Ågot aftur til fiskiskap
from Tíðindabrot Hosted by Kringvarp Føroya
Garnaskipið Ågot fer væntandi aftur til fiskiskap í hesi vikuni. Umvælingarnar hava kostað, men reiðaríið hevur fingið endurgjald fyri ein part av mistu inntøkuni, og eigararnir eru væl nøgdir við umvælingararbeiðið. Umvælingararbeiðið varð mett at kosta umleið hálva fimtu millión krónur. Skaðin vísti seg tó vera størri, og tí hevur tað eisini verið dýrari at umvælt skipið, upplýsir reiðaríið. Í dag riggaði manningin Ågot til fiskiskap.
Embed this episode
No transcript yet.