PODCAST · religion
HMU Podcast
by Heimamissiónsungdómur
Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
51
HMU Podcast #029 - Matteus kap. 3
So eru vit komin til kapittul 3 í Matteusevangelinum. Tað eru Bjarta og Sjúrður, sum eru vertir. Í kapittli 3 møta vit nevniliga Jóhannesi, einum ógvuliga serligum og spennandi persóni í Bíbliuni.
-
50
HMU Podcast #028 - Matteus kap. 2
Seinast var byrja uppá at gjøgnum ganga Matteus evnagelii, so nú er tað kappitul nummar 2. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.
-
49
HMU Podcast #027 - Matteus kap. 1
Vit hava valt at broyta formati hjá HMU Podcast eitt sindur. Vit fara nú í eina nýggja røð, har vit ganga ígjøgnum Matteus evangeliið – eitt kapittul fyri hvønn part. Endamálið er at fara í dýpdina og skapa eitt samanhangandi yvirlit, har vit saman kunnu lesa, skilja og tosa um tekstin. Ein mega spennandi røð sum vit gleð okkum nógv til. Vertir í hesum fyrsta parti eru Bjarta og Sjúrður.
-
48
HMU Podcast #026 - Bíbliuskúli í Eysturríki
Eftir ein góðan páskasteðg eru vit aftur við einum nýggjum parti. Gestir hesa ferð eru Anna Klein Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen og Jónrið Joensen. Tær hava verið saman á einum bíbliuskúla í Eysturríki, og tær greiða frá sínum upplivingum har. Ein sera spennandi partur.Bjarta og Sjúrður eru vertir.
-
47
HMU Podcast #025 - Páskini í dag
So er mánadagur og aftur ein nýggjur partur. Hesin partur er eitt framhald av partinum í síðstu viku, tá evni var tær fyrstu páskirnar. Hesu ferð er tað so páskini í dag. Øssur Kjølbrø, sum er prestur í Klaksvík, er eisini gestur í hesum partinum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
46
HMU Podcast #024 - Tær fyrstu páskirnar
Nú nærkast páskini, og í tí sambandi hava vit fingið Øssur Kjølbro at greiða okkum frá teimum fyrstu páskunum, hvat tað er, hvat tað merkir og mangt annað. Øssur er prestur í Klaksvík og fyrrverandi aðalskrivari í Heimamissiónini. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
45
HMU Podcast #023 - Hoydalar
Ein spennandi partur hesa vikuna. Tað eru Anna Lovisa Myri og Jóhanna Sámalsdóttir, sum eru tveir av spírunum í nýggju sendingunum, sum KVF hevur framleitt og hevur hugtikið alt Føroyar. Tær greiða frá teirra uppliving, hvussu tað var, og serliga er eisini dentur lagdur á, hvussu trúgvin hevur fylt ígjøgnum hesa tíðina. Vertir í sendingini eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
44
HMU Podcast #022 - Missiónsskúli í Suður Afrika
So er tað Rannvá Hentze sum eisini hevur veri í Suður Afrika seinasta hálva ári. Hon hevur veri á einum missiónsskúla hjá YWAM í Durban.
-
43
HMU Podcast #021 - Hin stóra kvøld máltíðin
Hin stóra kvøldmáltíðin er ein kend bíbilsøga. Hjalmar hevur dúkað niður og fortelur, hvat hann hevur fingið burtur úr saman við Bjartu og Dann.
-
42
HMU Podcast #020 - YWAM í Suður Afrika
Gesturin hesa vikuna er Marjun Garðsá sum hevur veri á einum lærusveinaskúla í Suður Afrika hjá YWAM. Tað er eitt DTS skeið, tá er man part av tíðini í skúla og eisini ein part úti í missión. Vertirnir í sendingini eru Bjaarta, Dann og Sjúrður.
-
41
HMU Podcast #019 - OpenDoors
Tað er Sámal Jákup sum er gestur í heusm partinum. Hann fortelur um altjóðafelagsskapinum OpenDoors og alt tað stóra arbeiði tey gera. Vertirnir í hesum parti eru Dann, Hjalmar og Sjúrður.
-
40
HMU Podcast #018 - Trúgv og gerningar
Hesa ferð er tað Ovi Brim, sum er gestur, og hann kemur eisini við einum spennandi evni. Evnið er nevniliga Trúgv og gerningar. Ovi er til dagligt prestur og próstur. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
39
HMU Podcast #017 - Dópur
Aftur ein spennandi podcastur við einum spennandi evni. Gestur í hesum parti er Torleif Johannesen, hann arbeiðir sum sjómanstrúboðari fyri Heimamissiónina. Evnið í hesum partinum er dópur. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
38
HMU Podcast #016 - Húsmøti í Aarhus
Mánadagur so er sjálvandi ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Tað er Rakul Kjølbro sum er gestur. Rakul býr og lesur í Aarhus, har tey eru byrja at hava húsmøtir fyri føroyingum. Hoyr um hvussu tað byrjaði og hvussu tey hava møtini í Aarhus her.
-
37
HMU Podcast #015 - Lærusveinaskapur
Í hesum partinum hava vit fingið ongan annan enn Tórur Jacobsen á vitjan. Tórur býr í Danmark har hann eisini lesur gudfrøði. Evni í hesum parti er lærusveinaskapur, sum er eitt evni sum Tórur hevur arbeitt nógv við. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
-
36
HMU Podcast #014 - Mercy Ships
Aftur mánadagur og aftur ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Í dag er tað við Súsannu Hendriksdóttir Olsen, sum í fleiri umførum heuvr veri úti við Mercy Ships. Mercy Ships er ein hjálpar felagsskapur sum siglur runt alla verðuna, og veitir heilushjálp. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.
-
35
HMU Podcast #013 - Bíða
Nú eftir eina lítla jólaferiu eru vit aftur við einum parti. Evni er at bíða. Við í Podcastinum eru Bjarta og Sjúrður.
-
34
HMU Podcast #012- Nú vera jól
Nú er tað alvorliga fari at nærkast jólinum og í hesum sampandi hava vit ein jól part til tykkum. Við í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.Podcasturin er eisini at finna á YouTube!
-
33
HMU Podcast #011 - Er kristindómur bara fyri tey heilagu?
Hesa ferð er Magni Skoradal gestur í HMU-podcastinum, og evni hjá honum er "Er kristindómur bara fyri tey heilagu?". Magni er av Toftum og gonur fast í Taboor, har hann virkin í arbeiðinum. Millum annað hevur hann ein bíblibólk við ungum Tofta dreingjum. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Podcasturin er at finna á YouTube
-
32
HMU Podcast #010 - Ollis Barber
Hesa ferð er tað ein serligur partur, tí vit eru farin út at vitja Ólav Davidsen – ella sum nógv kenna hann, Ollies Barber. Fyrir stuttum hevur hann latið upp eina nýggja salong á Heiðavegi í Saltangará. Í hesum partinum fortelur Ólavur, hvussu hann byrjaði at fylgjast við Jesusi. Samstundis klippir hann Hjalmar, meðan podcasturin verður upptikin. Vertirnir hesa ferð eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Um tú ynskir at síggja podcastin, liggur hann eisini á YouTube.
-
31
HMU Podcast #009 - Grønland
Hesa ferð er Magnus Hammer í Høllum gestur í HMU-podcastinum, og hann snakkar um tíðina, sum volontør í Grønlandi. Magnus var í Grønlandi í eitt hávlt ár, har hann slapp at síggja nær um alt Grønland, hann var umborð og skipum, inni í fongslinum og kom í samband við nógv fólk ið onki høvdu. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Dann. Podcasturin er at finna á YouTube
-
30
HMU Podcast #008 - Evnagelii: hvat, hví og hvussu?
Hesa ferð er Sonni Steinhólm gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Evnagelii: hví, hvat og hvussu?" Sonni er úr Runavík og gongur í Missiónshúsinum á Glyvrum, har er hann eisini er partur av ungdómsnevndini. Til dagligt lesur hann til maksinmeistara í Havn. Vertirnir í sendingini eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
-
29
HMU Podcast #007 - Kristin um allan heim
Hesa ferð er Fríði Dam gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Kristin um allan heim". Fríði hevur, síðan hann var heilt ungur, havt ein dreym um at sleppa út við Logos Hope, sum er eitt skip hjá OM. Hesin dreymur gjørdist veruleiki, tá ið hann í tvey ár sigldi við Logos Hope sum maskinmeistari. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
-
28
HMU Podcast #006 - Hví hava øll so nógvan skund?
Hesa fer er Derhard Jógvansson gestur í HMU-podcastinum. Evnið er hví hava øll so nógvan skund? Derhard er prestur í Vesturkirkjuni í Havn og hevur veri har í 15 ár. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
-
27
HMU Podcast #005 - Er Jesus tann einasti vegurin?
Hesa fer er Anton í Liljudali gestur í HMU-podcastinum. Evnið er: “Er Jesus tann einasti vegurin?” Anton er uppvaksin í Svøríki, men hevur eisini búð í Føroyum í nógv ár. Í løtuni lesur hann til teologi í Keypmannahavn, har hann býr saman við konu síni. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
-
26
HMU Podcast #004 - Hví felli eg í freisting?
Hesa ferð er Kartin Høgnesen gestur í HMU Podcastinum. Evnið, sum hann fer at tosa um, er: "Hvat geri eg, tá eg felli í freisting?"Kartin Høgnesen er millum annað kendur sum frisør, men nú arbeiðir hann sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður.Tú kanst eisini hyggja eftir podcastinum á YouTube.
-
25
HMU Podcast #003 - Jórunn Mohr Viderø
Hesa ferð er tað Jórunn Mohr Viderø, sum fortelur um, hvussu hon kom til trúgv. Tað er ein spennandi og lærurík ferð, sum nógv onnur als onki kenna til. Afturat henni eru Bjarta Hjalmar og Sjúrður, sum eru vertir. Møugleiki er eisini at hyggja eftir podcastinum á YouTube.
-
24
HMU Podcast #002 - Hví velja ung at fylgja Jesusi
Nú eru vit alvorliga komin í gongd. Tað er Jákup Brúsá sum er við, sum fyrsti gestur í HMU Podcastinum, og hann er komin at snakka um, hví ung velja at fylgja Jesusi.
-
23
HMU Podcast #001 - Hvat vilja vit?
Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? Hetta er fyrsti partur av nýggja HMU Podcastinum. Tað eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður ið eru vertir.
-
22
Trúpoddurin 18. partur: Um trúgv og iva
Tað er mangt, sum kann fáa okkum at ivast. Í einum samfelag, har vit fáa so nógva kunning er skjótt at vit byrja at ivast í, hvat passar... Tað kann eisini viðhvørt leiða til at vit fara at ivast í Gudi og hansara orði. Í trúpoddinum í dag, tosa Bjarta og Sjúrður um trúgv og iva.
-
21
Trúpoddurin 17. partur við Jákup Brusá
Í dag hava Bjarta og Sjúrður fyri vitjan av sjálvum aðalskrivaranum í Heimamissiónini – Jákup Brúsá. Jákup greiðir frá sínum vitnisburði, um hvussu hann fekk frið við Gud.
-
20
Trúpoddurin 16. partur við Jóhan og Silju
So var trúpoddurin aftur. Hesaferð hava Bjarta og Sjúrður fingið vitjan av Jóhan og Silju, sum arbeiða í Nesvík. Silja er í læru á skrivstovuni og Jóhan er barna og ungdómsráðgevi. Saman við teirra starvsfelagum syrgja tey fyri at alt koyrir, sum tað skal í Heimamissiónini. Silja og Jóhan eru ikki ofta at síggja á forsíðuni, tí størsti parturin av teirra arbeiði er í “maskinrúminum” í Nesvík. Tey taka sær av øllum fyrireikingum “behind the scenes”. Í hesum Trúpoddi tosa vit um at vera trúgvur í lítlum og lýðin í tí, sum eingin sær. Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Silju, Jóhan og restini av starvsfólkunum í Nesvík/Heimamissiónini fyri teirra fantastiska arbeiði!
-
19
Trúpoddurin: Hvørjum fylli eg meg við
So var aftur ein trúpoddur á skránni. Hesaferð tosa vit um evnið “hvørjum fylli eg meg við” Bjarta og Kartin tosa um, hvønn týdning tað hevur at fylla seg við Jesusi og andaligum tilfari. Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagnum fyri teirra arbeiði!
-
18
Trúppodurin Special við Lisa Børud
Tað er ein heilt serligur dagur í studionum. Sjúrður og Bjarta hava fingið vitjan av norsku sangstjørnuni Lisu Børud. Hennara sangir hava spælt ein stóran leiklut í uppvøkstrinum hjá Bjartu og nógvum øðrum børnum og ungum í Føroyum og Norra.Sjúrður og Bjarta hittu Lisu og fingu eitt stutt prát við hana beint eftir konsertina á Kristfest 24.
-
17
Trúpoddurin við the Cochrens
Trúpoddurin Special við Cochren Í dag er Kristfest í Nesvík. Fyrr í dag vitjaðu Bjarta og Sjúrður Michael og Leah á teirra hotelli og tosaðu við tey um teirra tónleik, og hvat gevur teimum íblástur.
-
16
Trúpoddurin 15. partur við Kartin Høgnesen
Vælkomin til Trúpoddin. Í dag fer Trúpoddurin at snúgva seg um lív, trúgv og tænastu. Bjarta og Sjúrður hava fingið vitjan av nýggja ungdómsráðgevanum Kartin Høgnesen.
-
15
Trúpoddurin 14. partur - At elska næsta tín sum sjálvan teg
So er næsti partur av Trúpoddinum her!😃 Hesa vikuna tosa Bjarta og Sjúrður um næstrakærleika. “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”.
-
14
-
13
Trúpoddurin 12. partur
Bjarta, Heri, Maria og Sjúrður tosa í hesum partinum um evnið: Sálarligt stíð og trúgv.
-
12
Trúpoddurin 11. partur
So var Trúpoddurin her.Øll sunnudagsskúlabørn hava sungið um Rut, sum hevði hjarta milt, men hvat er søga hennara? Í dag viðgera vit teir 4 kapitlarnar í Rutarbók.
-
11
Trúpoddurin 10. partur
So var 10. partur her! Hesaferð tosa vit um líknilsi um Sáðmannin. (Luk 8,5-15)
-
10
Trúpoddurin 9. partur
So var 9. partur av Trúpoddanum her!Hesaferð tosa vit um líknilsi um tær 10 moyggjarnar.
-
9
Trúpoddurin 8. partur
Góðan morgun! So var 8. partur av Trúpoddanum her.Hesaferð tosa vit um líknilsi um burturvilsta sonin.
-
8
Trúpoddurin 7. partur
Enn ein hósdagur og aftur ein nýggjur Trúpoddur!Hesaferð tosa vit eitt sindur um: At vera lýðin og ólýðin! Hvat er tað at vera lýðin, hvat sigur Gud um tað, og hvussu uppliva við lýdni og ólýdni? Lurta við her ella á Spotify – Trúboðin Poddkast.
-
7
Trúpoddur 6. partur
Enn ein hósdagur og aftur ein nýggjur Trúpoddur!Hesaferð tosa vit eitt sindur um: At vera lýðin og ólýðin! Hvat er tað at vera lýðin, hvat sigur Gud um tað, og hvussu uppliva við lýdni og ólýdni? Lurta við her ella á Spotify – Trúboðin Poddkast.
-
6
Trúpoddurin 5. partur
So var 5. partur av trúpoddanum her!Evnið hesaferð er: "Er Gud við mær, tá eg ikki føli hann?" - Trúgv og kenslur.
-
5
Trúpoddurin 4. partur
So var 4. partur av Trúpoddinum her!Evnið hesaferð: Hvussu eri eg eitt ljós í gerandisdegnum?
-
4
Trúpoddurin 3. partur
So var aftur hósdagur, og tað merkir, at vit hava ein undgómspoddkast kláran til tykkum.Evnið hesaferð er: Hvønn vendir tú tær fyrst til í neyðini.Bjarta, Heri, Maria og Sjúrður hava funnið eitt navn. Tey takka fyri øll uppskotini og Eyðbjørn Jacobsen fyri navnið: TRÚPODDURIN!
-
3
Trúpoddurin 2. partur
So vóru tey aftur! Bjarta, Heri, Maria og Sjúrður tosa um evnið: Eru vit øll líka yvir fyri Gudi? – Eru allar syndirnar líka stórar, og eru allar náðigávurnar líka týdningarmiklar?
-
2
Trúpoddurin 1. partur
Evnið hesaferð er: Hvussu komi eg inn aftur í samkomuna, aftaná eg eri fallin frá? Og hvussu kunnu vit sum samkoma taka ímóti teimum, ið velja at koma aftur?
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
HOSTED BY
Heimamissiónsungdómur
CATEGORIES
Loading similar podcasts...