinum, sum bleiv stovnaður í...

  11. LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)

    G! festivalurin er tónleikahátíð føroyinga, og aftur í ár er Høgni Lisberg komin á gátt at spæla eitt sindur av tí veldi av tónleiki, ið verður at hoyra á G! Jón Tyril kemur eisini á gátt í sambandi við, at Clickhaze fer aftur á pallin á G! 23 ár síðani seinastu framførsluna á G!. Og Sakaris…

    more
  12. LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)

    Marianna Winter hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nógv ár eftirhondini, og nú hon gevur sína fyrstu heildarútgávu út, "The More You Know". Í hesum sambandi er hon gestur hjá LEITISSTEIN, har vit spæla og tosa okkum ígjøgnum alla plátuna.

  13. LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)

    "Málið er fyrst og fremst at geva góðan tónleik út, men eisini tónleikaliga at skilgreina meg sjálvan av nýggjum," sigur Beinir, sum 5. juni gevur nýggju EPina "The end or beginning of us" út. Men í sendingini í dag ber til at frumhoyra sendinga, tá Beinir er gestur.

  14. LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)

    LEITISSTEIN er gestur hjá Sámali Ravnsfjall, tí sent verður úr stovuni hjá Sámali í Húsabrekku í Miðvági í sambandi við heiðurskonsert fyri Sámali Ravnsfjall.

  15. LEITISSTEIN 01.05.2026 (Afenginn)

    Kim Nyberg, Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen eru gestir í sendingini.

  16. LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)

    Limirnir í rokkbólkinum Wolfgang, Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Kári Streymoy og Gunnar Thomsen, eru gestir í sendingini í sambandi við, at Wolfgang er uppafturstaðin. Wolfgang, ið hevði sína stórtíð í nítiárunum, er komin afturíaftur við sínari sjálvnevndu debutplátu út.

  17. LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)

    Greta Svabo Bech er ein stjørna á føroyska tónleikahimmalinum. Tað hevur Greta verið síðani hon í 2011, sum fyrsti føroyingur í søguni, bleiv tilnevnd til eina Grammy-heiðursløn. Nú, 15 ár seinni, debuterar hon við sínari fyrstu plátu "Beautiful Obscenery", hvørs heiti hon hevur týtt til...

  18. LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)

    "Sýrublað" eitur sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir. Í sambandi við útgávuna er Guðrið gestur í sendingini, har plátan verður spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um sangirnar og alt møguligt annað. Tað ger tað ikki verri, at LEITISSTEIN eisini hevur ein leiklut á plátuni.

  19. LEITISSTEIN 27.03.2026

    Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú Jay Buchanan, oddamanni í Rival Sons, Michael Stipes, Guðrið Hansdóttir og øðrum. Men verið ávarað: Sjálvfiti er eisini á skánni.

  20. LEITISSTEIN 20.03.2026

    Sendingin er rættiliga Americana, men hóast tað, so er tað spikahamrandi feitur tónleikur á skránni.

  21. LEITISSTEIN 13.03.2026

    Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur, ið er valfríur, tað vil siga, at hann er óheftur av løgtings- og fólkatingsvalunum. Njótið tónleikin.

  22. LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)

    2025 var eitt stórt ár fyri unga fólkatónleikarabólkin Kalas. Tær fýra ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, útgóvu debutútgávuna "Minnisgripir", og tær hava spælt á Summarfestivalinum, Tórsfest, til handanina av Mentanarheiðurslønunum og mangt annað. Alt endaði við...

  23. LEITISSTEIN 20.02.2026

    LEITISSTEIN koyrir tað heim solo, men borðreiður við nógv nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki.

  24. LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)

    Tað endaði við einari ommukapping á sms-skipanini, tá liminir í Tunghoyrt vóru í útvarpsstovuni og løgdu debutplátuna "ÓJÓ" fram á blik. Jóni Strøm, Helge Marius Greve, Bjarni Jakobsen og Erik Reynheim manna Tunghoyrt, og teirra mál er at fáa fleiri ungar føroyingar at spæla rokktónleik.

  25. LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)

    Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia eru gestur í sendingini í sambandi við, at tey eru spírarnir úr nýggju og spennandi KVF-tónleikarøðini Hoydalar, sum júst er farin av bakkastokki. Í fyrstu sendingini tulkaðu spírarnir sangir hjá Martini Joensen, og tær tulkingarnar verða…

    more
  26. LEITISSTEIN 30.01.2026

    Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini.

  27. LEITISSTEIN 23.01.2026

    Í sendingini verður borðreitt við tónleiki, ið er eins feskur og ein toskur, sum er fiskaður við línu á landleiðini, tí bróðurparturin av sangunum eru útgivnir í 2026. Gleði tykkum til eina sending við nýggjum tónleiki frá Zach Bryan, Arctic Monkeys, Sleaford Mods, Gorillz, Mumford and Sons og...

  28. LEITISSTEIN 16.01.2026

    Sendingin er á tremur við nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki frá tónlistanøvnum innan sera ymiskar sjangrur, eitt nú Geese, Mavis Staples, Lizzo, Blondshell og so framvegis.

  29. LEITISSTEIN 09.01.2026

    2025 var enn eitt spikahamrandi feitt tónleikaár, og tað endurspeglaðist eisini í LEITISSTEIN. Í sendingini taka vit tráðin frá seinastu sending upp og rør aftur á tónleikaárið 2025.

  30. LEITISSTEIN 02.01.2026 (Alternativa tónleikaárið 2025)

    2025 var enn eitt krútsterkt tónleikaár. Tað, ið rekst í meginstreyminum hoyra fólk nokk til, og tí verður her róð aftur á alternativu útgávurnar, sum komu út. Hin tónleikakøni Eiler Sørensen, ið hevur poddvarpið "Plátuhornið" á Facebook, er samvertur í sendingini. Njótið tónleikin, tí hann er...

  31. LEITISSTEIN 19.12.25 (Árið, ið fer í LEITISSTEIN 2025)

    Fastur táttur í LEITISSTEIN er, at tónlistafólk vera boðin á gátt í sendingini við nýútgivnum plátum. Soleiðis hevur eisini verið í 2025, har legendan Martin Jensen eisini var gestur. Fleiri kendar útgávur feiraðu rundar føðingardag og vóru umrøddar í sendingini. Hendan sendingin er eitt samankók...

  32. LEITISSTEIN 12.12.2025 (Alternativur jólatónleikur 2025)

    Jólini eru ein siðbundin tíð, og soleiðis er eisini í LEITISSTEIN, har Eiler Sørensen aftur í ár er gestur og velur alternativan jólatónleik. Jólavættrarnir Katrin Rúnarsdóttir Reistrup og Rannvá Píl Heinesen, sum hava verið í starvsvenjing í KVF seinastu vikurnar, eru eisini við í útvarpsstovuni.

  33. LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)

    "Gløgg" eitur nýggja jólafløga, ið Steintór Rasmussen hevur latið úr hondum. Talan er um eina samling av jólasangum, ið Steintór Rasmussen hevur skrivað millum ár og dag. Summar eigur hann bæði orð og lag til - aðrar bara orðini. Summir eru ongantíð útgivnir áður, meðan aðrir eru. Steintór syngur...

  34. LEITISSTEIN 28.11.2025 (maður:glotti)

    Dennis Agerblad og Terji Krossteig byrjaður at spæla saman sum maður:glotti í 1988. Tíggju ár seinni góvu teir sína fyrstu heildarútgávu út, ið fekk heitið "Sum". Síðani kom "Nakin" í 1999, men so gingu tíggju ár, áðrenn "Land" kom út. Nú 16 ár seinni gevur kultbólkurin sína fjórðu plátu út, ið...

  35. LEITISSTEIN 21.11.2025 (Kvirr)

    Gestur í sendingini er Eva Døgg Bragardóttir úr Hvalba, ið spælir tónleik undir navninum Kvirr. Eva Døgg hevur júst útgivið sína fyrstu EP, ið er sjálvnevnd. Men hvør er Kvirr, Eva Døgg Bragardóttir?

  36. LEITISSTEIN 15.11.2025 (FRUM / Íða)

    Fyrr í ár gav Frum út plátuna "Whirlpool". Nú verður plátan givin út á føroyskum og á vinyl, og í tí sambandi er Jenný Augustudóttir Kragesteen gestur í sendingini. Í sambandi við endurútgávuna á føroyskum, so hevur Jenny fingið nøkur av fremstu tónlistafólkum í landinum at samstarva við seg á...

  37. LEITISSTEIN 07.11.2025

    Í LEITISSTEIN Solo er nýggjur tónleikur við nýggju og ókendum bólkum á skánni. Kennir tú nøvn sum Marfa Alex McArtor, Turnstile og Role Model? So kanst tú kom at kenna tey her. Vit hoyra eisini nýggja tónleik frá Tame Impala, Rosalía, Sombr og øðrum.

  38. LEITISSTEIN 31.10.2025 (Elinborg)

    Elinborg hevur givið tónleik út síðani hon var 15 ára gomul. Fyrst EPir, men nú er hennara fyrsta heildarútgáva, LP, pláta, útkomin, og hon eitur "Í ævir". Í hesum sambandi er Elinborg gestur í LEITISSTEIN.

  39. LEITISSTEIN 24.10.2025 (Stanley Samuelsen)

    Stanley Samuelsen er ein livandi legenda, og hann er enn sera virkin, hóast heilsan er farin at bila, nú hann táttar í tey 75 árini. Stanley hevur fingið staðfest alzheimers, men tað heldur honum ikki aftur. Herfyri gav hann út plátuna "Sólskin", samstundis sum hansara ævisøga, ið Hilmar Jan…

    more
  40. LEITISSTEIN 17.10.2025 (Maria Guttesen)

    Í 2004 útgav føroyskt-danski bólkurin Divided Minds einkarfløguna "The Last Night". Nú, 21 ár seinni, endurútgevur bólkurin útgávuna á vinyl. "Vit vóru ikki heilt nøgd við máta, ið fløgan bleiv útgivin uppá, so vit hildu, at tað var upplagt at mastra hana av nýggjum og geva hana út á vinyl, so...

  41. LEITISSTEIN 10.10.2025 (Martin Joensen)

    "Morgun", "Ró", "Svarti ravnur". Perlurøðin av sangum, ið eru sprottin úr hond Martins Joensen, er long. Fleiri av hesum sangum eru vorðin fólkaogn. Og sangir koma framvegis frá Martini, hóast heilsan seinnu árini hevur verið avbjóðað. Martin Joensen er gestur í sendingini. Vertur: Uni…

    more
  42. LEITISSTEIN 03.10.2025 (Døgg Nónsgjógv)

    Mikudagin 27. august gav Døgg Nónsgjógv út heildarútgávuna "Livandi" við 11 sangum, sum varpa ljós á vaksnamannakærleika í øllum sínum avbrigdi - tað góða, tað keðiliga, tað harða og tað besta. Útgávan er serlig á tann hátt, at hon er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum. "Eg havi altíð...

  43. LEITISSTEIN 26.09.2025

    Nýggjur tónleikur frá kendum nøvnum sum The Black Keys, Garbage, Counting Crows og Suede, men eisini frá ókendari, men ikki minni spikahamrandi feitum nøvnum sum Hermanos Gutiérrez, Role Model, Lucius, Atmosphere og Lady Blackbird.

  44. LEITISSTEIN 19.09.2025 (Astrid Samuelsen)

    Astrid Samuelsen er fødd og uppvaksin í Danmark. Men takið ikki feil. Astrid er eisini úr góðum føroyskum bergi brotin. Pápi hennara eru fólkakæri føroyski sangarin og sangskrivarin Stanley Samuelsen. "Who Do You Pray For" kallast debut-soloplátan hjá Astrid, ið var eitt kent navn í...

  45. LEITISSTEIN 12.09.2025 (Á ovastalofti hjá Hervør Sabinu)

    Fyrst bað hon okkum um at "Yppa øksl". Og nú bjóðar hon okkum við upp á "Ovastaloft", har hon hevur eina "5 liturs spann" og dansar í berum bibbum. Hervør Sabina á Torkilsheyggi er gestur í Leitisstein LIVE, og við sær hevur hon sína debutfløgu "Ovastaloft" og Benjamin Djurhuus, framleiðara.

  46. LEITISSTEIN 05.09.2025 (Förist 20 ár)

    Í 2005 var eitt krútsterkt ár fyri útgávur. "A Place To Stand On" hjá Deja Vu, "Viva La Republica" hjá 200, "Can't Erase It" hjá Lenu Anderssen og "Morning Dew" hjá Høgna Lisberg komu allar út í 2005. Millum útgávurnar var eisini onnur heildarútgávan hjá ungu havnarbólkinum Páll Finni Páll. Tað…

    more
  47. LEITISSTEIN 28.05.2025 (Alias Filip Morera Mortensen)

    Alias Morera eitur nýggja tónleikaverkætlanin hjá Filip Mortensen úr Havn, ið flestir føroyingar kenna frá bólkum sum The Ghost, The Story Ends, Lover Lover og Lady Fire. Eftir átta ár í útlegd í Danmark, er Filip fluttur heimaftur til Føroya, og við sær heim hevur hann dugnaligu unnustuna Saruh...

  48. LEITISSTEIN 20.05.2025 (FRUM)

    Føroyska tónlistakvinnan FRUM gevur út sítt nýggjasta verk Whirlpool 23. mai. Talan er um eina plátu, ið roynir at fanga tær ævigu, snúandi rørslurnar í lívinum og alheiminum og umseta tær til ljóð. Jenny Augustudóttir Kragesteen, ið er kvinnan handan FRUM, er gestur í sendingini.

  49. LEITISSTEIN 13.05.2025 (Lyon Hansen)

    "Skull-sized Kingdom" eitur nýggja plátan hjá Lyon Hansen. Hetta er hansara onnur heildarútgáva. Lyon er gestur í sendingini, har práta verður um plátna og sangirnar, meðan øll plátan verður spæld úr enda í annan.

  50. LEITISSTEIN 06.05.2025 (Høgni Lisberg og G! 2025)

    40 tónlistanøvn vera á skránni, tá G! festivalurin verður í Syðrugøtu í summar. Høgni Lisberg, ið var við til at stovna G! festivalin sum limur í Clickhaze, og sum nú er tónleikastjóri hjá G! festivalinum, er gestur í sendingini, har hann velur tónlistarligt gull burtur úr rúgvuni av nøvnum, sum...

About this show

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

Hosted by

Kringvarp Føroya

Categories

Frequently asked questions

How many episodes does Leitisstein have?

Leitisstein has 50 episodes on PodParley. The most recent episode was published on October 30, 2026.

What is Leitisstein about?

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

How often does Leitisstein release new episodes?

Leitisstein publishes every two weeks, based on its 50 episodes since May 2025.

Who hosts Leitisstein?

Leitisstein is created and hosted by Kringvarp Føroya.
Link copied