Skip to content
Airbus flogførini vóru størsta framstigið episode artwork

Aug 27, 2026 12 min

Airbus flogførini vóru størsta framstigið

from Summarmorgun Hosted by Kringvarp Føroya

Marius Davidsen hevur havt sín seinasta arbeiðsdag í Atlantic Airways, tí hann júst er givin fyri aldur. Hann hevur verið í felagnum frá byrjan av í 1988 og flestu árini hevur hann verið fíggjarstjóri. -Tað verður spennandi at finna eitt nýtt lív, tí alt hevur verið arbeiði hesi árini, sigur Marius, sum nú hevur havt nakrar dagar sum pensionistur. Ein av døgunum hevur hann verið á floti. Marius greiðir frá at føroyska flogfelagið fekk eina tunga byrjan, tí tað rendi seg í stóru kreppuna fyrrapartin í 90-unum. Men miðskeiðis í 90-unum glapp. Tá fór at ganga betur aftur í Føroyum og fleiri fóru at flúgva. -Tað er ófatiligt at vit hava eitt so gott flogfelag og so gott flogsamband við útheimin. Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit, sum bara eru gott 50.000 fólk, skulu hava eitt væl virkandi flogfelag, tí hyggja vit uttan um okkum, eru tey flestu flogfeløgini í grannalondunum farin av knóranum. Flúgving er ein torfør vinna. Helvtin av ferðafólkinum hjá Atlantic Airways eru útlendingar og 40 prosent av virkseminum er leiguflúgving. Spurdur hvat størsta framstigið hjá Atlantic Airways hevur verið hesi árini, ivast Marius Davidsen ikki eina løtu. -Airbus flogførini hava verið størsta framstigið. Tá kundi felagið flúgva meira burðardygt. Harafturat kom RMP-skipanin, sum er ein GPS-navigatión, og við henni kunnu flogførini lenda í verri sýni enn frammanundan og tað hevur gjørt flúgviingina í Vágum regluligari. Hoyr samrøðuna við Marius Davidsen, fyrrverandi fíggjarstjóra hjá Atlantic Airways, her.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Airbus flogførini vóru størsta framstigið

0:00 12:00

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of Summarmorgun?

This episode is 12 minutes long.

When was this Summarmorgun episode published?

This episode was published on August 27, 2026.

Can I download this Summarmorgun episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.