Pressan
by Kringvarp Føroya
Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.
Episodes
-
Pressan: Jenis í kríggi móti KvF
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av Kringvarpinum er í opnum kríggi við sama stovn. Jenis av Rana heldur tað verða neyðugt, at hann gongur á odda, tá nakað er at finnast at í Kringvarpinum, tí nógv tora ikki. Jenis av Rana sigur Kringvarpið leggja sær orð í munnin í...
-
Pressan: Veljarakanningar og forsetaval í USA
Eru veljarkanningarnar fyri eitt val rættar ella í lagi, ella eru tað kanska miðlarnir, sum ikki duga at brúka veljakanningar? Hvat spáddu veljarakanningarnar undan amerikanska forsetavalinum, sum hevur ørkymlað so nógv. Kvinna hevur fingið ein Mann. Eftir í mong ár, at hava givið Kvinnu út, hava...
-
Pressan: Miðlarnir til sýn
Í hesi sendingini verður aktuelli journalistikkurin sendur til miðlasýn. Miðlalandslagið er ikki ein oyðimørk, men eru nóg nógvir grønir blettir, har tað sprettur? Hugt verður nærri eftir journalistikkinum í onkrum av teimum tíðindum, sum vit hava hoyrt seinastu dagarnar. Men stóri spurningurin...
-
Pressan: Stríðið um almenna rúmið
Sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur vinna stríðið um undirtøku millum kvinnur og menn. Í 2017 vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini í verkfalli, og tá tókist greiður samhugi vera við teirra verkfalli. Hvussu er hesaferð? Við hvøjrum orðum royna partarnir at...
-
Pressan: Álítandi tíðindi um korona
Hvussu eru leikfólk fyri, tá læknavísindi og journalistar kappast um at vera skjótast við tíðindum. Ber til at trúgva tíðindum, sum bara eru at hoyra í Føroyum, at korona-koppsetingin kemur fyri jól. Vit skifta orð um miðlarnar og kommunuvalið og hvørji evnið vera sett á dagsskránna uppundir eitt...
-
Pressan: Køvdar røddir
Ein lítil mánaði til amerikanska forsetavalið. Bera føroysku miðlarnir fyrst og fremst tíðindi hjá amerikansku demokratisku miðlunum, sum ikki hava nógv gott at bera Trump. Hvør gongur móti almenna rákinum í tilmælum og upplýsing í hesum koronatíðum. Verða røddir, sum tala at alment viðurkendu...
-
Pressan: Jørgen fekk opna mikrofon
Eingir politikarar eru við í innsløgunum, men summir borgarstjórar er firtnir um valini, sum Dagur og vika hava gjørt. Týsdagin skipaði Fíggjarmálaráðið fyri tíðindafundi í Kongshøll, men journalistarnir spurdi ikki, tað gjørdu afturfyri tveir andstøðupolitikarar. Georg L. Petersen…
more -
Pressan: Stroyming hevur gjørt innrás
Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma. Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari...
-
Pressan: Búskaparfrágreiðngin sum stórtíðindi
Tvær ferðir um árið ruddar formaðurin í Búskaparráðnum allar forsíður, tá ráðið hevur tikið fepurin á føroyska búskapinum. Og miðlarnir fara rennandi aftaná við boðskapinum frá formanninum. Men hvør verður klókari, kunnu vit spyrja? Higartil hava privatu miðlarnir fingið 2 mill. kr í miðlastuðli....
-
Pressan: Almenn kunning og fótbóltsprát
Síðani 12. mars hevur løgmansskrivstovan staðið fyri almennari kunning um korona. Í sendingini hoyra vit um hugskot og ætlan við kunningini. Skal ein vertur koyrast av eini fótbóltssending, tá ein venjari kemur við hvøssum viðmerkingum? Gestir: Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevi...
-
Pressan 220520
Hoyr sendingina her
-
Pressan: Tíðindafundir yvirtaka Kringvarpið
Higartil hevur kringvarið staðið opið fyri boðskapunum frá landsstýrinum á tíðindafundunum, men hvussu leingi skal hetta standa við. Og kann ella eigur kringvarpið at seta treytir við, hvat innihaldið er og hvør er við á tíðindafundunum. Fleiri sendingar í kringvarpinum brúka Facebook - bæði sum...
-
Pressan: Senda greiðar boðskapir
Á hvørjum tíðindafundi, har løgmaður hevur verið við, hevur løgmaður lagt fyri við eitt slag av røðu, sum tykist fyrireika áðrenn. Tað vil siga, at her hevur løgmaður - helst saman við øðrum - hugsað seg um, hvussu orðini skulu sigast. Ein roynd at gera dagsins boðskap greiðan og at vinna…
more -
Pressan: Tey ringu tíðindini eru tey best
Eigur ein Public-Service tíðinastovnur eisini at hugsa um mentalu heilsuna hjá sínum lurtarum og hyggjarum. Ella mugu vit sættast við - at miðlarnir fyrst og fremst og onkutíð bara viðgera evni eftir um tey hava týdning fyri okkum? Tey góðu tíðindini eru, hvussu fá eru smittað og hvussu nógv eru...
-
Pressan: Etikkurin úr sóttarhaldi
Á tíðindafundinum hjá løgmanni hósdagin vóru føroyingar - ella summir føroyingar - skeldaðir, tí bæði fyritøkur og onnur vildi lata uppaftur skjótari enn myndugleikarnir høvdu tilrátt. Kom kuril í kunningina á tíðindafundinum fyri páskir, har alt var málað ov bjartskygt. Gestir: Anne Metta Greve...
-
Pressan: Falstíðindi í koronatíðini
Stríðið móti falstíðindum - fake news - er avgerandi í hesum døgum, har eftirspurningurin eftir upplýsingum er sera stórur. Eisini sonevnd akademisk vitan verður oyst út, men er heldur ikki altíð álítandi, tí fólk pynta seg við akademiskum heitum. Og vit viðgera eisini, hvussu tað sum byrjaði sum...
-
Pressan: Ber til at tala serfrøðingum ímóti
Myndugleikarnir hava havt at kalla einkarrætt upp á upplýsingar, men vit eru kanska á veg inn í eina nýggja bylgju, har miðlarnir kunnu spyrja hvassar spurningar. Luttakarar, Jóannes N. Dalsgaard, stjórmálafrøðingur, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Sveinur Tróndarsson, blaðstjóri Dimmalætting,...
-
Pressan: Orðini í almenna rúminum
Pressan velur tríggjar vegir inn í almenna rúmið: hvør retorikkur verður brúktur í almenna rúminum, hvussu við øllum tølunum, sum hurra runt og hvussu broytist okkara atferð. Gestir: Árni Gregersen, journalistur, Katrin Petersen, journalistur, Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Dánial Hoydal,...
-
Pressan: Tilbúgving í miðlunum
Men útvarpið og hinir miðlarnir halda seg eisini hava skyldu at veita borgarunum tænastur, tá veðrið er ringt ella aðrar hendingar ávirka gerandisdagin. Men heilsutilbúgvingin liggur einsamøll hjá heilsumyndugleikunum. So kunnu miðlarnir sjálvir velja og vraka millum hvørjar upplýsingar teir…
more -
Pressan: Pengar til krabba er Public Service
Korona-virussið vinnur fram á hvørja forsíðu, men hvussu væl vanda miðlarnir sær í viðgerðini av smittuni og sjúkuni. Er markið greitt millum marknaðarføring og journalistikk, tá Kringvarpið fylgir Koks, sum var tað fótbóltslandsliðið hjá monnum. Gestir: Ivan Niclasen, stjóri KvF, Kári Mikkelsen,...
-
Pressan: Søgur sigast í podvarpi
Telefonin og teldan eru sambindingarliðið millum tey, sum framleiða sonevndar poddvarp-sendingar, og tey, sum hava hug at lurta eftir poddvørpunum, sum verða lagdar onkrastaðni á netið. Í løtuni er nógv av tí tilfarinum ókeypis. At framleiða er ómakaleyst, og við telefonini ber til at leita...
-
Pressan: Arbeiði við síðuna av
Hvørji størv og hvørji áhugamál kunnu journalistar hava við síðuna av sínum arbeiði og eigur lurtarin ella hyggjarin at fáa at vita tað? Public Service-sáttmálin er avtalanum millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. Nú skal nýggjur sáttmáli gerast og enn einaferð viðgera vit, hvat liggur í…
more -
Pressan: Myndin skal vekja kenslur
Myndin kann vekja kenslur, dokumentera og lokka í journalistikkinum. Onkuntíð kann myndin standa einsamøll og onkuntíð samstarvar myndin í tekstin. Føðingardagsheilsa til Lindina, sum hevur sent í 20 ár. Gestir: Amy Hansen, fotografur, Tróndur Dalsgarð, fotojournalistur og Klara Johannesen,...
-
Pressan: Umhvørvið í miðlunum
Ber til hjá miðlunum verða kritiskir móti teimum sterku kreftunum, ið vilja stýra umhvørvisorðaskiftinum? Coronavirus hevur gjørt um seg seinastu tíðina. Hvar liggur markið millum neyðuga upplýsing og ræðsluherferðir? Ræða miðlarnir sínar lurtarar, hyggjarar og lesarar, ella eru miðlarnir við í...
-
Pressan: Betri miðlar - fleiri lýsingar
Lansdstýrismaðurin ætlar at taka lýsingarnar burtur úr útvarpinum, men spurningurin er um aðrir føroyskir miðlar fara at fáa meiri í sín part, um tað hendir. Lýsingarfyritøkurnar hava nú fleiri pallar - enn føroysku miðlarnar - at velja millum til sínar kundar. Miðlarnir eru framveigs knýttir at...
-
Pressan: Framtíðin er her
Hvussu er miðlanýtslan broytt seinastu 10 árini - og hvørji eru útlitini? Eldru ættarliðini velja útvarp og sjónvaro, men tey yngri enn 45 ár velja aðrar miðlar. Spyr.fo hevur gjørt kanning fyri Pressuna um miðlanýtslu. Gestir: Ivan Niclasen, stjóri KvF, Rúnar Reistrup, nevndarformaður, Martin N....
-
Pressan: Journalistar blanda seg uppí í rættinum
Kann journalistikkur vera óheftur av persónligum politiskum sjónarmiðum, verður spurt. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, heldur, at kringvarpið var ikki objektivt í viðgerðini av býtinum av makreli til línu- og garnaskip. Væntandi kemur nýggj rættargangslóg í gildi í ár og fyri almenningin og...
-
Pressan: Miðlar á einum vegamóti
Miðlarnir á einum vegamóti. Soleiðis var heitini á einum fundi, sum Føroysk Miðlafólk skipaðu fyri 30. november. Spurt var hvørjar avbjóðingarnar eru í føroyska miðlaheiminum og hvørja framtíð ganga miðlarnir ímóti. Útskiftingin á redaktiónunum er stór, fíggjarliga botnlinjan trýstir…
more -
Pressan: Nøkur pressubrot frá 2019
Bæði fólkatingsval og løgtingsval vóru í 2019 og tvær loyniupptøkur settu eisini dagsskránna. Onnur frá landsfundinum hjá Tjóðveldi í Suðri og hin úr Vinnumálaráðnum. Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
Pressan: Fáa vit betri miðlar við miðlastuðli
Átta privatir miðlar hava fingið tvær milliónir í miðlastuðli. Stuðulin skal kunna veitast tíðindamiðlum, hvørs redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum, verður sagt. Men gera tvær milliónir...
-
Pressan: Kunnu vit trúgva øllum keldum
Bæði Jørgen Niclasen og Bárðujr á Stein Nielsen sáa iva um tað, sum Herálvur Joensen, aðalstjóri, sambært Berlingske skal hava sagt um fundin teir báðir vóru á við kinesiska sendiharran. Gestir: Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í...
-
Pressan: Fútaforboð og pressufrælsi
Mugu upplýsingar, sum eru týðandi, ikki sigast, um tey eru fingin til vega við einum møguligum lógarbroti? Gestir: Ingi Højgaard, advokatur, Sjúrður Skaale, fólktatingslimur, Bill Justinusse, formaður í uttanlandsnevndini, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri...
-
Pressan: Lesarabrøv kunnu grava gjáir millum fólk
Lesarabrøv hava í nógv ár verið leiðin hjá vanliga føroyinginum upp í almenna kjakið. Men í dag eru lesarabrøvini fækkað og ofta blivin til hvassar og persónligar viðmerkingar á Facebook. Gestir: Beate L. Samuelsen, journalistur, Gunnar Skúvadal, journalistur og eigari av vp.fo og Niels Uni Dam,...
-
Pressan: Skyldan hjá miðlum at ummæla
Miðlar hava eina skyldu at ummæla føroyska list, og føroysk list skal metast eftir altjóða stiga og ikki eftir onkrum serligum føroyskum stiga. Gestir: Hallbera West, Ph.d. í stjórnmálafrøði, Kaj Joensen, journalistur, Jógvan Hugo Gardar, journalistur, Ria Tórgarð, leikstjóri og sjónleikari og…
more -
Pressan: Nær eru duldar myndir neyðugar
Í bókini Svik, sum Jan Lamhauge hevur skrivað, verða nógv fleiri viðurskifti í Kringvarpinum viðgjørd og nógvir medarbeiðarar nevndir. Hvussu ber til hjá Kringvarpinum at viðgera eina bók, har Kringvarpið sjálvt fylgir so nógv? Og ber yvirhøvur til, at Øssur Winthereig, tekur hetta evnið upp, tá...
-
Pressan: Harra ella frú forsætispersónur
Ikki er nóg mikið at halda, at øll eru hon ella hann - summi eru millumkynd. Hvussu klárar málið at fevna um øll og skal málið í miðlunum royna at vera kynsnevtralt? Hevur tað týdning at siga, hvat kyn ein forsætis"persónur" er - forsætisráðharri ella forsætisråðfrú? Metter Frederiksen hevur…
more -
Pressan: Kær miðlarnar, um tú líður órætt
Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið eru galdandi fyri allar miðlar, men kæruvegurin kann tykjast heldur tungur og drúgvur. Hvønn týdning hevur tað, tá avtala verður gjørd millum journalist og tann, sum samrøða verður gjørd við. Georg L. Petersen svarar, hvat hendi við samrøðuni við Ewald Kjølbro,...
-
Pressan: Lýsingar inn í blaðgreinar
Kvinna er farið at brúka handilsfrymilin, har handilsfyritøkur kunnu keypa sær umrøðu í blaðnum. Men spurningurin er um tað verður nóg væl merkt, at talan er um lýsing. Brúkaraumboðið sigur, at tað skal standa týðiligt, tá gjald er millum blað og innihald í eini grein. Kann umrøða í miðlunum fáa...
-
Pressan: Fótbóltur fyrst og fremst
Í vikuni bórust tíðindi um eina kvinnu, sum noyddist at eiga í Føroyum og aftaná fekk at vita, at hon sjálv skuldi gjalda rokningina. Útvarpið gjørdi nógv burturúr hendingini, sum var knýtt at syrgiligu umstøðum í familuni. Spurt verður, um í so stórur dentur var lagdur á kendslubornu…
more -
Pressan: Politiska slóðin hjá journalistum
Gestir: Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í KvF, Hans Pauli Tórgarð, tónleikari og undirvísari og Jóhan Hentze, tónleikari og musikklærari. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Jóhann Lútzen, stjóri Norðlýsi og Dánjal Højgaard, journalistur og løgfrøðingur á Starvsmannafelagnum. Við…
more -
Pressan: Andsøgn millum talufrælsi og trúarfrælsi
Heini í Skorini útgreinar, hvussu rákið er, at talufrælsið í heiminum verður skert við rættinum til trúarfrælsi, sum grundgeving. Kári Sólstein, leiðari av mentanardeildini, er eisini í útvarpsstovuni. Gestir: Birgir Kruse, Kári Sólstein og Heini í Skorini Viðtøknipultin: Dánjal Tavsen Lagt til...
-
Pressan: Vísindi í miðlunum
Gestir: Ivan Hentze Niclasen, stjóri KvF Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini Kári Sólstein, deildarleiðari KvF Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
Pressan: Jenis av Rana og Kringvarpið
Ynskið hjá formanninum í Miðflokkinum er at avtaka Kringvarpið og nú umsitur hann sama stovn. Miðlafólk skifta orð um, hvønn leiklut miðlarnir høvdu í valstríðnum til løgtingsvalið. Var Kringvarpið ov stýrandi í vali av evnum, og hvar blivu veljararnir av. Og hvar blivu kvinnurnar av. í Studio:...
-
Pressan: Grindamyndir órógva G!
Gestir: Sigvør Laksá, stjóri G-festivalurin, Gunnar Skúvadal, stjóri vg.fo Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum Ivan Niclasen, stjóri, Kringvarp Føroya Skjøl um Public Service: https://kvf.fo/kvf/um-kvf/public-service Við tøkniupultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur...
-
Pressan: Valstríðið í KvF og kvinnurnar á listunum
Gestir um eftirmeting av valstríðnum: Jacob Vestergaard, Fólkaflokkinum, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Jóhann Mortensen, journalistur, Árni Gregersen, journalistur, og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, KvF. Gestir um kvinnurnar á listunum: Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, og Bjørt...
-
Pressan: TIlflytarar í KvF og Løkke í miðlunum
Knappliga boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, frá, at hann kom til Føroya at reka valstríð - hvussu nógv pláss eigur forsætismálaráðharrin at fáa í føroysku miðlunum. Gestir: Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Jóhann Lützen, stjóri Norðlýsi. Um integrasjón og miðlar: Siri...
-
Pressan: Atlantic Radio og Rás 2 eru 20 ár
Gestir: Georg L. Petersen, nýsettur tíðindaleiðari í Kringvarpinum Tróndur Vatnhamar um Atlantic Radio, Petur Jacobsen, Sonne Smith og Óla Jákup Rólantsson um Rás 2 og Eyðfinn Drewsen um FM1. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
Pressan: Gamalt og ófyrireikað valstríð
Gestir: Eydna Skaale, retorikari, greinar formansumfarið týsdagin 7. mai. Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari, KvF og Árni Gregersen, politiskur journalistur í Miðlahúsinum. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
Pressan: Miðlarnir um Glasir og tingmannalønir
Gestir: Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Ruth Vang, Framsókn, Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, Helena Dam á Neystabø og Hjalmar Zachariassen, Framtakið. VIð tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
Pressan: Journalistikkur í smáum samfeløgum
Gestir: Gestur Hovgaard, leiðari á deildini fyri samfelagsvísindi á lærda háskúlanum í Nuuk, og Liljan Weihe, kandidatur í sosialvísindi og journalistikki, sum hevur skrivað ritgerð um journalistikk í smáum samfeløgum. Lagt til rættis: Øssur Winthereig
About this show
Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.
Hosted by
Kringvarp Føroya
Categories