Episodes
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (17:17)
Í hesum 17. og seinasta partinum hoyra vit um, hvussu súgdýr koma fyri seg. Umrødd verður ein 47 milliónir ára gomul steinrenning av einum súgdýri. Steinrenningin er so væl varðveitt, at til ber at siga, hvat hetta lítla kvenndýrið át til seinastu máltíð. Dýrið verður nevnt Ida. Steinrenningar av...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (16:17)
Í hesum 16. parti hoyra vit um, hvussu gamalt lívið á jørðini er, og hvussu tað hevur lagað seg til ógvuliga umskiftiligar jarðfrøðiligar umstøður. Kom lívið uttan úr rúmdini? Ella kom tað í á jørðini, og um so er, er tað so kanska íkomið fleiri ferðir? Tað vita vit ikki enn. Greitt verður frá...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (15:17)
Í hesum 15. parti hoyra vit um, hvussu veðurlagið á jørðini broytist, og at tað ber til at rokna, nær ístíðir verða. Serbin Milankovic greinaði, hvørjar stjørnufrøðiligu orsakirnar eru til ístíðir. Jørðin gongur um sólina í einari ellipsu, men ellipsan broytir skap. Fyrst er hon næstan…
more -
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (14:17)
Í hesum 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Fritz Zwicky var fyrstur at vísa á, at rúmdin hevur í sær tilfar, sum ikki sæst. Verða ástøðini fyri alheimin borin saman við eygleiðingar, er úrslitið, at vanligt tilfar er 4,6% og 22,8% er myrkt tilfar - tað…
more -
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (13:17)
Í hesum 13. parti hoyra vit um, hvussu málitólini gerast betri. Og at málingar verða gjørdar úr rúmdarførum. Ávíst verður, at úr allari rúmdini streymar ein fullkomiliga jøvn elligomul geislaleivd, sum seinni ger tað møguligt hjá granskarum at seta aldur á alheimin og eisini at meta um, hvussu...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (12:17)
Í hesum 12. parti hoyra vit um, tá rúmdarferðirnar byrja. Søguliga hava einfaldar rakettir verið brúktar sum fýrverk og sum dvápn í fleiri hundrað ár. Kinesarar sendu eldørvar móti mongolum í 1200-árunum, og so við og við verða rakettir mentar til rættilig vápn. Serliga tveir undangongumenn í...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (11:17)
Í hesum 11. parti hoyra vit um, hvussu Gamow og Alpher rokna kjarnasamruna í Big-Bang. Teir vísa á, at við Big-Bang ástøðinum sum grundarlagi ber til at skilja lutfalsliga býtið millum hydrogen og helium, og hví hesi bæði lættastu grundevnini eru meginparturin av øllum grundevnum í alheiminum....
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (9:17)
Í hesum 9. parti verður hoyra vit um nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um, hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar, verður viðgjørdur. Eisini verður sagt frá, hvussu fyrstu frástøðurnar til stjørnurnar umsíðir verða roknaðar. Um hvussu Thomas Wright, sum tann fyrsti…
more -
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (8:17)
Í hesum áttanda parti verður sagt frá um hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar. Lættar stjørnur verða seinni til reyðar kempur og enda sum hvítir dvørgar. Hetta tekur milliardir av árum. Eitt stórt skýggj av gassi og dusti dregur seg saman, hitin í miðdeplinum verður so...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (7:17)
Onkrir samanbrestir hava verið gjøgnum tíðirnar, og týðilig tekin eru ymsa staðni á jørðini. M.a. var ein samanbrestur fyri umleið 65 mió árum síðan, ið oyddi stóran part av øllum lívi á jørðini. Greitt verður frá muninum nær sagt verður meterorid, meteor, meteorite, ella á føroyskum…
more -
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (6:17)
Í hesum 6. parti verður sagt frá um áttandu og ytstu gongustjørnuna Neptun, sum ikki var funnin av tilvild, men tí granskarar høvdu varhuga av einum himmalknøtti. Útrokningar vístu, hvar skuldi leitast, og í 1846 varð Neptun funnin. Síðan verður sagt frá tí, sum er at síggja á himmalhválvinum. Um...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (5:17)
Í hesum 5.parti verður sagt frá um kraft- og rørslulógir Newtons og lógina um atdráttarkraftina. Og um tíðina eftir Newton. Hvussu jørðin verður býtt upp í longdarstig, og um urið, sum gekk uttan at tað seinkaði og sum toldi rullið umborð á skipi. Fyrsta kvinnan Caroline Herschel, finnur eina...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (4:17)
Í hesum fjórða parti verður sagt frá um Merkur, sum er gongustjørnan, ið er næst sólini, og um Venus, sum er onnur gongustjørnan í raðnum frá sólini. Og eisini um jørðina, sum er nummar trý í raðnum, og tann einasta, ið hevur lofthav. Og um nógv størstu gongustjørnuna, Jupiter, sum er ein...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (3:17)
Í hesum 3.parti verður sagt frá um Tycho Brahe sum sær at tørvur er á neyvum málingum, at hann fær fast tilhald á oynni Ven í Oyrarsundi. Tá hann sær eina spreingistjørnu og fylgir við eini halastjørnu í árinum 1577. Eisini verður sagt frá um Johannes Kepler, sum fær áhuga fyri ringrásunum hjá...
-
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (2:17)
Í hesum øðrum parti verður sagt frá um kalendarar og ymsu tíðarrokningarnar sum hava verið. Um Erastosthenes og hansara vísindaligu roynd at rokna støddina á jarðarknøttinum, sum tann fyrsti nakrantíð 320 ár f.o.t. Um Hipparch sum staðfestir pólagongdina 130 ár f.o.t. At Evropa svevur…
more -
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (1:17)
Í hesum 1.parti verða tríggir teir fyrstu kapitlarnir, ið eru um søguligar keldur og fyrstu hugsanina um stjørnurnar og himmalhválvið, upplisnir. Um fyrstu griksku kosmologarnar, og hvussu grikkar finna skapið á jørðini, og um Aristarch og aðrar víðskygdar teinkjarar í fornøld. Og um...
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
Loading similar podcasts...