Stykkjagóðs

PODCAST · news

Stykkjagóðs

Savnssending Stykkjagóðs er løtt og summarslig sending, á tremur við góðum tónleiki, práti, samrøðum, tjakpaneli, nýggjari PowerPlay og føroyskum klassikara við søguni um sangin hvørja viku, eins og einum soulklassikara hvønn dag. Hvønn dag klokkan 11:15 eru føst evni á skránni. Mánadagar er evnið minnilutin, týsdagar umrøður serfrøðingapanelið, ið er mannað av Ingvør Nolsøe, Inga Joensen og Birgir Kruse, samleikan hjá einari føroyskari fyritøku ella stovni, mikudagar støkkur summargestur á gátt. Hósdagar er evnið ”eg og tónleikurin”, har gestirnir yvirhøvir eru fólk, vit ikki seta í samband við tónleik, og fríggjadagar seta vit 12 spurningar umframt teir ókendu til fólksins umboð. Vertir eru Gunnar Nolsøe og Fróði Løkságarð. Stykkjagóðs er júst felagsnevnarin hjá sendingini og farmaskipunum – tí í sendingini verður borðreitt við eitt sindur av hvørjum, tað veri seg fastir tættir eins og ymiskt, ið er sermerkt fyri júst henda dagin ella hesa vikuna. Og so er tað navnið! Stykk

  1. 35

    Vit mugu endurfinna okkum sjálvi

    Psykoterapeuturin og avhengigheitsráðgevin, Bjørg Mortensen, tosar í sendingini nógv um alkoholismu og medavhengigheit; bæði hjá avvarðandi til alkoholikarar og fólki annars. Umframt privata viðgerð, er hon knýtt at viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Bjørg Mortensen harmast, at ikki fleiri tilboð eru til avvarðandi. Av øðrum, sum Bjørg tosar um, kunnu vit nevna týdningin av sjálvverju. Eisini vísir hon á persónligu maskurnar, sum í mongum lívsstøðum er neyðugar, men sum í aðrar mátar forða okkum tætt samband við okkara medmenniskju. Serliga okkara kæru. Bjørg Mortensen heldur ikki, at nakar hevur ringt sjálvsvirði, heldur vita vit ov lítið um okkum sjálvi: Eitt nýt lív byrjar við viðurkenning av verandi støðu, og síðani kunnu vit endurfinna okkum sjálvi.

  2. 34

    F'øroyskt vatn á donsk borð

    Fimmboði Lisberg greiðir frá gongdini við kelduvatninum úr Suðuroy. Eisini tosar hann um tónleik, nátar, sumbingar, og annað.

  3. 33

    Mangt heilsugott og fittligari kropsvekt

    Elin í Stórustovu skipar fyri útvarpsspengini Fit. Hon sigur, at kósin er tann sama sum síðsta vetur, men at tátturin við lívsstílsbroyting er settur av til kvinnur, sum hava tikið uppá eftir barnsburð. Fit hevur eisini aðrar heilsu-, kost-, og venjingartættir á skránni í vetur. Tað er annað árið, at sendingin Fit verður á hoyra í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

  4. 32

    Vantandi vitan eyðmerkir samfelagið

    Men Ingvør Nolsøe játtar tó, at kvinnurnar tíma ikki eins væl og menninir. Tó heldur hon, at tá kvinnurnar hava fingið sínar útbúgvingar og børnini eru vaksin nakað, átti at borið til at tikið felags-samfelagsliga ábyrgd. Í samrøðuni verður eisini tosað um kvinnur fyrr og nú, og um at ferðast, sum part av at taka ábyrgd fyri egnum lívi.

  5. 31

    Meira kapping og minni blokk

    Sakaris Zachariasen, Sakaris í Streymnesi, býr í Skálavík og virkar sum útróðrarmaður. Fiskivinnan er eisini hansara høvuðsáhugi og tískil er tað høvuðsevnið í hesum parti av dagsins Stykkjagóðssending. Eisini tosar Sakaris um annað samfelgasligt, umframt uppvøksturin í Streymnesi, ið var merktur av, at mamman doyði frá honum á ungum árum.

  6. 30

    Virðingin umráðandi

    Bergtóra Høgnadóttir er kveikjari hjá ALS. Hon sigur, at summir arbeiðsgevarar ikki viðfara uppsagdar persónar virðisliga. Og hon heitir á teir, um at handla reelt og við virðing. Sjálv varð Bergtóra uppsøgd í løgtingsstarvinum, tá val var seinast. Hon greiðir frá, hvussu hon hevði tað tá, og hvat hon hevur gjørt síðan.

  7. 29

    Nú gerast kvøldini myrk og long..

    Tá verður konsert í Norðurlandahúsinum við Marknaliðnum, ið er mannað við teimum báðum úr Harkaliðnum, umframt Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen. Annika Hoydal og Jógvan Dahl greiða í samrøðuni frá gomlum døgum, tá tey hugnaðu sær við Harkaliðnum í Danmark. Eisini verður konsertin leygarkvøldið umrødd.

  8. 28

    Avgerandi at fáa fólk at støðast

    Jarvin Feilberg Hansen er gestur í Stykkjagóðsi, har hann greiðir frá sínum royndum við fakfelagsarbeiði, umframt ítrótti og ítróttarviðurskiftum. Jarvin starvst í dag sum ítróttarungdómsráðgevi hjá ÍSF.

  9. 27

    Kynslig javnstøða er mannarættur

    LGBT, Føroyar er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum, og transpersónum. Sonja Jógvansdóttir sigur frá umstøðunum hjá teimum, sum víkja frá meirilutanum kynsliga. Hon heldur, at fjøldin sum heild góðtekur, at LGBT limir fáa lógarliga javnstøðu, og tí eru tað fyrst og fremst politikararnir, ið eiga at handla. Í samrøðuni sigur Sonja Jógvansdtóttir eisini frá viðurskiftunum í Íslandi, har hon fyri stuttum var og helt røðu á Pride Reykjavík.

  10. 26

    Marathon og lívsgóðska

    Eisini sigur Fríðrik Bláhamar okkum, at renningin var ein háttur hjá honum at koma víðari, eftir at hava verið sjúkur seint í nítiárunum. Samrøðan nemur eisni við heilsuspurningar í samband við maraton og aðra ítrótt. Og hvussu ein kann melda til Tórshavn Maraton, ið verður runnið sunnudagin klokkan 13:00.

  11. 25

    Camino til heimsins enda

    Talan er um eina sera langa ferð í Norðurspania, sum fólk oftani byrja í Suðurfraklandi og enda í Santiago de Compostela. Har verður gist á herbergum og viðførið eigur ikki at vera tungt. Kristina Christiansen gekk fyri tveimum árum síðan allan teinin einsamøll, men í ár gingu hon og dóttirin bert ein part av strekkinum. Kristina greiðir í sendingini frá ymsum áhugaverdum, til dømis at Skt Jákup er grivin stutt frá Santiago, og hví ein kirkja hevur livandi hønur í kirkjurúminum. (myndin er frá ferðini í ár).

  12. 24

    Tað gudiliga ógudiliga

    Súsanna Vígdá er clairvoyantur, miðil, hypnoterapeutur, og healari. Síðan hon var smágenta hevur hon havt samband við tað ókenda. Hesi evni nýtir hon í dag til at hjálpa fólki, ið ynskja at fáa eitt betur lív, ella at koma víðari. Eisini vitjar hon hús, har fólk ganga aftur, umframt at hon gjøgnum hypnoterapi t.d. kann stuðla einum í at leggja av at roykja. Healingin fær teg at kenna størri vælveru og javnvág - og kann vera lekjandi. Súsanna Vígdá var í Stykkjagóðssendingini 15. august.

  13. 23

    Stykkjagóðs hósdagin - um Beran og Kýprosferð

    Eisini er samrøða við Gunvá við Keldu, borgmeistara í Klaksvík, um ferð til Kýpros, har hon hitti umboð fyri býráðið í býnum Limassol. Hetta er seinni partur av Stykkjagóðssendingini 23.08,12. Í fyrra parti var einans ein samrøða, ið er løgd út sum "Camino til heimsins enda". (myndin sýnir Onnu Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, nevndarlimir í Beranum).

  14. 22

    Færri kilo og størri lívsgleði

    Guðrun vð Rættará á er dagsins tónleikagestur í Stykkjagóðsi. Millum løgini greiðir hon frá yrkinum sum hárfríðkari; hvussu tað var at missa foreldur: um sambandið við systrina; um gastric bypass skurðviðgerðina, umframt tónleikin í sendingini, og annað..

  15. 21

    Javnstøða krevur tilvitan

    Havnakvinnan Laufey Blaasvær hevur sera greiðar meiningar í javnstøðuspurningum. Tá fólkið herfyri skuldi teljast í Manntal, helt hon tað vera nógv fyri, at orðið Fólkatal ikki varð nýtt. Laufey sigur, at hon sum kvinna krevur at kenna seg aftur í tungumálinum, ið er rættiliga maskulint. Tá prátið kemur inn á fyrimyndir, hava Astrid Lindgren og Pippi eitt serliga bjart pláss í hugaheiminum hjá Laufey Blaasvær.

  16. 20

    Minni skipan og størri ego

    Fyrrverandi landsliðsmálmaðurin var í gjárkvøldið í Degi og Viku og vísti á trupulleikan við svørtum peningi í føroyskum fótbólti. Sendingin Stykkjagóðs spyr Jens Martin, hvørjar afturmeldingar eru komnar í dag til hansara ákærur. Eisini tosa vit við Mannin í Topphúgvini um bókina sum heild; hvør munur var á hugburðinum á A-landsliðnum í mansfótbólti fyrr og nú. Og vit spyrja Jens Martin Knudsen, hvat hann metir sum sín besta eginleika. (myndin er tikin av netinum).

  17. 19

    Mítt lív er mín ábyrgd

    Í samrøðuni vísa tær á forðingar og loysnir í samband við persónsmenning. Eisini greiða gera tær frá ymsum, ið vit vanliga ikki eru tilvitaði um. Eisini spyrja vit Tinu og Sigbritt, hvat meiningin er við lívinum, og hví X Factor vinnarar hava trupult við at vinna sær fótafesti í tónleikavinnuni.

  18. 18

    Varpið hevur meiningar

    Anja Jacobsen er drívmegin í hesum nýggja miðli, ið tey ætla skal mennast alsamt.  Vit hitta hana á telefontráðnum úr London, har hon tekur eina informasjónsútbúgving. Anja greiðir frá Varpinum, hví Fámará bleiv ein stórur partur av hennara gerandisdegi, og frá útbúgvingini.

  19. 17

    Regin Jóanesarson helt dregginum longst

    Teir ungu menninir megnaðu ikki at vinná á Regini, sum helt varpinum í meira enn 10 sekund longri enn tann næstbesti. Vit tosa við Regin Jóanesarson um hesa kapping og um at nýta rørslu sum sinnisbata.

  20. 16

    Stykkjagóðs 1. august

    Harafturat hava vit verið til filmsinstalatión í Norðurlandahúsinum og so vitja Korsie og Finnur Koba sendingina, nú Korsie og 60ini er um at fara í luftina

  21. 15

    Stykkjagóðs 31. juli

    Harafturat vitjar kvinna, sum hevur lisið í Australia í tvey ár, eins og umboð fyri MFS, nú Pisudagar vera komandi dagarnar. Harafturat greiðir Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, frá samkyndleika í føroyskum bókmentum, umframt at sagt verður frá 800 metra stafettini í frísvimjing til OL, har Pál Joensen luttekur á danska liðnum.

  22. 14

    Stykkjagóðs 30. juli

    Umframt hetta greiðir Niklas Heri Jákupsson frá um Grøv Nr. 13, og dansibandtónleikur og dansiprát fylla nógv í sendingini

  23. 13

    Stykkjagóðs fríggjadagin 27. juli

    Eisini hitta vit Elin Brimheim Heinesen og Kára Jacobsen, nú Nalja aftur fer á pall eftir 22 ára steðg. Eisini frætta vit frá okkara fólki í London, eins og vit hava samrøðu við Pál Joensen, svimjara. Og Ólavsøkan stundar til ? vit spyrja Solby Eliasen, programleiðara, og Barbaru Samuelsen, dokumentarleiðara, hvat kringvarpið borðreiðir við á tjóðarhátíðini.

  24. 12

    Stykkjagóðs hósdagin 26. juli 2012

    Eisini hitta vit Hans Mortensen, vinnulívsmann, ið eisini er sera tilvitaður um tað estetiska, eins og vit práta við Jón Bjarnason, venjara, og Pál Joensen, svimjara, nú stundar til Olympisku Summarleikirnar í London.

  25. 11

    Stykkjagóðs mikudagin 25. juli

    Eisini hitta vit Árna Dam, nú skúlaskipið Danmark vitjar í Føroyum, vit práta við Thomas Skipper og Simon Marsbøl um bretska bilsøgu, nú 33 Morris Minor vitja í Føroyum, og vit spyrja Katrinu í Geil, hvør munurin er millum Festival- og Ólavsøkumóta

  26. 10

    Stykkjagóðs týsdagin 24. juli

    Skrímslini í Sjónleikarhúsinum og dukkusjónleikur eru evnini, tá Rakel Helsmdal vitjar útvarpsstovuna. Eisini verður tosað við Hilmar Joensen, nú føroyingar fara á Neata sjónleikafestival í Sønderborg. Umframt at vit tosa við røktingarmann, sum er á fjalli á Slættaratindi

  27. 9

    Stykkjagóðs mánadagin 23. juli

    Føroyski klassikarin hesuferð er sangurin Føroyar hjá Frændum. Steintór Rasmussen hevur skrivað sangin, og hann greiður frá søguni um sangin. Eisini verður tosað við Jógvan Hugo Gardar, nú eitt ár er liðið síðani sorgarleikin á Utøya. Eisini fáa vit vitjan av tveimum føroyskum songkvinnum ? tveimum sera ymiskum kvinnum - onnur telist millum limirnar í føroyskum kvinnupopbólki, og hin syngur country.

  28. 8

    Stykkjagóðs 19. juli

    Eisini hitta vit Firouz Gaini, mannfrøðing, sum vit eitt nú spyrja, um mammur skulu fara á G! Og vit hitta Kapten Röd úr Svøríki, Raske Penge og Ham Der Hasse úr Danmark, Bárð Næs, ið skipar fyri tiltøkunum í Grundini, Jón Tyril, samskipara av G! Festivali, um festivalskránna fyri fríggjadagin. og vit ringja til Hall Helmsdal, sum er á veg upp um fjall saman við útlendskum G! gestum.

  29. 7

    Stykkjagóðs mikudagin 18. juli

    Eisini hitta vit Eyðun Eliasen, arkitekt, ið hevur teknað og staðið fyri nýggja Áartúni í miðbýnum í Havn. Nú ársins G! Festivalur stendur fyri durum, tosa vit við Jón Tyril um skránnað fyri festivalin hósdagin, eins og vit fáa vitjan av Jón Hansen úr bólkinum Hamferð.

  30. 6

    Stykkjagóðs 3. juli

    Eisini verður nomið við nýggja búmerkið hjá SSP, ið merkir Skúli, Sosialir myndugleikar, og Politi. Vit tosa eisini við Jógvan Martin Olsen, venjara hjá Víkingi, sum skal spæla móti FC Gomel úr Hvítarusslandi, og Mikkjal Thomassen, venjara hjá B36, ið skal spæla móti Linfield FC, eins og vit hitta Jákup Mørk, nevndarlim í B36, eins og fótbóltsviðmerkjaran Jóannes Jakobsen.

  31. 5

    Stykkjagóðs 17. juli

    Eisini tosa vit við Berg Thomsen, leiðara á 62 N, og Steinvør Fonn, sølufólk hjá Fonn Flog, um hvar føroyingar ferðast í summar, eins og vit skifta orð við Leif Láadal um tónleik og náttarlív í 80'unum og 90'unum.

  32. 4

    Stykkjagóðs 13. juli

    Nú Bastilliedagur, ið er franskur tjóðardagur, er 14. juli, tosa vit við Honnu Jensen, ið er franskur konsul í Føroyum; Dominique Souvy, ið er fraklendingur, sum er búsitandi í Føroyum; og Albert Isfeld, arkitekt, um Eiffeltornið, Georges Pompidiou Center, og La Grande Arche ella nýggja Triumfbogan, ið allir eru kendir bygningar í franska høvuðsstaðnum Paris.

  33. 3

    Stykkjagóðs mánadagin 16. juli

    Føroyski klassikarin hesuferð er sangurin 60'ini hjá Martini Joensen. Martin vitjar í Stykkjagóðsi, her hann greiður frá søguni um sangin. Eisini tosa vit við Finn Johannesen, samskipara, nú størsta ferðamannaskipið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, 317 metrar langa Celebrity Eclipse var á Klaksvík leygardagin. Eisini hitta vit Jóannes Petersen, Jóannes hjá Rosu, sum er arkitektur, og hevur designað ein nýggjan bakka til móttøkur, ein bakka, sum eitt nú Mercedes Benz hevur sýnt áhuga.

  34. 2

    Stykkjagóðs hósdagin 12. juli

    Eisini tosa vit við Arnold Ludvig um nýggju fløgu Monkeyrat ?Sunshine?, og vit práta við Høgna Djurhuus og Sigfríð Olsen, nú 50 ár eru liðin síðani fyrstu almennu framførslu The Rolling Stones.

  35. 1

    Vegitarar í minniluta

    Í sendingini vitjar vegitarur minnilutan, umframt at fiskikappingin á Eiði varð vitjað og Karl Martin Samuelsen greiðir frá Torvatrøllinum

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending Stykkjagóðs er løtt og summarslig sending, á tremur við góðum tónleiki, práti, samrøðum, tjakpaneli, nýggjari PowerPlay og føroyskum klassikara við søguni um sangin hvørja viku, eins og einum soulklassikara hvønn dag. Hvønn dag klokkan 11:15 eru føst evni á skránni. Mánadagar er evnið minnilutin, týsdagar umrøður serfrøðingapanelið, ið er mannað av Ingvør Nolsøe, Inga Joensen og Birgir Kruse, samleikan hjá einari føroyskari fyritøku ella stovni, mikudagar støkkur summargestur á gátt. Hósdagar er evnið ”eg og tónleikurin”, har gestirnir yvirhøvir eru fólk, vit ikki seta í samband við tónleik, og fríggjadagar seta vit 12 spurningar umframt teir ókendu til fólksins umboð. Vertir eru Gunnar Nolsøe og Fróði Løkságarð. Stykkjagóðs er júst felagsnevnarin hjá sendingini og farmaskipunum – tí í sendingini verður borðreitt við eitt sindur av hvørjum, tað veri seg fastir tættir eins og ymiskt, ið er sermerkt fyri júst henda dagin ella hesa vikuna. Og so er tað navnið! Stykk

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!