PODCAST · news
Trina á Sandi – tað navnið skal minnast
by Kringvarp Føroya
Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.
-
2
Trina á Sandi - niðursetukvinna í Amerika (2:2)
Fleiri av børnunum hjá Trinu fluttu til Amerika, og tey fyrstu ommubørnini vóru fødd har yviri um aldarskiftið. Trina fóra aftaná teimum, tá hon var 56 ára gomul, og tey búsettu seg øll í danska niðursetubýnum Junction City í Oregon fyrst í nýggju øldini. Hon var eyðsýnd í nýggja landinum og vanliga nevnd Grandma Jacobsen í Junction City, men gloymdi kortni ikki føroyska upprunan. Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.
-
1
Trina á Sandi - einkja í tjóðskaparstríði (1:2)
Hon hevði kanska størri týdning fyri okkara tjóðskaparanda og sjálvbjargnisstarv enn nakar annar, segði Jóannes Patursson um Trinu á Sandi, tá hann umrøddi føringafelagstíðina á tingi í 1923. Áhugin var stórur fyri máli, mentan og politikki á føroyskari grund, eins og fyri Grundtvík og háskúlarørsluni í heiminum har hon vaks upp. Hon giftist til Havnar á ungum árum, men sat einkja við fimm børnum longu, tá hon var 31 ár. Heima hjá henni hittust oddafólkini í tjóðskaparrørsluni fram til aldarskiftið 1900. Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...