PODCAST · comedy
Sjórænararnir í Nólsoy
by Frihedsbrevet Føroyar
Hvat hendi, tá ið Ternan í 2019 varð bundin við kei í Nólsoy? Í “Sjórænararnir í Nólsoy” kanst tú hoyra søguna um eina óvanliga rættarsak, sum verður í desember, har fimm nólsoyingar standa ákærdir fyri eitt mótmælistiltak, sum órógvaði ferðasambandið millum Nólsoy og meginlandið.Sjórænararnir í Nólsoy er tó ikki bara ein frásøgn um eitt rættarmál – tað er ein lýsing av einum samfelag, har eldhugi, samanhald og frustratión kunnu føra til stórar avgerðir. Við einum fjálgum, men skemtiligum tóna, gevur poddvarpið okkum innlit í eina søgu, sum er bæði løgin og týdningarmikil.Hvussu kann eitt lokalt mótmæli fáa so stórar avleiðingar? Hvat sigur hetta um samfelagið? Og eru teir fimm ákærdu sjórænarar – ella bara mótmælisfólk?
-
1
1. Sjórænarar ella mótmælisfólk
Í fyrsta parti fara vit til Nólsoyar – bæði í veruleikanum og í søguni. Her hitta vit fimm av teimum, sum standa eftir við ákærum fyri hendingarnar 1. september 2019, tá mótmælisfólk í Nólsoy gjørdu sítt besta fyri at vísa á sína ónøgd við ferðasambandið. Í litrikum og lýsandi frásagnum frá borðinum í Maggies, greiða teir fimm – Edvard Skúvadal, Beinir Poulsen, Anfinn Nielsen, Róin Joensen og Terji Rasmussen – á hvør sín hátt frá, hvat elvdi til, at teir svínabundu eitt Ternuna. Tað er gaman, men eisini álvari, tá verturin leiðir lurtararnar gjøgnum søguna, sum gongur heilt aftur til vár 2019. Her handaðu nólsoyingar táverandi samferðslumálaráðharranum eitt móttmælisskjal við ynski um betri ferðasamband. Hendingin á keiini var ein natúrlig – men óvæntað og dramatisk – avleiðing av fleiri mánaða frústratión.See omnystudio.com/listener for privacy information.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Hvat hendi, tá ið Ternan í 2019 varð bundin við kei í Nólsoy? Í “Sjórænararnir í Nólsoy” kanst tú hoyra søguna um eina óvanliga rættarsak, sum verður í desember, har fimm nólsoyingar standa ákærdir fyri eitt mótmælistiltak, sum órógvaði ferðasambandið millum Nólsoy og meginlandið.Sjórænararnir í Nólsoy er tó ikki bara ein frásøgn um eitt rættarmál – tað er ein lýsing av einum samfelag, har eldhugi, samanhald og frustratión kunnu føra til stórar avgerðir. Við einum fjálgum, men skemtiligum tóna, gevur poddvarpið okkum innlit í eina søgu, sum er bæði løgin og týdningarmikil.Hvussu kann eitt lokalt mótmæli fáa so stórar avleiðingar? Hvat sigur hetta um samfelagið? Og eru teir fimm ákærdu sjórænarar – ella bara mótmælisfólk?
HOSTED BY
Frihedsbrevet Føroyar
CATEGORIES
Loading similar podcasts...