Skip to content
Mikrofonin podcast artwork

PODCAST · news

Mikrofonin

by Bui Tyril

Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Oct 7, 2024 · Source feed

Episodes

  1. Tóra við Keldu, MEGD: ‘Hví føla borgararnir at teir ikki verða møttir?’

    Tóra við Keldu greiðir í spennandi samrøðu við Mikrofonina frá um arbeiðið hjá meginfelagnum MEGD, ið umvegis 24 limafeløg umboðar fleiri túsund borgarar í Føroyum sum bera brek av onkrum slag. Hon er útbúgvin lærari men er ikki minni kend sum góður svimjari ið vann nógvar kappingar fyri árum...

  2. Fann eitt arktiskt ævintýr millum inuitar í Kanada: Rannvá E. Simonsen

    Rannvá Erlingsdóttir Simonsen er útbúgvin arktitektur og hevur eisini arbeitt sum slíkur; men hon er meira kend sum designari innan skinnvørur, serliga klæði men eisini ymiskt annað. Hon hevur í mong ár búð í Baffin Land (sum nú alment eitur Baffin Island) í tí stóra Nunavut landslutinum í…

    more
  3. Játtanin til fólkaskúlan má hækkast við fimtingi — Annbritt Toftegaard

    “Føroyski fólkaskúlin hevur nakrar risa avbjóðingar við børnum við serligum tørvi, og støðan stendur við og versnar,” skrivaði Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi, herfyri í einari greinarøð undir heitinum ‘Fólkaskúlin er fyri øll — eitt neyðarróp frá børnum við serligum…

    more
  4. “Tað verður ikki bara el” — stjórin á Magn um grøna orku, framtíðina og tænastur tøkar 24/7

    Rokna við at tað fer at kosta so mikið sum minst 7 milliardir krónur, ja kanska upp til 10 milliardir, at leggja Føroyar um til grøna orku eftir teimum almennu ætlanum sum fyriliggja. Finn Jakobsen, stjóri á Magn, er útbúgvin sum elektro-mekanikari og sterkstreyms verkfrøðingur. Hann arbeiddi í...

  5. Poul Rustin sigur frá øllum millum sjómenn á vitjan og høvdasúpan til tað frægara slagið: Muntra 50 ár

    Av teimum mongu úr øllum heraðshornum ið hava vitjað Fuglafjørð millum ár og dag munu fá teljast ið ikki hava verið inni á Muntra og fingið ein góðan bita og kanska eisini eitt prát við eigaran ið framvegis rekur ta traditiónsríku matstovuna. Teir gestirnir umfata alt millum sjómenn úr einari røð...

  6. Eivind Jacobsen um fiskivinnu og annað mangt: Vit hava ongantíð oytt toskastovnin undir Føroyum

    Eivind Jacobsen, fyrrverandi borgmeistari á Strondum, fyrrverandi fiskiskipari og fyrrverandi radiovertur á R7, sigur frá um eina granskingarverkætlan hann arbeiðir við fyri tíðina, har nógv av tí vit halda okkum vita um botnfisk undir Føroyum verður vent á. Eivind hevur eisini viðmerkingar um...

  7. Stovnar megna ikki at geva børnum grundleggjandi umsorgan: Rósa Samuelsen um sosialar avbjóðingar í Føroyum

    Ov mong børn liggja í einari grázonu hvat viðvíkur rættindum og detta burturímillum í dagsins samfelag, sum ikki í nøktandi mun tekur atlit til tann grundleggjandi tørvin á umsorgan, serliga hjá teimum ið av ymiskum orsøkum eru meira viðkvom enn onnur. Meira kann gerast fyri at varpa ljós á...

  8. Sølumaður, ævintýrari og koyrilærari vil seta í gongd nýtt lokalútvarp fyri Havnina: Benny Ejdesgaard

    Tørvurin á einum veruligum lokalradio fyri Havnina er stórur, meinar Benny Ejdesgaard, ið flest øll munu kenna sum Koyrilæraran. Benny hevur eina áhugaverda yrkisleið aftan fyri seg, fyrst sum sølumaður í mong ár, síðan sum útbúgvin dekoratørur ið fann sær einki minni enn Lego í Danmark sum...

  9. Sveinur Tróndarson um menning á Dimmalætting, miðlamál og mutur

    Vit hitta hesuferð blaðstjóran á Dimmalætting, sum umframt at hava arbeitt leingi innan miðlaheimin er útbúgvin grannskoðari. Sveinur Tróndarson letur væl at gongdini á blaðnum, har hann á øðrum sinni varð settur sum ábyrgdarblaðstjóri fyri skjótt einum ári síðan. Vit tosa um menningina á...

  10. Ein stolt skúta: Norðlýsið skjótt klár aftur eftir umfatandi umvæling — nú undir leiðslu av Frank Djurhuus Jacobsen

    Tann væl umtókta skonnartin Norðlýsið hevur verið til høvuðsumvæling, samstundis sum tann navnframi skiparin og fyristøðumaðurin Birgir Enni er farin í pensión. Ein nýggjur útgerðamaður er settur at standa fyri arbeiðinum við sølu, marknaðarførslu og víðari menning, og tað er Frank Djurhuus...

  11. Jens L. Thomsen koyrir á við ljóðmyndum og leggur síðstu hond á tvær nýggjar Orka útgávur: Mitt millum ljóð, tónleik og list

    Ljóðlistamaðurin Jens L. Thomsen býr nú aftur Innan Glyvur og er í ferð við festa røtur aftur sum føroyingur — aftan á mong ár í London, har hann lærdi alt um bretska tónleikaframleiðslu og nýggjastu tøkni innan tónleik og ljóð. Hann tók eina bachelor innan Music Technology á Thames Valley...

  12. Sosialir miðlar, bibbuskógvar og ross: Michel Nielsen

    Michel Nielsen, ein ung havnarkvinna úr Vestmanna, er rættiliga kend millum rossafólk men eisini í ymiskum øðrum høpi; millum annað hevur hon stovnað tænastuvirkið Spark Media, ið ráðgevur fyritøkum og hjálpir teimum at brúka sosialar miðlar. Harafturat rekur Michel Nielsen nethandilin Ravna.fo…

    more
  13. Útvarp, tónleikur og tunlar: Jákup ‘Disco Beiggjon’ Magnussen um lívið sum stakur plátuvendari

    At Jákup Magnussen, radio dj og vertur í sendingini Plátubarrin, hevur Føroya bestu útvarpsrødd, munu helst fleiri vera samd um. Men hann er eisini útbúgvin sum journalistur og sleppur — ólíkt teimum sum arbeiða á tíðindaredaktiónini á Kringvarpinum — at seta neyðuga tíð av til at seta seg inn í...

  14. Føroyingar kunnu fáa nógv meira burtur úr fíggjarligari tøknifrøði — Niklái Nysted

    Niklái Nysted, stjóri í fyritøkuni Knassar, sum m.a. eigur Portal.fo og Vevlýsingar, sigur sína hugsan um miðlastuðul og hví hann ikki tekur undir við slíkum. Hann tosar síðan um ta nýggju lógina um datavernd sum kemur í gildi aftan á nýggjár og tann sonevnda talgilda samleikan, umframt um...

  15. Annika Bolton Mortensen um slagsíðu í tíðindum og hótt fólkaræði

    Hon er fødd í Englandi, uppvaksin á Tvøroyri og mamma at tveimum børnum, útbúgvin sum journalistur í Englandi og sum yoga lærari í India. Hevur starvast á Kringvarpi Føroya, Rás2, The Copenhagen Post og aðrastaðni, og tey seinastu árini hevur hon verið á R7. Hon er nevndarlimur í Føroya Náttúru…

    more

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.

HOSTED BY

Bui Tyril

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Mikrofonin have?

Mikrofonin currently has 15 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Mikrofonin about?

Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og...

How often does Mikrofonin release new episodes?

Mikrofonin has 15 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Mikrofonin?

You can listen to Mikrofonin on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Mikrofonin?

Mikrofonin is created and hosted by Bui Tyril.
URL copied to clipboard!