PODCAST · news
Røddinlive
by Kringvarp Føroya
RöddinLive er ungdómsútvarpssendingin hjá Röddini. Sendingin til ung frá ungum. Hoyr alskyns samrøður og søgur um viðurskifti, sum viðkoma ungdóminum í Føroyum.Sendingin verður send hvørt fríggjakvøld klokkan 20. Vertir eru Beinir Bergsson og Hjørdis Kiara Zachariassen.
Episodes
-
Ervið hjá »RøddinLive«
Tað byrjaði tann 8. september í 2014, tá sendingin skifti navn frá »Reiðrið« til »RøddinLive«. Tað er við sorgblídbni, at vertirnir Beinir Bergsson og Hjørdis Zachariassen nú jarða sendingina. Vit práta við ein gamlan vert, sum hevur verið við til at halda støðið høgt og samstundis gera…
more -
RøddinLive: Waa
Bárður Nær er komin inn í studio at greiða frá, hvat samband hann hevur við hipp hopp. Hann er eisini kendur sum B-Næsty og dugir væl at hugleiða. Hann tosar um alt frá hipp hopp til, hvussu kvinnur yvirtaka heimin, og endar við at tosa um, hvussu ávís tøl hava eina ávirkan á lagnuna hjá...
-
RøddinLive: Orðblindni/Dyslexia
Onkur varð staðfest orðblind í 8. flokki, ein annar í HF og hin triðja í student. Vit práta við trý ung, sum eru orðblind, um teirra tilgongd at verða staðfest við orðblindni/dyslexia. Vit hoyra tær ymisku søgurnar, og so práta vit eisini við ein, ið hevur verið orðblindalærari. Hann greiðir frá,...
-
- At vera orðblindur er eingin umbering
Tað er ymiskt, nær mann fær staðfest, at mann er orðblindur, men Tóra Pálsdóttir Isholm fekk tað staðfest í seinnu helvt av 1.s í Hoydølum. Hon greiðir frá, at tað er øgiliga týdningarmikið at læra seg at brúka tey amboðini, ið mann fær, sum skjótast, tí so kann mann líka nógv sum øll onnur.
-
RøddinLive: Móðurmálið
Linnéa L. Petersen og Elsa Brestisdóttir Patursson eru gestir í sendingini, tí tær hava sera ymiskar hugburðar um tað føroyska málið. Eisini práta vit við Málráðið og Bókadeild Føroya Lærarafelags.
-
RøddinLive: Upptakt til FMA
Fyrst hitta vit Boga Andreasen, ið er ein av teimum, sum skipa fyri tiltakið "Upptakt til FMA". Eisini práta vit við ein av fyriskiparunum í FMA, um hví tað er umráðandi at hava eitt slíkt tiltak. Fleir ung eru tilnevnd. Eitt nú práta vit eisini við Benjamin Rajani og Jenny Kragesteen, ið eru…
more -
RøddinLive: Ungdómshús
Tann 5. mars verður tað 10 ár síðan, at ungdómshúsið á Jagtvej 69 í Danmark varð rivið niður. Tað, at tey lukkaðu hetta ungdómshúsið, elvdi til eitt stríð millum mynduleikarnar og ungdómin. Summi fólk eru enn ill um hetta, og í kvøld ætla vit eisini at práta við eina, sum plagdi at ganga har. Tað...
-
Hang út í Úthanginum
- Tað er eitt gott arbeiði, og tey ungu uppføra seg øgiliga væl, greiðir Elin Maria Olsen frá. Hon er ein av teimum, sum arbeiða í Úthanginum, ungdómshúsinum í Kollafirði, og víðari greiðir hon frá, hvussu umdtøðurnar eru har, og hvat tey plaga at gera har. Eisini práta vit við tvye ung, sum…
more -
Føstulávint Er Mítt Navn
Í kvøld hava vit verið í Suðuroy, har vit hava práta við Unu Rósa Birgisdóttir, Eyðrið Mortansdóttir, sum greiða frá stuendaveitslu. Julian Lava, ættaður úr Sumba, greiðir eisini frá tunnusláttrinum í Sumba. Eisini hava vit havt tveir gestir. Tey eru Tordis Torvaldsdóttir Gaardlykke og Lauru Edit...
-
- Tunnusláttur í Sumba er nakað serligt
Tað byrjar við skrúðgongu og endar í dansi. Soleiðis gera tey í Sumba, tá tey fara í holt við tunnusláttri. Afturat hesum so lata tey seg eisini í ein ávísan búna, og so byrja tey at sláa tunni. Julian Lava, ættaður úr Sumba, greiðir frá, hvussu hesin tunnuslátturin fer fram, nú hann hevur 50 ára...
-
- Tað snýr seg um ein dag
Eina ferð um árið skipar Glasir í Hoydølum fyri einum degi, har tey savna pening inn til ein skúla í Bolivia. Tað er ymiskt, hvat tey ungu halda um arbeiðið, og nevndin, sum skipar fyri degnum, hevur fingið fleiri átalur frá næmingunum. Serliga eru næmingarnir ónøgdir við, at frávera verður...
-
- Ikki seinastu ferð, at eg standi á pallinum
Norði í Klaksvík verður leikurin Landastrokið framfrødur, og Rólant Reginsson Biskopstø er ein av leikarunum. Hann greiðir frá, hvussu tað er at spæla sjónleik.
-
RøddinLive: Leikur, Bolivia og Vika Sex
Vit flyta okkum frá Klaksvíkini, har ein leikur verður spældur, til vælgerandi arbeiði í høvuðsstaðnum . Eisini møttu fleiri fólk upp til tiltakið Vika Sex, har vit práta við ymisk fólk. Tey leggja dent á, at tað er týdningarmikið, at tey ungu kenna síni rættindi. Nakað, sum fyllir nógv í...
-
- Eg misti trý ár av mínum lívi
“Golden Maps” er ein mappa við fleiri myndum, ið bleiv send runt millum fólk. Í mappuni eru fleiri myndir av naknum kvinnum í Føroyum, ið høvdu við áliti tikið eina mynd til partnarin hjá sær. Lítið vistu hesar kvinnur um, at fleiri onnur eisini fóru at fáa hendur á hesar myndir. -Eg føldið meg...
-
- Mær nýtist ikki heilivág longur
Milja fekk eina deprisjón, tá hon eftir fólkaskúlan fór á eftirskúla. Eftir at hava gingið á eftirskúla kom hon heim aftur og fekk samband við barna psykiatriina í Havn, har hon fekk staðfest ADD og asperger.
-
- Fólk góðtaka og skilja meg nú
Rúna greiðir millum annað frá, at tað var ringt at ganga í fólkaskúla, tí hon fekk altíð skyldina fyri alt, og eingin trúði henni. Eisini sigur hon, at eftir, at hon hevur fingið staðfest ADHD er tað vorðið lættari at ganga í skúla, hóast hon ikki tekur heilivág, tí nú skilja eitt nú lærarar hana...
-
- Ein fjølbroytt ljós tíð
Vetrarljós ynskir at bjóða ljósum tíðum vælkomnar við list, livandi tónleiki og nógvum ørðum góðum. Saman við SEV og Visit Tórshavn hevur Sonja Johannesen skipað fyri tiltakinum 'Vetrarljós', ið verður kring allan høvðusstaðin leygardagin tann 4 febuar. Hoyrið Sonju greiða frá endamálinum við...
-
RøddinLive: ADD/ADHD
Nær er mann ófriðarligur, og nær er mann sjúkur? Vit práta við ung, sum stríðast við at passa inn í karmarnar, sum samfelagið setir. Tað veri seg frá at vera ADD, ADHD og tað at vera øðrvísi enn hini.
-
- Tey fingu somu behandling sum vit
Poul Johan á Torvlaðnum hevur ongantíð fingið staðfest ADHD, men alíkavæl hevur tað verið torført hjá honum at sita stillur í skúlanaum. Tey, sum megnaðu at sita still, og tey, sum ikki megnaðu tað, fingu somu behandling, sigur Poul Johan.
-
RøddinLive: Samkomulív
Ymiskt er, hvussu tey ungu verlja at praktisera sína trúgv. Summi fara á bíbliuskúla fyri at styrkja trúnna og onnur rappa um hana. Vit ferðast frá Sørvági til Oyndarfjørð og vitja støð har ímillum fyri at vísa, hvussu ymiskt samkomulívið kann vera.
-
Hvør er føroyski rapparin Lekkri Swen?
Hans Jákup Abrahamsen eisini kendur sum Lekkri Swen greiðir frá um sjónbandaløgini og sangirnar hjá íspunna rapparanum.
-
- Samkomurnar koma meira saman í dag
Ungdómurin møtir væl upp til tiltøk sum Alive, og tað fegnast fyriskipararnir Krista Áargarð og Ulla Eysturtún um. Ungdómurin er broyttur sera nógv ígjøgnum tíðina. Í dag ganga fólk í samkomum, sum tey vanliga ikki ganga í. - Vit hugsa meira um tað, sum vit hava til felags og ikki umvent, sigur...
-
- Tað er ikki bert eitt slag av presti
Niðri í Danmark lesur Hanus Pál Jógvansson guðfrøði. Síðan hann gekk í fólkaskúlanum, hevur hann havt vónir um at gerast prestur. Hann metir eisini, at tað er týdningarmikið, at hann skal lurta eftir fólkinum sum prestur.
-
- Mín trúgv hjálpti mær at velja starv
Tað er ymiskt, hvønn leiklut átrúnaðurin splælir í starvinum. - Mín trúgv hjálpti mær at velja mítt starv, sigur Jógvan Martin Davidsen. Harafturat stuðlar hansara trúgv eisini uppundir framtíðararbeiðið sum sálarfrøðingur.
-
- Mann kann vera penur andaliga
Umframt at lesa til lærara so hevur Dina Jensdóttir Bech við heimasíðuni vakurleiki.fo. Endamálið hjá henni er at savna andaligt tilfar, og hon ger alt fyri at øll kunnu fáa henara boðskap. Hon ger video og skrivar tekst undir, so tey dulu kunnu lesa, hvat Dina tosar um, hon skrivar greinar og...
-
- Avbjóðandi at biðja fyri fremmandum
Á skúlanum verður nógvur dentur lagdur á yvirnatúrliga partin av kristnilívinum so sum grøðing, at profetera og kunnskaparorð. Serliga tað at fara út á gøtuna at biðja fyri fremmandum fólki helt Sára vera rættiliga avbjóðandi, men hon hevði avgjørt ikki vilja verið árið á bíbliuskúlanum fyri…
more -
RøddinLive: Umhvørvi
Í sendingini práta vit við umboð fyri SlowfoodFøroyar um tiltakið Diskosuppa í Perluni, Ingmar Valdemarson á Løgmansbø frá NGOini Ringrás og umhvørvisáhugaðu Elsu Berg. Eisini vitja vit á Brennistøðini á Hjalla og hoyra um kókibókina, sum 17 ára gamla Katrin Joensen-Næs skjótt gevur út. Klummuna...
-
Byrjaði at skriva kókibók sum 14 ára gomul
Tað eru ikki nógv fólk, ið megna at geva eina kókibók út sum 17 ára gomul, men tað er tað, sum Katrin Joensen-Næs er í holt við. Hon byrjaði uppá at skriva bókina sum 14 ára gomul, tí hon føldi, at eingin trúði, at hon fór at klára tað. Verkætlanin er nú skjótt liðug, og hon er til reiðar at…
more -
Á Brennistøðini ganga tey eisini upp í umhvørvið
Á myndini sæst kontrolstólurin hjá tí, sum stýrir ruskbrenningini á Hjalla. Síggj eisini myndirnar hjá Vár Samuelsen frá Brennistøðini á leinkjuni: http://kvf.fo/roddin/greinar/2017/01/20/ta-ruskid-savnast
-
- Man kann breyðføða túsund fólk
í 2009 setti Olga Biskopstø Slowfood á stovn í Føroyum. Slowfood er ein altjóða felagsskapur, ið er eitt mótmæli ímóti "fast-food" ketum. Slowfood leggur dent á burðardygd og at stimbra lokala matmentan. 10. jan. var eitt tiltak í Perluni, ið Slowfood Føroyar skipaði fyri. Frívillig høvdu savnað...
-
- Ansið eftir náttúruni!
- Tá vit fara ein túr út í okkara vøkru náttúru, so verða vit bergtikin, sigur 19 ára gamli Hans Meinhard í Eyðansstovu. Ungdómurin er ikki stórur í Mykinesi, men Hans Meinhard, sum er helvtin av teimum, hevur eina greiða fatan av, hvussu vit skulu fara um náttúruna.
-
-Tað er torført at seta orð á nakað so stórt
Tann 8. jan var ein serstakur dagur fyri landið. Tað var júst tá, U21 føroyska landslið í hondbólti vann á Finnlandi. Hesin heiðuri gjørdi, at U21 slapp víðari til HM, sum verður í Algeria komandi summar. -Sum ítrottarfólk strembar tú altíð eftir fyrsta plássi. Men hetta var langt uppi yvur allar...
-
- Vit eru øgiliga nøgd við tiltakið
Tá kjakið snýr seg um at fáa øl og vín út í handlarnar, so er tað ymiskt, hvat tey ungu halda. Ungmannafelagið Ung fyri Miðflokkin, ið skipaði fyri tiltakið í Perluni um at fáa øl og vín út í handlarnar, heldur, at tað er týdningarmikið at tosa um slík evni.
-
- Vit kunnu læra frá hvørjum øðrum
Fleiri ung vóru møtt upp niðri í Perluni, tá Ung fyri Miðflokkin hevði skipað fyri einum tiltakið, ið snúði seg um at fáa øl og vín út í handlarnar. Tey ungu spurdu eisini fleiri spurningar, og Luis Pellecer úr Michigan spurdi fleiri av teimum spurningunum. Hann hevur eitt annað sjónarmið enn...
-
RøddinLive: Aktuelt
Fleiri tiltøk hava verið frammi í seinastini, eitt nú skipaði Ung fyri Miðflokkin fyri einum tiltaki niðri í Perluni, og næmingaráðið í Hoydølum skipaði fyri einum kvøldi við gýsarum. Vit viðgera nøkur av teimum mongu aktuellu tingunum, ið gera nógv um seg í byrjanni av 2017.
-
- Tað er stuttligt at drilla mannfólk við
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Røddin viðger dating appina Tinder. Aftur í apríl mánaða gjørdi ein av okkara skrivarum eitt lítið eksperiment við dating appina. Hon vildi vita, um mann kundi skora við at nýta ymiskar tekstir hjá Páll Finnur Páll. Páll Oddur Rubeksen, limur í sangbólkinum, heldur…
more -
RøddinLive: Tinder
Tinder appin hevur Tinder er ein dating app til fartelefonir og teldlar, har tú blaðar gjøgnum tær gentur ella dreingir ? alt eftir, hvørjum tú leitar eftir ? sum eru í ávísari frástøðu frá tær. Tú sært bert nakrar myndir, ein stuttan tekst, áhugamál og felags vinir á Facebook. Fyri at dáma…
more -
Panel: - Tað gevur eina falska kenslu
Tað eru fleiri fólk, ið nýta dating appina Tinder, men hvørja ávirkan hevur tað á ungdómin? Jóhan Djurholm og Rannvá Eydna Sunadóttir MacIntosh viðgera appina í mun til dagsins samfelag og aðrar appur.
-
- Tinder er tíðarspill, um fólk ikki eru erlig
Umframt at vera fortalari fyri, at fólk skulu vera erlig, tá tey nýta datingappina, so heldur hann eisini, at føroyingar brúka tinder eitt sindur øðrvísi enn aðrastaðni.
-
- Vinkonan yvirtók datina
- Viðhvørt høvdu vit allar fýra 'matchað' við hvør sín drong og møttust við teimum um kvøldið, men so hendi tað onkuntíð, at tann, sum hevði 'matchað' við ein, ikki helt hann vera so áhugaverdan allíkavæl, men at onkur onnur vinkona helt hann vera áhugaverdan, og so hugnaðu tey sær bara í staðin....
-
Gullkorn frá 2016
Vit hava leitað í savninum og funnið fram nøkur stuttlig brot, ið hava verið frammi í RøddinLive.
-
- Dreymurin er at vera sjónleikari
Hoyrið hana greiða frá, hvussu lívið er sum leikari á einum leikpalli og framman fyri einum kameraði.
-
Hvat bleiv av føroyska zombie filminum?
Teir hava síðani 2016 flutt útokomudagin hálvt ár í senn. Í løtuni vóna teir, at filmurin verður klárur á sumri 2017.
-
- Eg havi einki situatiónsfornemmilsi
Andriasi dámar væl at arbeiða við at bróta tabu og at viðgera evni, ið fólk kanska ikki práta so nógv um í gerandisdegnum
-
RøddinLive: Filmslist
Vit práta við Ásu Pálsdóttir, ið spældi høvuðsleiklutin í einum av geytafilmunum og Andrias Høgenni, sum í ár vann bæði Geytan og áskoðaravirðislønina. Maria Winther Olsen ummælir eisini geytafilmarnar. Vit sóknast eftir føroyska zombie filminum og fregnast, um føroyingar enn ganga í biograf....
-
- Tú kanst blíva púra vekk í einari bók
Ikki eru tey nógv ung, ið læna bøkur longur, men vit práta við Tóru Sigmundsdóttir Brestsson, tí hon er ein av teimum, ið ganga regluliga í bókasavninum í Klaksvík. Eisini hoyra vit, hvat tey, sum arbeiða har, hava at siga um evnið
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
RöddinLive er ungdómsútvarpssendingin hjá Röddini. Sendingin til ung frá ungum. Hoyr alskyns samrøður og søgur um viðurskifti, sum viðkoma ungdóminum í Føroyum.Sendingin verður send hvørt fríggjakvøld klokkan 20. Vertir eru Beinir Bergsson og Hjørdis Kiara Zachariassen.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...