Episodes
-
– Mín ringasta marra
– Hetta er verri enn tað eg roknaði við Tað sigur Høgni Hoydal fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum., nú samgongan hevur lagt fiskivinnupolitikkin fram í morgun.
-
Michael Gove ynskir tætt samstarv við Føroyar
Í morgun prátaðu Poul Michelsen og Michael Gove um handil, arktis og framtíðarleiklutin hjá Bretlandi tá tað snýr seg um viðlíkahald av havumhvørvinum í Norður Atlanshavinum.
-
Ólógligt at senda privatar myndir hjá øðrum víðari
Løgreglan ávarar nú ímóti at senda privatar myndir víðari. At senda privatar myndir hjá øðrum víðari uttan at hava fingið loyvi er greitt brot á revsilógina, og kann geva upp í 6 mánaðar fongsulsrevsing. Fleiri tilburðir hava verið seinastu tíðina, har privatar myndir hjá øðrum verða sendar runt.
-
Lítil undirtøka fyri e-bókum í Føroyum
Tað er ikki stórvegis undirtøka fyri ebókum í Føroyum, fáar e-bøkur koma út á føroyskum. Tað var høvuðsorsøkin til, at bókapallurin VITRA lat aftur herfyri. Kári Árting, stjóri í Rit og Rák, ásannar, at fáar ebøkur vera seldar.
-
- Fólkavøksturin skal eisini merkjast í Suðuroy
Aksel V. Johannesen, løgmaður sigur, at ferðaseðlaprísurin verður endurskoðaður, men onnur átøk skulu á breddan fyri at fáa fólk at støðast í Suðuroy. Partamaður hansara, tingmaðurin Bjarni Hammer, segði í gjár, at Suðuroyggin má og skal á breddan nú.Hann heldur, at landið ger ov lítið fyri at…
more -
Fá atkvøddu til stýrisvalið á Fróðskaparsetrinum
Mánadagin varð kunngjørt, at Kolbrún í Haraldsstovu, sum lesur lívfrøði á náttúruvísindadeildini, varð vald inn í setursstýrið. Hon fekk bert 15 atkvøður. Hini, ið stillaðu upp, vóru: Ingun H. Söderqvist við 10 atkvøðum, sum varð vald sum varaumboð, Bergur A. Dalsgarð við 9 atkvøðum og Tór Marni...
-
Video: Maria kendi Charb á Charlie Hebdo
Maria Canabal taldist millum teirra, sum mótmæltu á Place de la Republique sunnudagin – og tað hevði hon fleiri orsøkir til. Hon hevur búð í Paris í nógv ár, hon er journalistur og hon kendi Charb, Stephane Charbonnier, sum var redaktørur á satirublaðnum Charlie Hebdo, áðrenn hann og 11 onnur…
more -
Ætlar ikki at strika út í CIP-sáttmálanum
Løgtingsins umboðsmaður eigur sjálv at taka støðu til, hvørjar partar av CIP sáttmálanum, almenningurin skal fáa innlit í. Tað heldur løgmansskrivstovan. Men Sólja í Ólavstovu, løgtingsins umboðsmaður, ætlar ikki at siga Fíggarmálaráðnum, hvat skal strikast. Vit hava roynt at fingið samrøðu við...
-
Fjarhitafelagið hevur mist tolið
Tað hevur tikið nógv longur tíð enn ætlað at leiða avlopshitan frá elverkinum hjá SEV á Sundi og Brennistøðini á Hjalla til stórar brúkarar í Havnini. Tolið er nú uppi hjá Fjarhitafelagnum, sum ikki longur vil bíða eftir býráðnum. Fjarhitafelagið hevur bygt eina fyribils hitastøð, sum skal veita...
-
Føroysk barnabók góð ummæli úti í heimi
Sí innslag um eina eina føroyska barnabók, sum er vorðin ein sólskinssøga.
-
Spennandi val í Grønlandi
Stórur áhugi er fyri landstingsvalinum í Grønlandi í dag. Alt bendir á, at valluttøkan verður nógv størri enn í 2013. Sí innslag í Degi og Viku. Liljan Weihe er á valstaðnum í Nuuk, og hevur eisini samrøðu við ein serfrøðing, m.a. um samgongumøguleikar Mynd: Frá valstaðnum í Nuuk
-
Tormóður Stórá tekur ikki av starvinum
Tormóður Stórá vil ikki treytaleyst taka við starvinum sum leiðandi yvirlækni á psykiatrisku deild á landssjúkrahúsinum, hóast hann er einasti umsøkjari, og starvið stendur honum í boði. Tormóður Stórá sigur, at játtanin til psykiatriska økið verður so nógv skerd, at hon verður bert ein...
-
Argir eisini fingið húk
Ein stendur í Klaksvík, og nú stendur eisini ein á Argjum. Á nýggju rundkoyringini, har nýggju vegirnir møtast á Argjum, er ein húkur settur upp. Tað eru tó hvørki Landsverk, næmingar á tekniska skúla, ið er nærindis, ella Tórshavnar kommuna, sum hava sett húkin upp í rundkoyringini. Vit hava…
more -
Allir møguleikar fyri landsstýrissamgongu
Allir møguleikar standa opnir fyri at skipa samgongu eftir landstingsvalið i Grønlandi, heldur Liljan Weihe, tíðindakvinna, sum fylgir valinum fyri kringvarpið. Hóast forkvinnan í IA í beinleiðis sjónvarpskjaki fríggjaði til formannin í Siumut um samgongu, er tað ikki vist, at IA og Siumut kasta...
-
Hart og drúgt valstríð
Eitt hart og drúgt valstríð í Grønlandi er farið at halla. Tað merkir eisini politikararnar. Hóast vit í fleiri dagar hava roynt at fingið eina samrøðu við forkvinnuna í IA, so eydnaðist tað okkum ikki til hesa sending. So her er ein lýsing av Saru Olsvig.
-
Kim ella Sara fara at standa á odda
Grønlendingar fara á val í morgin. Eitt tykist longu verða greitt. Annaðhvørt verður Kim Kielsen úr Siumut ella Sara Olsvig úr IA landsstýrisformaður ella landsstýrisforkvinna eftir valið. Vit hava fylgt sjómanninum úr Paamiut. nú endaspurturin upp undir valið er byrjaður.
-
Teistin varðveitir túratalið
Tað loysir seg at mótmæla. Túratalið hjá Teistanum um Skopunarfjørð verður óbroytt - í hvussu so er fyribils. Tað hava Strandfaraskip Landsins og Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, í dag lovað borgarstjórum og tingmonnum úr Sandoynni. Johan Dahl sigur, at tað stendur til til…
more -
Suðuroyggin eitt læknadømi
Suðuroyggin verður nú eitt læknadømi. Borgarstjórarnir í oynni skrivaðu í dag undir avtalu um hetta. Hetta er eitt stig á rætta leið, men enn eru ymisk viðurskifti, ið vanta, heldur Anne-Birgitte Dahl Hansen, kommunulækni í Vági. At Suðuroyggin nú verður eitt læknadømi merkir, at suðuroyingar...
-
Lænti til Eik-partabrøv við trygd í partabrøvum
Nógv fólk læntu pengar úr Eik at keypa Eik-partabrøv fyri, og bara við trygd í partabrøvum í bankanum Eitt dømi um hetta er smápartafelagið KMP, sum í 2006 og 2007 keypti partabrøv í Eik við láni úr Eik, og uttan aðrari trygd enn tey partabrøvini, sum felagið átti í bankanum. Mynd: Kristian…
more -
Andstøðan kemur helst við misáliti
Tað er ógvuliga sannlíkt, at andstøðan á løgtingi fer at reisa misálit á Johan Dahl, landsstýrismann, fyri handfaringina av málinum um meirnýtsluna á Strandfaraskipum landsins. Løgmaður fer neyvan at loysa landsstýrismannin úr starvi, og tí sær andstøðan ongan annan møguleika enn at lata…
more -
Landsstýrismaðurin ætlar at seta tiltøk í verk
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at venda sær til Fólkaheilsuráðið, nú tað er komið fram, at WHO mælir til at banna sølu av orkudrykkjum til børn og ung. Heimsheilsustovnurin mælir til, at aldursmarkið fyri at keypa orkudrykk skal vera tað sama sum at keypa rúsdrekka. Tá...
-
Orkudrykkur: WHO mælir til forboð
Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir nú til at banna sølu av orkudrykkjum til børn og ung. Men í Føroyum kunnu børn ótarnað keypa hesar drykkir. Sí innslag, sum Vilhelm Clementsen, ið er í starvsvenjing í Kringvarpinum, hevur gjørt.
-
Tryggari at vera eysturoyingur
Tað verður tryggari at vera eysturoyingur, nú sjúkraflutningstænastan í oynni hevur fingið eitt elektroniskt hjartamassasju-tól. Tað heldur Hans Jákup Simonsen, yvirlækni. Hann hevur ábyrgdina av sjúkraflutningstænastuni. Tólið er ein gáva frá íslendska/føroyska felagnum Njord, og tað hevur…
more -
Hægri aldursmark fyri at drekka orkudrykk
Einki eftirlit er við søluni av orkudrykki til børn, hóast tað er skjalfest, at slíkur drykkur kann vera skaðiligur fyri heilsuna. Tí eigur aldursmarkið at verða hækkað, og eftirlitið við søluni at verða hert. Tað heldur Snorri Patursson, kostráðgevi. Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá…
more -
Elsti føroyingur fyllir 106 ár
Hann var seks ára gamal, tá fyrri heimsbardagi brast á, og hann var 31 ára gamal, tá seinni veraldarbardagi brast á. Í dag fyllir elsti føroyingur, Theodor Thomassen í Sørvági, 106 ár
-
Rættarskipanin riggar ikki
Rættarskipanin riggar ikki sum hon skal. Tað sigur Gvøðbjørg West í felagsskapinum Kris, eftir at tað er komið fram, at ein maður, sum varð dømdur í Føroya Rætti og bíðaði eftir dómi í Landsrættinum, gjørdi seg kynsliga inn á enn eina gentu. Mynd: Gvøðbjørg West
-
Miðbýur skal savna klaksvikingar
Nýggi miðbýurin skal savna klaksvíkingar. Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum í dag setti spakan - ella grevið á gravkúnni - í nýggja miðbýin í Klaksvík. Á sumri í 2016 kunnu fyrstu fólkini væntandi flyta inn í íbúðirnar hjá Bústøðum í nýggja miðbýnum í Klaksvík.
-
Anitu-málið: Ivast í eftirlitinum
Løgmaður hevur tikið veiðiloyvið frá Anitu, men hann hevur onga yvirskipaða heimild at kanna øll viðurskfiti hjá garnaskipinum. Tað mugu avvarðandi myndugleikar gera, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svari til Gunvør Balle, tingkvinnu. Gunvør Balle heldur, at svarini vísa, at málið setur...
-
Helt fram við kynsliga áganginum
Maðurin, sum í 2011 fekk dóm fyri at gera seg inn á tilsamans fýra gentur, gekk leysur í eitt ár og framdi nýggj brotsverk, meðan bíðað var eftir, at landsrætturin staðfesti dómin. Dagur og Vika royndu aftur í dag at fáa viðmerking frá Henriki Møller, sorinskrivara, men tað eydnaðist ikki.
-
Ikki nóg stór vissa um brotið
Eivin Jacobsen, limur í landsstýrismálanevndini, heldur seg ikki við nóg stórari vissu kunna staðfesta, at Johan Dahl, landsstýrismaður, hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tí kundi hann - eins og Jóan Magnus Rasmussen - ikki taka undir við løgfrøðiligu niðurstøðuni, sum Sirið…
more -
Líraberg krevur 750.000 kr. í endurgjaldi
750.000 krónur í endurgjaldi. Tað er kravið frá partafelagnum Lírabergi í rættarmálinum móti Fiskimálaráðnum. Talan er um eitt torskilt rættarmál, har úrskurðurin kann verða avgerandi fyri, hvussu fiskivinnan í Føroyum skal umsitast í framtíðini. Málið hevur sín uppruna í 2012.
-
Flokkarnir skulu kenna at fyrisitingin riggar væl
- Størsta avbjóðingin verðr at fáa allar flokkar at kenna, at fyrisitingin riggar væl, og at munur ikki verður gjørdur á flokkunum. Tað heldur nýggi stjórin á Løgtingsskrivstovuni verða fremstu uppgávuna hjá sær, tá hann tekur við á nýggjárinum. Jonhard Klettheyggj er løgfrøðingur, og hann hevur...
-
Skipanin svíkur
Hóast abbi Guðruna varð funnin sekur í Føroya Rætti, gekk hann leysur í eitt ár, áðrenn landsrætturin staðfesti dómin. Hetta er eitt tekin um, at skipanin ikki riggar, heldur mamma Guðruna, Turið Horn.
-
Abbin misnýtti hana kynsliga
Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir varð kynsliga misnýtt sum barn. Í fleiri ár gjørdi abbi hennara seg inn á hana. Hesum greiðir hon frá í filmi, sum verður vístur á stuðulstiltaki, sum Kris skipar fyri sunnudagin
-
Gekkafepur um alt landið
Seinni í kvøld verður greitt, um høvuðsvinningurin í Gekkinum hjá Kringvarpi Føroya, verður vunnin. Fyrr í dag mátaðu vit hitan á Føroyum, sum mugu sigast at hava fingið sannan gekkafepur.
-
Gisp! í Norðurlandahúsinum
Í dag læt framsýningin Gisp! upp í Norðurlandahúsinum. Endamálið við framsýningini er millum annað at prika áskoðanina um há- og lág-mentanarlig listaverk, og at lýsa, hvussu søgur verða gjørdar í tekningum og teknirøðum.
-
Óvist við tímum í orðblindni
Næsta ár er ætlanin at kanna allar næmingar í 3. flokki fyri orðblindni, men enn vita lærararnir ikki, um skúlarnir fáa neyðugu tímarnar, so næmingarnir, ið hava fingið staðfest, at teir eru orðblindir, kunnu fáa hjálp. Lærararnir, ið taka útbúgvingina sum orðblindalærarar, eru 27 í tali og 12 av...
-
Formaðurin ikki nóg góður
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hevur ikki megnað leiklut sín nóg væl. Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, sum í løtuni situr á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin. Hon heldur, at flokkurin hevur nógvar trupulleikar at dragast við, og hon veit ikki í løtuni, um hon fer at stilla uppaftur fyri...
-
Virkið fær týdning fyri alt landið
Runavíkar kommuna hevur rindað 20 milliónir krónur fyri útfyllingina til nýggja virkið hjá Bakkafrosti, og nýggja bryggju, sum er 30 metrar long. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, væntar, at virkið fer at hava stóran týdning fyri alt landið, men serliga fyri Runavíkar kommunu.
-
Laksavirki fyri 250 mió. kr.
Bakkafrost skrivaði í dag undir sáttmálar fyri eina fjórðings milliard krónur við veitarar, sum skulu byggja nýggja virkið hjá felagnum. Skrivað varð undir sáttmálarnar í nýggja partinum av Bylgjuni í Runavík, har vinnustevnan Faroe Expo er í løtuni. Nýggja virkið skal eftir ætlan verða liðugt í...
-
Hjálp og gleðiboð í níti ár
- Tú kanst ikki siga fólki frá kærleika Guds niður á tóman búk, segði William Booth - onglendingurin, ið setti Frelsunarherin á stovn. Níti ár eru, síðani byrjað var í Føroyum, og her - eins og aðrastaðni - eru fólk, ið hava brúk fyri teirri hjáp, Frelsunarherurin kann veita. Njál McKay Djurhuus…
more -
Skal staðfestast so tíðliga sum gjørligt
Orðblindni skal staðfestast so tíðliga sum til ber, og Mentamálaráðið fer at gera alt, tað er ment á hesum øki. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Í morgin fara 30 næmingar at búgva seg út til orðblindalærara, og arbeitt verður eisini við eini ætlan um at kanna børn á dagstovnum. Bjørn…
more -
Næmingar í 3. flokki kannast fyri orðblindni
Øll børn í 3. flokki skulu kannast nú fyri at vita, um tey eru orðblind. Á Sernámi verður arbeitt við at tillaga danskt tilfar, ið lærarar skulu brúka sum amboð fyri at staðfesta, um næmingar eru orðblindir. Mynd: Mona N. Steintún, cand. mag. í audiologopedi
-
Ågot aftur til fiskiskap
Garnaskipið Ågot fer væntandi aftur til fiskiskap í hesi vikuni. Umvælingarnar hava kostað, men reiðaríið hevur fingið endurgjald fyri ein part av mistu inntøkuni, og eigararnir eru væl nøgdir við umvælingararbeiðið. Umvælingararbeiðið varð mett at kosta umleið hálva fimtu millión krónur. Skaðin...
-
Brandvenjing í Hoydølum
Tað loypti hvøkk á fólk í Havn í morgun, tá sløkkiliðsbilar, við ljósum og sirenum, koyrdu niðan í Hoydalar í skúlatíðini. Tíbetur var talan um venjing.
-
Bíligari olja skapar vøkstur
Tá oljan lækkar í prísi, verður størri vøkstur í samfelagnum. Kristian Østergaard, greinari í Eik Markets, sigur, at lægri oljuprísur hevur við sær, at vøksturin í Evropa verður millum 0,25 og 0,40 prosent. Og lági oljuprísurin hevur eisini týdning fyri vøksturin í føroyska samfelagnum, tí vit...
-
Oljuprísirnir lækka enn meiri
Oljuprísirnir eru falnir, og væntandi fara teir at lækka enn meiri. Tað sigur Niels Juel Nattestad, stjóri í Effo Tað er búskaparstøðan í Evropa, afturgongdin í Kina og stóra oljuframleiðslan í USA, sum gera, at so nógv olja er á marknaðinum. Mynd: Niels Juel Nattestad, stjóri í Effo
-
Rópa hurrá fyri oljuprísinum
- Fer oljuprísurin niður í helvt, fara ið hvussu er nógvir pensjónistar at rópa hurrá. Tað sigur ein borgari, sum brúkar brenniolju fyri einar 15.000 krónur um árið. Men oljuprísurin lækkar alsamt. Seinnapartin vóru Dagur og Vika við oljufelagnum, Magn, og fyltu á tangar hjá fólki í vesturbýnum í...
-
Tekur framvegis ikki undir við uppskotinum
Dagin fyri, at løgtingið fer at viðgera eitt uppskot frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at lækka rentustuðulin, tekur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini uppaftur, at hann tekur ikki undir við uppskotinum. Hann væntar heldur ikki, at uppskotið verður samtykt í tí líki, tað er lagt...
-
Gleða seg at sleppa til arbeiðis
Í Skopun fegnast tey, nú flakavirkið fer at lata uppaftur. Virkið hevur týdning fyri alla Sandoynna, sigur Friðhild Winther, forkvinna í Vónini, Skopunar Arbeiðskvinnufelag. Arbeiðarafeløgini í Sandoynni hava eisini gjørt íløgu í virkið. Tey hava keypt eina saltsproytu, ið skal brúkast á…
more
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
Loading similar podcasts...