PODCAST · news
Mentanarkaféin
by Kringvarp Føroya
Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins.Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik.Skiftandi vertir
Episodes
-
Systkin vunnu leikritakapping kringvarpsins
Hýrurin var góður í Studio 5, tá vinnararnir av leikritakapping kringvarpsins vórðu avdúkaðir beinleiðis í Mentanarcaféini í kvøld. Súsanna Tórgarð fekk 1. virðisløn fyri útvarpsleikritið Mynd í óðnarveðri, meðan Hans Tórgarð fekk 2. virðisløn fyri útvarpsleikritið Norðureftir. Útvarpsleikurin…
more -
Mentanarcaféin í Saltsiluni
Hvør er søgan um Saltsiluna, hvørjir eru møguleikarnir, og hvat siga vit um arkitekturin, eru nakrir av spurningunum, vit fara at venda, nú Mentanarcaféin varð send beinleiðis av Saltsiluni á Drelnesi. Vit hitta Ólav Rasmussen, stigtakara og samskipara, sum sigur okkum um søgu og…
more -
Tema um tungmálm og 12 nýggjar bøkur til summarið
Tað stundar til sól, summar og summarfrítíð. Og hvørjar bøkur kunnu viðmælast sum summarlesnaður? Vit spyrja bókavørðin Vónbjørt Vang. Vit fara á ferð í bæði føroyska og útlendska tungmálmsumhvørvinum saman við Fróða Stenberg, hitta Teit Fossaberg frá áhugafelagsskapinum Upp við Hornunum, fáa…
more -
Myndlist, Grøna Herbergið og maritim mentan
William Heinesen var ikki bara skald og rithøvundur, hann skrivaði eisini tónleik, spældi uppá klaver, eins og hann var ein sera fjøltáttaður myndlistamaður. Og nú tað fríggjadagin lat upp ein stór framsýning við verkum eftir William Heinesen á Listasavni Føroya, hava vit hitt Maluna…
more -
Mentanarcaféin í Spaniastovu í Klaksvík
Hvat hendir í Spaniastovu í summar? Jógvan Andrias Joensen sigur frá og vitjar musikcaféina, meðan Fía Heinesen greiður frá umhvørvisframsýning, hon hevur sett saman í Miðstovuni. Hóast vøkur, kann hugnaliga føroyska bygdin og føroyska summarið pallseta óhugnaligar hendingar. Og hetta fáa vit...
-
Myndlist, Luther, Fuglafjørður, og Wagner
Tað er sera forvitnisligt at vitja í atelierinum hjá feðgunum Tróndi og Brandi Patursson. Vit hava verið á gátt. 31. oktober í ár eru 500 ár liðin, síðani týski professarin í gudfrøði, presturin, tónaskaldið, og munkurin Martin Luther setti skjøtil á reformatiónina. Og saman við Jákupi Reinert...
-
Opera í gjónnið í Elduvík, arkitekturur og list
Mikukvøldið 25. januar handaði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, føroyska operasangaranum Rúna Brattaberg Mentanarvirðisløn landsins. Vit hava verið í gjónnið í Elduvík, har vit hittu Rúna Brattaberg og konuna Susanne, ið eisini er operasangari. 22. apríl rundar føroyski listamaðurin...
-
Ungur yrkjari, sangleikur í Fuglafirði, og filmur
Tann lítli drongurin og beinagrindin er heitið á yrkinga- og stuttsøgusavni, sum Beinir Bergsson í hesum døgum gevur út á forlagnum Sprotin ? vit hitta unga yrkjaran. Mikudagin var sangleikurin High School Musical 2 frumspældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sama kvøldið varð fyrsta almenna...
-
Mentanarcaféin live úr Tofta skúla
Fyri einum góðum mánað síðani varð fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin latið av. Hvussu byrjaði henda verkætlan og hvat merkir hetta fyri mentanarlívið? Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við borgarstjóran Jóhannus Danielsen og ein av stigtakarunum Símin Johannesen á kvøldsins...
-
Verjurøða holubúgvans, útvarpsleikir og poesidagur
20. apríl er evstamark fyri at lata inn handrit til kappingina um at skriva nýggjar útvarpsleikir. Og saman við Mariusi Rein, Sigmundi Poulsen og Jóhann Mortensen varpa vit ljós á útvarpsleikir sum miðil og frásøguhátt, eins og vit eisini hoyra brot úr fleiri útvarpsleikum. Týsdagin var altjóða...
-
Leikluturin hjá framleiðaranum á DR
Hoyr samrøðuna her
-
Mentanarkaféin 15. mars 2017
Kim fer at greiða frá um rák í yrkingalistini, um materialismu, um økopoesi og um náttúrusøguliga leiklutin í hansara yrkingasøvnum. Martin Røen Hansen er produsentur fyri DR, og var við í verkætlanini, At the heart of a selkie, hjá Eivør Pálsdóttir. Mentanarkaféin hitti hann til eitt prát um...
-
83% av tiðindagreinunum skrivaðar av monnum
Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaféin beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar vóru á skránni. Birgith Lassen tosaði við Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, um umboðan av kvinnum í føroysku tíðindabløðunum. Í eini roynd at...
-
Mentanarkaféin: Um at vera myrk kvinna í Føroyum
Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaféin beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar fylti skránna. Birgith Lassen tosaði við Jannie í Skálum um sexifisering av myrkum kvinnum. "Eg haldi ikki, at myrkir menn verða gjørdir til eitt...
-
Mentanarkafein 1. mars 2017
Hoyr sendingina her.
-
Mentanarkaféin 22. februar 2017
Tvey ummæli eru á skránni: Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, og Erhard Jacobsen, bókavørður, viðgera og ummæla bókina "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" eftir Sjúrð Skaale. Og Marna Jacobsen, bókmentafrøðingur, ummælir Andy eftir Andrass Sólstein. Vit hoyra um tiltakið Damudomi, sum verður í...
-
Tónleikur, filmur og steinprent
Tónleikurin fyllir nógv Kringvarpinum, og umleið 40 prosent av tónleikinum er føroyskur. Elin Brimheim Heinesen og Edvard Nyholm Debes siga sína meining um týdning, fjølbroytni og framtíð. Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari, greiðir frá bygnaði og tónleikapolitikki. Filmsfestivalur verður í...
-
Mentanarkaféin 1. februar 2017
Tjóðpallur Føroya framførir í hesum døgum grikska sorgarleikin Elektra, og vit fáa tveir ummælarar á gátt, Vár B. Jacobsen og Gullu Øregaard. "Eg eri ikki eg, eri eg", er heiti á MA-ritgerð, sum Lydia Didriksen hevur skrivað MA-ritgerð á Fróðskaparsetri Føroya um autofiktión. Lydia lýsir...
-
Mentanarkaféin 18. januar 2017
BankNordik hevur latið 623 listaverk til ein sjálvsognarstovn, sum skal umsita og nøra um savnið. Vit tosa við Árna Ellefsen, bankastjóra, og Helga Fossadal, formann í nýggja BankNordik-savninum. Tvey ummæli eru á skránni. Guðrun Gaard, bókmentafrøðingur, ummælir krimiskaldsøguna…
more -
LISA 35 ár
Listafólkasamband Føroya fyllir 35 ár. Marita Dalsgaard, Guðrið Poulsen, Jóhan Martin Kristiansen, Súsan í Jákupsstovu og Ingi Joensen greiða frá byrjanini av Lisa, framtíðarvónir og endamál
-
Spennandi handrit eftir William endurfunnið
Forkunnugt og spennandi handrit er komið undan kavi. Bókmentafrøðingurin Bergur Rønne Moberg hevur endurfunnið og lisið "Baalet" frá 1936 eftir William Heinesen. Vit tosa við Berg um hvønn týdning funna handritið hevur fyri bókmentagranskingina og fyri fatanina av tí stríði William Heinesen hevði...
-
Eivør tekur upp konsertfløgu
Seks ár eru farin, síðan Eivør seinast tók upp frá konsertum. Við trimum konsertum hetta vikuskiftið legði Eivør lunnar undir eina útgávu við live-tónleiki, har hon spæli løg frá seinastu trimum fløgunum, sum hon hevur útgivið. Vit práta við Eivør um hennara ætlanir við fløguni og framtíðini
-
Nýggjárskonsertin verður ummæld
Verkið Nordika eftir Sunleif Rasmussen varð framført á fyrsta sinni í Føroyum. Eitt minni ensamble framførdi krevjandi verk eftir Atla K. Petersen. Solistar hesaferð vóru Sergei Semishkur, Tóra Vestergaard og Kristina Thede Johansen. Vit umrøða verk, orkestur, solistar, kór og framleiðslu....
-
Fyrsta mentanarkaféin í 2017
Føroya Symfoniorkestur byrjaði leikárið 2017 við Nýggjárskonsertini; Eirikur Skála og Ólavur Jakobsen ummæla verk, solistar, orkestur og kór. Spennandi skaldsøguhandrit eftir William Heinesen er endurfunnið; vit tosa við Berg Mobert Rønne, sum hevur lisið handritið. Eivør hevði upptøkukonsert um...
-
Seinasta Mentanarcaféin í 2016
Tvey bókaummæli eru. Í august mánaði í ár gav dansk/føroyska Siri Ranva Hjelm Jacobsen út debutskaldsøgu sína Ø, ið kom út á forlagnum Lindhardt og Ringhoff. Malan Marnersdóttir ummælir skaldsøguna, ið hevur fingið góð ummæli í Danmark. Árliga framsýningin Myndaódn er latin upp í grafiska...
-
Føroyingar vilja bara eitt sindur
Árligu bókadagarnir í Norðurlandahúsinum hava verið, men vit fara kortini at tríva í aftur røðuna, sum rithøvundurin Carl Jóhan Jensen helt, tá tiltakið varð sett. Evnið í røðuni var føroyskt mentanartilvit - ella kanska heldur tvørrandi mentanartilvit. Høvundurin er hvassoraðaður og gevur ilt av...
-
Uppiyvir Bob Dylan
75 ára gamli Bob Dylan fær í morgin bókmentavirðisløn Nobels. Leingi hevur verið gitt og spátt um hann sjálvur fór at taka ímóti virðislønini. Hetta er ikki einasta loyndarmálið, ið knýtir seg at hesum listamanni, sum seinastu 55 árini hevur verið virkin tónleikari, umframt at hava skift skap og...
-
Dylan og Carli á café
Nobel-aktuelli Bob Dylan var til drúgva umrøðu. Meinhard Jensen og Knút Háberg Eysturstein hittust frammi í Dal til eitt forvitnisligt Dylan-treff. Carl Jóhan Jensen gav ilt av sær um tvørrandi alment mentanartilvit í Føroyum. Vitjað varð í Steinprenti, har Tróndur Patursson arbeiðir við...
-
Tóroddur á vektini
Yrkingasavnið "Skriftstøð" eftir Tórodd Poulsen og stuttsøgusavnið "Albert" eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru til viðgerðar. Trygvi Danielsen og Heðin M. Klein ummæla. Vit hitta stuttsøguhøvundan. Gestur í sendingini er danski rithøvundurin Siri Ranva Hjelm Jacobsen, sum fær góð skoðsmál í Danmark...
-
Bókmentakjak, Feitar tíðir og Hansina
Nortið verður við spurningin at ummæla bókmentir í breiðum bókmentakjaki. Carl Jóhan Jensen, Kinna Poulsen, Dorrit Hansen og Bergur D. Hansen sita kring borðið. Sangleikurin Feitar tíðir er til umrøðu. Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen meta um leikin. Farið verður eisini á listaframsýning hjá...
-
Deadlines eru motiverandi
Í gjár læt upp forvitnislig framsýning við Hinsinu Iversen í Miðstovuni í Leikalund í Klaksvík. Rani Nolsøe spældi og sang nøkur løg og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag segði nøkur orð í sambandi við at framsýningin varð sett kl 15 í gjár. Framsýningin hongur upp til 11. desember. 10....
-
Malan um Bommhjartað
Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, hevur lisið bókina og ber fram sína hugsan um hana í viðtal við Sissal Kampmann.
-
Bókmentir og filmur í Mentanarcaféini
Jóanes Nielsen hevur skrivað nýggja skaldsøgu. Malan Marnersdóttir ummælir "Bommhjarta". Oddfríður M. Rasmussen, sum hevur latið nýtt yrkingasavn frá sær, "Úrtíð," er gestur í sendingini. Norðurlendskur filmur og høvundur verða eisini umrøddir. Jan Berg Jørgensen og Birgir Kruse meta um…
more -
Mentanarcaféin 9. november 2016
Skaldsøgan "Óendaliga vera", sum Marjun Kjelnæs skrivaði og fekk Bókahandlaravirðislønina í 2015 fyri, verður ummæld. Vár í Ólavsstovu og Heðin M. Klein viðgera skaldsøguna.Suðuroyggin er ein leys oyggj, ið hevur nógvar ymiskar avbjóðingar, millum annað í mun til minking í fólkatali, umframt at…
more -
Mentanarcaféin við fjølbroyttum innihaldi
Leygardagin 29. oktober skipaði Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri ráðstevnu um føroyskan listapolitikk. Limir í starvsnevndini í LISA og yrkislistakvinna kjakast um ráðstevnuna. Regin Guttesen er aktuellur við nýggjari fløgu. "Momento", sum fløgan nevnist, varskógvar nýtt stílbrigdi hjá...
-
Fjølbroytt úrval av mentan
Norðurlendsku listavirðislønirnar verða latnar týsdagin, Carl Jóhan Jensen er tilnevndur úr Føroyum fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betur í myrki". Sunleif Rasmussen hevur smíðað verk til nýggjan norðurlendskan tjóðsang, sum skal framførast á samkomuni. Í Klaksvík situr…
more -
Chuck Berry 90 ár
Hoyr samrøðurnar og sangirnar her!
-
Gandakendu ljósini í Húsahaga
Tað skal gerast vakrari, tí royndarkoyrir SEV eina verkætlan, har ljós verða sett á tríggjar av vindmyllunum í Húsahaga. Vit skifta orð við Eyðun Eliasen, arkitekt, um verkætlanina. Við sínum myndum broytti havnamaðurin Dániel Jacob Danielsen - Dollin, søguna í Kongo. Óli Jacobsen, sum hevur...
-
Seks skínandi stjørnur til »Einaferð var tað eg«
Leygarkvøldið var nýggi sjónleikurin Einaferð var tað eg ? eitt nýfeministiskt ævintýr, ið er skrivað av Mariann Hansen, Duritu Dahl Andreasen og Búa Dam, frumspælt í Perluni í Havn. Og saman við Riu Tórgarð, sjónleikara og leikstjóra, og Marnu Jacobsen, forkvinnu í Demokratia og ritstjóra á...
-
Dukkusjónleikur er eisini fyri vaksin
Dukkusjónleikur er eisini fyri vaksin. Hetta siga Eyðun Johannessen, leikstjóri, og Rakel Helmsdal, rithøvundur og dukkuleikari, tá vit hitta tey á kreativa kvistinum heima hjá Rakel. Eisini verður tosað um eitt nú søguna handan dukkusjónleik, og hvørjir serligir møguleikar eru í dukkusjónleiki....
-
Ummæli - Havfrúgvin
Birna Heinesen, dramaturgur, Búi Dam, sjónleikari, og Hanus Kamban, rithøvundur, ummæla nýggja leikin Havfrúgvin. Eisini tosa vit við sjónleikaran Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum er á palli í Århus og Keypmannahavn við sjónleikarkonsertina American Spirit, ið er við tónleiki hjá Johnny Cash og...
-
Á ferð í 2. symfoni Sunleif
Jonhard Mikkelsen greiðir okkum frá tiltakinum Orðum og Tónum og fleiri forvitnisligum bókum frá Sprotanum. Tú hoyrir sendingina her.
-
Havfrúgvin backstage og Tórsbyrgi 40 ár
Nógv hendir á føroyska mentanarpallinum í løtuni, og hetta merkir eisini fyrstu Mentanarcaéina hesa vetrarskránna. Leygarkvøldið verður nýggi leikur eftir Jóanes Nielsen, Havfrúgvin, frumsýndur á Tjóðpalli Føroya. Og talan er um eina fult og heilt føroyska framleiðslu. Vit hitta leikstjóran…
more -
Mentanarcaféin live úr Listastovuni í Miðvági
Hoyr sendingina her!
-
Tað er mentanin, ið bindur fólkið og landið saman
Á Mentanarcaféini hesuferð hitta vit Susanne Andreasen, stjóra á Grønlands Nationalteater, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya. Eisini fara vit eina mini-cruiseferð saman við Katrin Dahl Hanusson, har vit vitja tríggjar av leikunum, sum vóru á palli á Døgunum 2016, nevniliga íslendska...
-
Ein kreativ grýta, ið kókar yvir
Umframt at njóta leiklist eru vit eisini á Saltnesi, har forvitnislig listaframsýning við verkum eftir leirvíksmálaran, Jóannis Kristiansen, er. Vit frætta eisini um forvitnusligu Frank Sinatra-konsertirnar hjá Tórshavnar Big Band. Hoyr sendingina her.
-
Ein spreingiløðing av alskyns leiklist
Hoyr samrøðurnar her!
-
Sera nógv fólk savnaðust á listaframsýning á Eiði
Hoyr samrøðuna her!
-
Øll list hevur ein boðskap, ið ikki er fysiskur
Hoyr samrøðuna her!
-
Eitt flott univers við teldugrafikki og málningum
Hoyr samrøðuna her!
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins.Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik.Skiftandi vertir
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...