Skip to content
Speki podcast artwork

PODCAST · news

Speki

by Kringvarp Føroya

Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010. Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum. Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan Sendilongd: 20 min. Samskipari fyri Fróðsk

Publisher-supplied feed metadata · PodParley refreshed Sep 6, 2025 · Source feed

Episodes

  1. Speki: Sjóvarfalsorka - ein møgulig rein orkukelda

    Tøknin til at gagnnýta orkuna í sjóvarfalsrákinum er í stórari menning úti í heimi, og spírar til líknandi virksemi síggjast nú eisini í Føroyum. Í framløguni verður leysliga greitt frá um hesa tøknina, og um ætlanir at seta út hesa tøknina hjá næstu grannum okkara fyri sunnan. Síðani verður…

    more
  2. Speki: Reyðæti –- havsins góðgæti

    Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli. Hesi fiskasløgini koma í stórum tali í havøkið norðan fyri Føroyar um summarið fyri at eta reyðæti. Tað er reyðæti sum avger, hvussu stórir hesir stovnar av uppsjóvarfiski kunnu vera. Seinastu árini eru broytingar…

    more
  3. Speki: Nebbasild, eitt vistfrøðilig bindilið

    Í mong ár hava granskarar á Havstovuni eygleitt hvussu orkan frá gróðri verður flutt upp til hægru verur, so sum tosk, hýsa og sjófugl, uttan at vita hvør vera hevur staðið fyri hesum flutningi. Nebbasildin hevur tó verði undir illgruna, og í 2009 fór ein verkætlan í gongd til endamáls at kanna...

  4. Speki: Kúfiskur sum søgufrøðingur

    Kúfiskur er ein skel, sum situr niðurgrivin á havbotninum og sum verður sera gamal, fleiri hundrað ár. Kúfiskur verður ofta nevndur havsins træ. Í skelini á kúfiski eru árligir vakstrarringar, sum kunnu siga okkum millum annað, hvussu nógv hann hevur fingið at eta hvørt ár. Føðin hjá kúfiski er...

  5. Speki: Veikur bindivevnaður í fiskaflaki

    Ása Jacobsen, Ph.D. lesandi í biotøkni

  6. Speki: Hitabroytingar í føroyskum sjógvi

    Hitabroytingar í føroyskum sjógvi Lýsing av fyrilestri: Í 25 ár hevur Havstovan mátað hitan í føroyskum sjógvi. Ymsar broytingar eru hendar hesi árini, og til dømis vaks hitin eitt stig frá miðskeiðis í 1990unum og eini 10 ár fram. Tá vit tosa um sjógv, er hetta ein stór øking, og her verður hugt...

  7. Speki: Aling á opnum havi

    Fyrilestur hjá Heðini Abrahamsen, granskara, um aling á opnum havi

  8. Speki: Broytingar í vistskipanunum í Norðurhavinum

    Subpolari meldurin broytir vistskipanir í Norðuratlantshavi. Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún

  9. Speki: Umsorgan - ein empatisk góðgerð

    I møtinum við sjúklingin verða vit sansaliga ávirkað av tí sjúka menniskjanum framman fyri okkum. Sansingin hevur við sær eitt umhugsni, sum ávirkar okkum og vit kunnu ikki annað enn at handla til tað besta fyri hetta menniskjað í okkara sjúkrarøkt. Tá ið vit í sjúkrarøktini handla á hendan hátt,...

  10. Speki: Føroyskur, kollektivur arbeiðsrættur

    Tey mongu viðurskiftini í felagsverklóg verða lýst við millum øðrum "merkjamálinum," har hugt verður at Føroya Rætti, Landsrættinum, Hægsta Rætti og Gerðarrættinum.

  11. Speki: Náttúruvísind í undirvísingini

    Ungdómar um okkara leiðir halda ikki, at náttúruvísindi eru líka týdningarmikil sum ungdómar í menningarlondum halda. Ein annar munur er, at okkara ungdómar hava als ikki hug til at starvast innan náttúruvísindi, tá tey verða vaksin.Nomið verður við munin í áhugamálum hjá gentum og dreingjum. Ber...

  12. Speki: Rotið og ræst - ein fatanarfløkja

    Tað ræsta er eitt serføroyskt matfyribrigdi, og her verður komið inn á, hvussu hetta hevur verið fatað til ymiskar tíðir av fólki úti og heima, til at tað nú er vorðið til eina varðveitingarverda ímynd av føroyskari matmentan í okkara tíð.Fyrilestrarhaldari: Jóan Pauli Joensen.

  13. Speki: Vón hjá kvinnum við undirlívskrabba

    Fyrilesturin er grundaður á ritgerðina "Portraying Hope. A study among women newly diagnosed with gynaecological cancer" Ritgerðin er ein fænomenologisk kanning, sum hevði til endamáls at lýsa royndir av vón hjá kvinnum, ið nýliga vóru diagnostiseraðar við undirlívskrabba.Úrslitini hava skapt...

  14. Speki: Markið millum alment og privat

    Hvar gongur markið millum alment og privat? Í fyrilestrinum kemur Annemi L. Joensen inn á hvar markið gongur fyri loyvdari almennari uppíblanding í privat viðurskifti, sæð út frá sjónarhorninum hjá mammum, sum hava fingið barn. Ynskja tær, at heilsufrøðingar - sum forlongdi armur hjá tí almenna -...

  15. Speki: Skateboard ella rullifjøl ella...

    Í fyrilestrinum hevur Jógvan í Lon Jacobsen eina viðgerð av málvariatión í føroyskum gerandismáli úr einum samfelagsmálvísindaligum sjónarhorni. Eitt høvuðshugtak er “systematiskt synonymi”, sum merkir, at nýtslan av samheitum (synonymum) er treytað av ytri sosialum viðurskiftum í...

  16. Speki: Tilboðið í 1906 - ein politisk myta verður til

    Í apríl 1906 kom føroyski fólkatingsmaðurin Jóannes Patursson til Føroya við einum tilboði, sum hann legði fyri løgtingið. Tilboðið vildi í høvuðsheitum havt við sær, at løgtingið fekk ábyrgd av nøkrum málsøkjum í Føroyum og afturfyri fekk heimild at krevja skatt inn í Føroyum. Tað stóðst…

    more
  17. Speki 29.10.2008

    Fyrilestur: Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, Jarðfeingi

  18. Speki: Nýtsla av magnetiskum dátum

    Nýtsla av magnetiskum dátum (Nýtsla av magnetiskum dátum í basaltumhvørvi). Vanliga verða magnetiskar dátur nýttar til at eyðmerkja, hvussu jarðfrøðin undir legugrýtinum sær út. Kanningar hava tó víst, at magnetiskar dátur ikki kunna nýtast til slíkt á føroyska landgrunninum. Í fyrilestrinum…

    more

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010. Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum. Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan Sendilongd: 20 min. Samskipari fyri Fróðsk

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Speki have?

Speki currently has 42 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Speki about?

Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða...

How often does Speki release new episodes?

Speki has 42 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Speki?

You can listen to Speki on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Speki?

Speki is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!