PODCAST · news
Orðaval
by Kringvarp Føroya
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
-
36
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
Móðurmálsdagurin, ið var 25. mars, sum eisini er føðingardagur V. U. Hammershaimbs, er eitt av evnunum í sendingini. Hammershaimb gjørdi føroyska skriftmálið, og hesaferð verður m.a. greitt frá navninum, Hammershaimb, og hvussu ættin kom til Føroyar. Dagfinn Olsen er gestur. Øssur Egholm er vertur.
-
35
Orðaval #34: Málsløg
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini tosar um, at úrvalið av orðum verður avgjørt av einum ritstjóra, sum fyrst og fremst velur orð, ið hóska seg í skriftmáli. Mørkini flyta seg tó, so nógv er í orðabókum í dag, sum ikki var hugsandi fyri 30 ella 50 árum síðani. Vælkomin til enn eina orðavalssending, har vit spyrja: Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í orðabókini?
-
34
Orðaval #33: Ljóðsvinn
Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har evnið er ljóðsvinn. Tosað veðrur eisini um orðini val og atkvøður. Øssur Egholm er vertur.
-
33
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
Evnið hesaferð var Robinson-søgur, ið er søgur, sum ofta eru sprotnar úr søguni um Robinson Kruso. Greitt verður m.a. frá hesum søgum, og hvussu tær eru vorðnar til. Dagfinn Olsen, lærari, greiðir eisini frá ymiskum málsligum.
-
32
Orðaval #31: Norðurlendskir málførleikar
Hvussu ansa vit eftir okkara málsliga siðaarvi? Tað spyr Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, nú tað vísir seg, at børn og ung skilja illa hini norðulendsku málini. Øssur Egholm er vertur.
-
31
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
Bjarni Steintún, sum starvast á føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har tosað verður um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Vertur er Øssur Egholm.
-
30
Orðaval #29: Orðið "jól" og stavingarhættir
Hesaferð tosa vit um orðið "jól". Eisini skifta vit orð um rithøvundan Magnus Dam Jacobsen, ella Magnus á Kamarinum, sum andaðist í 1978, og sum onkursvegna breyt upp úr nýggjum í mátanum at skriva uppá, bæði skaldsøgur og stuttsøgur. At enda verður eisini tosað um reglur í sambandi við hvussu orð stavast. Gestur í sendingini hesaferð er Dagfinn Olsen, lærari.
-
29
Orðaval #28: Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur
Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur eru millum evnini, ið verða viðgjørd í ársins síðstu útgávu av Orðavali. Tosa verður eisini um happing í sambandi við framburð av ávísum orðum. Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur.
-
28
Orðaval #27: Ljóðbroytingar og atvent og jól
Nøvn sum atvent og jól er evnið í sendingini, har tosað eisini verður um ljóðbroytingar, iðhenda ímillum norrønt og føroyskt. Bjarni Steintún er gestur í sendingini.
-
27
Orðaval #26: Nýggj orð
Í sendingini verður tosa um ymiskt málsligt, sum javnan er frammi, og sum kjakast verður um, og eisini verður tosa um nýggj orð, sum javnan koma inn í málið. Umframt hettar var spurningur frá lurtara eisini svaraður. Gestur hesaferð var Dagfinn Olsen, lærari."
-
26
Orðaval #25: Málkensla og navnorðagerð
Málkenslu og navnorðagerð eru evnini í 25. útgávuni av Orðaval, har Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
25
Orðaval #24: Málsøga og orðasøgur
Í sendingini hesaferð verður tosað um málsøgu og orðasøgur. Millum annað um serliga føroyska fyribrigdið "skerping", og um orð, sum hava fingið nýggja merking upp í gjøgnum tíðina. Gestur er Bjarni Steintún. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
24
Orðaval #23: Stavraðið, avroð og doyggjandi orð
Evnini í sendingini eru stavraðið, sum nú er í uppskoti at broyta. Eitt annað evni er orðið "avroð", og so verður nomið við orð, ið tykjast vera á veg úr málinum. Eisini verður brot úr einari av orðabókasendingunum hjá Jóan Hendriki Winther Poulsen frá 1978 at hoyra. Gestur: Dagfinn Olsen, lærari. Vertur: Øssur Egholm. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
23
Orðaval #22: Fólkanøvn
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er gestur í sendingini, har tosað verður um fólkanøvn, eitt nú Fríðrikkur, og hvussu tey bendast. Men eisini verður orðið "kaðal", og hvussu tað bendist, viðgjørt. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
22
Orðaval #21: Tá føroyskt gjørdist norrønt mál
Hvussu gjørdist føroyskt ein grein av norrønum? Tað verður millum annað tosað um. Gestur er Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
21
Orðaval #20: Rúnir og rúnarsteinar
Í sendingin hesaferð eru evnini millum onnur rúnir og rúnarsteinar, føroyingasøga, og eisini skifta vit orð um bilin, ið upprunaliga var kvennkynsorð. Eisini venda vit øðrum málsligum meira og minni hepnum málfyribrigdum. Gestur hesaferð er Dagfinn Olsen. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
20
Orðaval #19: Summarmáli og staðarnøvn
Í sendingini hesaferð, var Lena Reinert, sum starvast á føroyamálsdeildini gestur. Vit tosaðu um summarmála, og um staðarnøvn, og vit viðgjørdu spurning frá lurtara um hettar, at summir tíðindavertir í útvarpinum kalla europeiskt fyri evropiskt og nevna f-o fyri fo, n-o fyri no og i-s fyri is. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
19
Orðaval #18: Frumnorrønt og norrønt
Í sendingini hesaferð hyggja vit m.a. at muninum á tí frumnorrøna og tí norrøna. Gestur er, Bjarni Steintún, sum starvast á Føroyamálsdeildini. Øssur Egholm leggur til rættis.
-
18
Orðaval #17: Móðurmálsdagurin og V.U. Hammershaimb
25. mars er føðingardagurin hjá V.U. Hammershaimb, men tað er nú eisini Móðurmálsdagur. Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Móðurmálsdagin í seinastu viku, um V.U. Hammershaimb, um bendingar o.a. Øssur Egholm leggur til rættis. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
-
17
Orðaval #16: Teknmál og veðurfyribrigdi
Í sendingini hesaferð var evnið teknmál. Vit tosa við Edny Poulsen, ið starvast á Sernámi, sum sernámsfrøðiligur ráðgevi, og við tekni til talu. Eisini svarar Hanus Kjølbro, frá Veðurstovu Føroya, spurningi frá lurtara, ið spyr um orðið hektopaskal.
-
16
Orðaval #15: Steintór Rasmussen
Steintór Rasmussen hevur í hálva øld skrivað sangir, umframt at hann hevur roynt seg sum rithøvundur. Føroyskt hevur verið hansara arbeiðsmál, eisini sum lærari. Øssur Egholm hevur hitt Steintór Rasmussen og prátað við hann um, hvussu hann hevur brúkt málið í sínum yrki.
-
15
Orðaval #14: Føstan, britur og staðarnøvn
Orð, ið knýta seg at føstuni, britur og staðarnøvn verða umrødd í sendingni, har Lena Reinert, ið starvast á føroyamálsdeildini, er gestur. Øssur Egolm leggur til rættis.
-
14
Orðaval #13: Málfrøðilig føll og móðurmálsundirvísing
Í Orðavali hesaferð er millum annað mállæra á skránnni. Vit hitta Bjarna Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini. Hann greiðir eitt nú frá um málfrøðilig føll, og hvussu Føroyar og Ísland hava varðveitt síni føll, meðan hini norðurlondini hava mist summi av sínum. Eisini tosa vit um móðurmálsundirvísing í Aalborg. Vilhelm Magnussen undirvísir føroyskum børnum í Aalborg tvær ferðir um vikuna.
-
13
Orðaval #12: Málsøga, Áarstovu-brøðurnir og um at týða
Gestir í sendingini hesaferð eru Dagfinn Olsen, lærari, og Marna Jacobsen, týðari. Dagfinn greiðir frá um tað málsøguliga, og um Áarstovu-brøðurnar, ið báðir vóru stór skøld. Eisini svarar hann spurningum frá lurtarum. Marna Jacobsen hevur týtt nógvar bøkur, serliga úr norðurlendskum, men eisini úr enskum. Hon greiðir frá, hvussu hon arbeiðir sum týðari, og um munin á at týða úr norðurlendskum og úr enskum máli. Lagt til rættis: Øssur Egholm.
-
12
Orðaval #11: Føroyskt í fótbólti og at flyta málsliga til Føroya
Í Fótbóltssambandi Føroya leggja tey seg eftir at hava góð føroysk orð fyri alt tað, ið stendur í fótbóltslógini. Lassen Isaksen er dómaraleiðari í FSF og greiðir frá, hvussu hetta verður gjørt. Eitt er at flyta landafrøðiliga til Føroya, men hvussu er at flyta málsliga? Tað tosa vit Liége Dimon, ið er úr Brasil, um. Lagt til rættis: Øssur Egholm.
-
11
Orðaval #10: Talumál og Norðlýsið
Í hesari sendingini er Lena Reinert gestur. Hon svarar spurningum frá lutarum, og vit viðgera eisini talumál sum heild. Umframt Lenu Reinert, so er Jóhann Lútzen, blaðstóri á Norðlýsinum, eisini gestur. Jóhann greiðir frá um Norðlýsið, sum ikki longur bert er eitt blað, men eisini ein heimasíða og ein útvarpsrás. Vit skifta millum annað orð um munin á at skriva og orða seg í einum blaði og á einum portali.
-
10
Orðaval #9: Indoeuropeiska málfamiljan
Indoeuropeiska málfamiljan er evnið í sendingini, har Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Øll europeisk mál hoyra til indoeuropeisku málfamiljuna við undantaki av baskiskum, ið er eitt sjálvstøðugt mál, og so finskum, sámiskum, estiskum og ungarskum, ið hoyra til finsk-ugrisku málfamiljuna. Tey iransku málini, serliga persiskt, og mál, ið eru skild við persiskt, eitt nú nøkur indisk mál, eru eisini partur av indoeuropeisku málfamiljuni.
-
9
Orðaval #8: Jól og veður
Í sendingin hesaferð verður tosað við Dagfinn Olsen, lærara, um orð, sum viðhvørt vera ivasamt framborin. Nomið verður við onkran sang, og so verður eisini orð skift um fótbóltsmál í miðlunum. Prátað verður eisini við Hanus Kjølbro, veðurmann á Veðurstovu Føroya, um málburð, tá tey kunna um veðrið.
-
8
Orðaval #7: Lítla jólaaftan vs. Tollaksmessa
Lena Reinert, ið er limur í málráðnum og undirvísur á Føroyamálsdeildini, greiðir millum annað frá um orðini lítla jólaaftan og Tollaksmessa, og um munur er á teimum. Eisini verða spurningar svaraðir. Tosað verður tosað við Bergtór Hjelm Bjarkhamar, prest, um málið innan kirkjugátt.
-
7
Orðaval #6: Málsøga og orð um sjónina
Í sendingini hesaferð greiðir Bjarni Steintún, ið arbeiðir á føroyamálsdeildini, frá um málsøguna, ið føroyskt hoyrir til. Eisini verður tosað um orð, sum hava við eygu og sjón at gera, eitt nú brillur og linsur. Eisini verður tosað við Sonna Smith fyrrverandi útvarpsmann m.a. um hvussu málið broyttist tey 20 árini, ið hann starvaðist í útvarpinum.
-
6
Orðaval #5: Føroyskt seinastu 150-200 árini
Føroyska málið hevur verið fyri stórari broyting og menning seinastu 100 árini. Men hvat var tað fyri eitt mál, ið føroyingar tosaðu áðrenn hendan menning byrjaði, altso fyri 150 - 200 árum síðani? Tosaðu føroyingar yvirhøvur føroyskt? Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini.
-
5
Orðaval #4: Dialektir og úttala
Øll vita vit, at tað finnast ymiskar dialektir í Føroyum, ella ymisk málføri. Í sendingini verður tosað við Sandru Saxov Lamhauge, sum er í holt við eina ph.d. um føroysk málføri á Fróðskaparsetri Føroya.
-
4
Orðaval #3: Bendingar og sangtekstir
Kári P., tónlistamaður, brúka føroyskt sum sítt arbeiðsamboð, tá hann skrivar tekstir. Kári P. greiðir millum annað frá um sangtekstirnar á útgávunum "Vælferðarvísir" og "Hinumegin Ringvegin". Lena Reinert, ið er limur í Málráðnum og starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, tosar um bendingar, og hvussu føroyingar duga at benda.
-
3
Orðaval #2: Upprunin til føroyskt
Upprunin til føroyska málið og serliga orðið "halga" vóru evnini hesa ferð. Bjarni Steintún og Helgi Abrahamsen vóru gestir.
-
2
Orðaval #1: Ensk ávirkan á føroyskt
Í sendingini hesa ferð verður tosað um enska ávirkan á føroyskt, um dialektir og um týðing og teksting í sjónvarpi. Marið E. Persson og Dagfinn Olsen vóru við í sendingini.
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...