PODCAST · news
Tíðarinnar bakspegil
by Kringvarp Føroya
Savnssending Tíðarinnar bakspegil varpar ljóð á okkara nútíðarsøgu. Við brotum úr søgusavni Kringvarpsins, nýggjum samrøðum, ljóðbitum og tónleiki lýsa vit eitt ár í senn.
Episodes
-
Tíðarinnar bakspegil: 1973, annar partur
Ódnarveðrið um landið hevur eitt nú við sær, at stórur partur av tekjuni á nýggju telefonstøðini í Klaksvík fer av, oljukreppan rakar Føroyar, teir 9 cubatrolararnir koma til Føroya, og eldur kemur í Magnus Heinason. Vit umrøða hesar og fleiri aðrar hendingar frá 1973, við forkunnugum brotum úr...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1973, fyrri partur
Hesir eru millum hendingarnar, vit umrøða í hesi fyrru sendingini um árið 1973.
-
Tíðarinnar bakspegil Special: Um árið 2012
Eisini føroyska arkitekturárið verður viðgjørt. Vit vitja Boðanesheimið, Heimið á Grønanesi í Vestmanna, nýggju vegagerðina og bátahylin í Leirvík, eins og vit umrøða útbyggingina av skúlanum hjá Dugna við Áir, útbyggingina hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri, Saltsiloverkætlanina, og Marknagilsdepilin...
-
Tíðarinnar bakspegil: Um árið 1982
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránnað og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1982, netvarpsútgáva við eykatilfari
Í serligu netvarpsútgávuni fáa vit samrøðurnar við Mikkjal Olsen, skipara á Sigurfarinum, Per á Hædd, myndamann, Jógvan Arge, útvarpsmann, og Birgir Enni, stigtakara til fyrstu føroyskt framleiddu vindmylluna, í fullari longd.Umframt frásøgnina, um tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum,...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1981, netvarpsútgáva
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1981, er eitt nú støðan í millumlandasiglingina, nú vetrarsiglingin hjá Smyrli heldur uppat, Sjómannafelagið verður stovnað, farið verður undir royndarflúgving við tyrlu, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum verður stovnað,...
-
Tíðarinnar bakspegil: Um árið 1981
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1981, eru eitt nú støðan í millumlandasiglingina, nú vetrarsiglingin hjá Smyrli heldur upp at, Sjómannafelagið verður stovnað, farið verður undir royndarflúgving við tyrlu, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum verður stovnað,...
-
Tíðarinnar bakspegil: Triðja sending um árið 1980
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um búskap og vinnulív í 1980, eru marknaðaútlitini fyri føroyskum fiskaútfluttningi, nýggja ísvirkið hjá Bacalao, roykivirkið Samfisk í Havn, nýggja flakavirkið á Strondum, og ein ørgrinna av tíðindastubbum um føroyska fiskivinnu og…
more -
Tíðarinnar bakspegil: Onnur sending um árið 1980
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um 1980, kunnu nevnast nýggja skúlalóggávan, Hoyvíkar Skúli og Eysturskúlin verða vígdir, útvarpshúsið verður reist, og umrøðan av sjúkrahús- og røktarheimi í Klaksvík.
-
Tíðarinnar bakspegil: Fyrra sending um árið 1980
Við upptøkum úr søgusavni kringvarpsins lýsa vit politisku støðuna í 1980, eins og Jógvan Sundstein úr Fólkaflokkinum, og Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum taka saman um politisku støðuna í 1980. Millum hendingarnar eru eisini at føroysku bryggjaríini nú kunnu bryggja sterkt øl, Mjólkavirki...
-
Tíðarinnar bakspegil: Seinra sending um árið 1979
Eisini taka vit saman um mótan í sjeytiárunum, eins og vit eitt nú minnast alsamt vaksandi olju- og benzinprísirnar, tjakið um vatnorkuútbyggingarnar hjá SEV, trupuleikarnar í føroysku fiskivinnuni, og yvirtøkuna av føroysku skúlaumsitingini. Vit hoyra nýggjar samrøður við Katrinu í Geil, Bjørg...
-
Tíðarinnar bakspegil: Fyrra sending um árið 1979
Millumlandasiglingin hjá Smyrli setur kílar í landsstýrisamstarvið millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í 1979, og suðuroyingar mótmæla at Smyril verður tikin úr suðuroyarsiglingin á sumri. Eitt úrslit av mótmælunum er, at skjóttgangandi norski katamaranurin Hornøy verður...
-
Tíðarinnar bakspegil: Seinra sending um árið 1978
Eisini frætta vit eitt nú um nýggja virkið Tórplast í Vestmanna, útbygging á Aluplast í Gøtu, fyrireiking til bygging av vardum verkstaði á Argjum, Dalenni fer av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju, Støðisútbúgvingin ger kanningar av geislavirkni í Føroyum, og fyrireikingar til yvirtøku av...
-
Tíðarinnar bakspegil: Fyrra sending um árið 1978
Í 1978 fáa vit nýggja ferðslulóg og kunnu koyra skjótari, tey 150 rituvíksneytini fáa ikki innflutningsloyvi, og nú er farið undir fyrireikingarnar til nýtt útvarpshús og Norðurlandahúsið. Hesar eru millum hendingarnar, ið verða umrøddar í fyrru sendingini um árið 1978.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1970 - netvarpsútgáva
Í 1970 lækkar valrætturin til løgtingsvalið niður í 20 ár og hetta er eisini fyrsta valið, har persónliga atkvøðutalið skal vera avgerandi fyri, hvør á einum lista verður valdur. Hetta er eisini árið ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður vígd, og Dave Christian, ið er útvarpsvertur á Radio...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1970
Í 1970 lækkar valrætturin til løgtingsvalið niður í 20 ár og hetta er eisini fyrsta valið, har persónliga atkvøðutalið skal vera avgerandi fyri, hvør á einum lista verður valdur. Hetta er eisini árið ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður vígd, og Dave Christian, ið er útvarpsvertur á Radio...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1977, seinri partur
Fleiri nýggj skip koma eisini í føroyska flotan, teirra millum trolbáturin Margretha, rækjutrolararnir Orion og Sólborg, og ísfiskatrolarin Suðringur. Eisini hoyra vit um eldsbrunan umborð á V. U. Hammershaimb, eins og tá Star Firth fullfermd við eldgosøsku úr Íslandi fær ein sjógv. Í 1977 er...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1977, fyrri partur
1977 er eisini árið sjónleikarbólkurin Gríma verður stovnaður, Pat Boone hevur tvær konsertir í Føroyum, Elvis Presley doyr, húðabáturin St. Brendan kemur til USA, fiskimarkið verður flutt út á 200 fjórðingar, og Føroyar gera fiskiveiðusáttmála við Sovjetsamveldið. Úr søgusavni kringvarpsins…
more -
Tíðarinnar bakspegil: 1974, seinri partur
1974 er árið Matur og matgerð kemur út, og Sigrid Dalsgaard, húsarhaldslærari, ummælur bókina. Hetta er eisini árið vit fáa Tíðindablaðið; Barna- og unglingarithøvundastevna verður hildin í Hoydølum; nýtt havnalag verður tikið í nýtslu í Runavík; svimjihøll er bygd í Klaksvík; og gøtuófriður er í...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1976, seinri partur
1976 er eisini árið farið verður undir at byggja SMS í Havn og Vakstrarhúsið í Sandavági, eins og nýggi Skúlin á Trøðni, í Runavík og í Kvívík verða tiknir í nýtslu. Hetta er eisini árið legendariska orkestrið Goggan spælur til dans fyri seinastu ferð, stór mentanarstevna verður hildin í Føroyum,...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1976, fyrri partur
1976 er eisini árið Sundaferjan verður seld til Danmarkar, Eysturoyartunnilin verður alment tikin í nýtslu, Leynatunnilin verður skotin ígjøgnum, og Polarborg II verður jagstrað av bretskum sleipibáti undir Íslandi. Hesar og aðrar hendingar verða lýstar í hesu fyrru sendingini um árið 1976. Úr...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1974, fyrri partur
Fleiri nýggj skip koma til landið, Føroya Eggvirkið í Rituvík er sera virkið, Føroya Fólkaháskúli rundar 75 ár, Felagsskúlin á Oyrabakka verður tikin í nýtslu, farið verður undir HF-skeið um landið, og Tekniski Skúlin í Havn fer undir TA og TF skeið. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1992, seinri partur
Hesar og fleiri hendingar verða umrøddar í hesari seinru sendingini um 1992. Eitt nú verður undirgrundin yvirtikin, Sunnleif Rasmussen fær Sonning virðislønina, Jøkul fær ein sjógv, maður gerst frá sær sjálvum við øks umborð á Lómi, ófriður er í miðbýnum í Havn, og Náttarravnarnir fara á flog á...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1992, fyrri partur
Búskaparkreppan setur eisini nýggj krøv til fiskivinnuna, og saman við Bjarta Mohr, ið var stjóri í Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking, og Helga Jacobsen, tíðindamanni, taka vit saman um føroyska fiskivinnu í 90?unum. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eisini samrøður við eitt nú Jógvan...
-
Tíðarinnar bakspegil: 1991, 2 (2)
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar, eru eitt nú sakarmálið móti Maxim og Rio Bravo, arbeiðið við nýggjari rúsdrekkalóg, arbeiðsloysi, Nicolaj Popov, ið flýggjar av russiska skipinum Sevryba, og Flógvakríggið.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1991, 1 (2)
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar, eru eitt nú at nýggja telefonuppboðssølan hjá Lønjavningargrunninum fer at virka, innbrotið á deildini hjá Føroya Sparikassa í Skopun, eldurin í Faroe Marine í Hvalvík, fløgan Amnesty tónar, og at grasvøllurin á Svangaskarði alment verður tikin í nýtslu.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1990, 2 (2)
Nevnast kunnu eisini hendingar sum at nýggi Handilsskúlin á Kambsdali, nýggi bygningurin hjá Fiskirannsóknarstovuni, og nýggi millumbylgjusendarin hjá Útvarpi Føroya verða tiknir í nýtslu.Osmundur Justinussen fær tveir nýggjar trolarar, ið leggja seg eftir betri góðskaðum fiski, eldur er í umborð…
more -
Tíðarinnar bakspegil: 1990, 1 (2)
Hesar og aðrar hendingar frá 1990 verða umrøddar í hesu fyrri sendingini um árið 1990, vælkryddað við tónleiki frá umrødda ári.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1967
Hesar og fleiri hendingar frá 1967 verða umrøddar í sendingini hesuferð, vælkryddað við tónleiki frá umrødda ári.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1988, 3 (4)
Hesar eru millum hendingarnar, vit umrøða í triðju sendingini um árið 1988, her felagsnevnararnir eru vinnulív og politikkur - og sjálvandi kryddað við tónleiki frá 1988.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1988, 4 (4)
1988 var eitt fjølbroytt og spennandi tónleikaár, tá hugsað verður um føroyskan tónleik, við eitt nú fyrstu føroysku fløguútgávuni, seks lp-plátum, og einum legendariskum kassettubandi.Frændir lata úr hondum fyrstu føroyskt framleiddu fløguna, 80'ini, Elin & Kári slóða fyri við bandinum Nalja…
more -
Tíðarinnar bakspegil: 1988, 4 (4), serlig netvarpsútgáva
1988 var eitt fjølbroytt og spennandi tónleikaár, tá hugsað verður um føroyskan tónleik, við eitt nú fyrstu føroysku fløguútgávuni, seks lp-plátum, og einum legendariskum kassettubandi.Frændir lata úr hondum fyrstu føroyskt framleiddu fløguna, 80'ini, Elin & Kári slóða fyri við bandinum Nalja…
more -
Tíðarinnar bakspegil: 1988, 2 (4)
Í 1988 flytur Føroya Banki ein part av edv skipanini frá Elektron til danska veitaran BEC, Strandferðslan fær eina tyrlu afturat, og Kristiliga Fólkaflokkurin slýtur samgonguna, tí hann ikki vil vita av javnstøðulógini og verju av teimum samkyndu.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1969
Apollo 11 lendur á mánanum. Neil Armstrong stígur á mánan. eldsbrunin í Centrum-Cafeteria í Vestmanna. Klaksvíkar Ítróttar- og Samkomuhøll verður tikin í nýtslu.
-
Tíðarinnar bakspegil: 1968
Bergholið til Sandvík skotið ígjøgnum. Oyndarfjørður fær vegasamband. Norðoya Fornminnissavn verður stovnað. Nýggi á skúlin á Oyrabakka verður vígdur. Mykines fær streym. Petur Mohr Dam, løgmaður, farin
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Savnssending Tíðarinnar bakspegil varpar ljóð á okkara nútíðarsøgu. Við brotum úr søgusavni Kringvarpsins, nýggjum samrøðum, ljóðbitum og tónleiki lýsa vit eitt ár í senn.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...