EPISODE · Mar 10, 2017 · 8 MIN
83% av tiðindagreinunum skrivaðar av monnum
from Mentanarkaféin · host Kringvarp Føroya
Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaféin beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar vóru á skránni. Birgith Lassen tosaði við Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, um umboðan av kvinnum í føroysku tíðindabløðunum. Í eini roynd at skapa eitt yvirlit yvir kynsbýtið í bløðunum, hugdi Barbara Holm eftir nøvnunum á journalistunum. Stakroyndin vísti, at 83% av greinunum vórðu skrivaðar av monnum, og 17% skrivaðar av kvinnum. "Redaktiónirnar eru næstan bara mannaðar av monnum - og tað ávirkar í stóran mun outputtið", sigur Barbara Holm, sum saknar fleiri kvinnuligar bylines í bløðunum. Hoyr Barbaru Holm greiða frá, hví tað er týdningarmikið, at kynsbýtið er javnt í miðlunum. Síggj livestroyming frá kvøldinum her.
Embed this episode
NOW PLAYING
83% av tiðindagreinunum skrivaðar av monnum
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.