PODCAST · news
Summarmorgun
by Kringvarp Føroya
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Episodes
-
Kópurin etur líka nógv sum veiðiførini fiska
Veiðimaðurin Hjaltur Poulsen í Klaksvík hevur skjóttgangandi bátin Eldorado, sum er 7,3 metrar langur og siglir 40 míl. Hann er nógvar túrar á floti og siglir víða um og er ein gløggur eygleiðari í náttúruni. Hann hevur stóran ampa av, at kópurin er so nógv vaksin í tali. - Kópurin er sera nógv...
-
Føroyingar stuðla ótrúliga væl
Tey umborð á Logos Hope, sum er gamla Norrøna, vóru sera glað fyri hjartaligu móttøkuna tey fingu á vestaru bryggju í Havn í gjár, siga tey. Og í móttøkuni umborð á Logos Hope sigur Margareth Dalheim Djurhuus, landsleiðari hjá OM í Føroyum, okkum, at Logos Hope fær serliga góðan stuðul úr…
more -
Læri líka nógv eitt ár umborð sum 10 ár í landi
Seinnapartin í gjár kom missiónsskipið Logos Hope, sum er gamla Norrøna, á Havnina og stór móttøka var á vestaru bryggju. M.a. spældi Havnar Hornorkestur og røður vóru. Um vikuskiftið og í næstu viku hevur almenningurin so høvi at vitja umbroð og fáa skipaðan rundtúr. Teir fyrstu dagarnar í Havn…
more -
Summarmorgun
Vit fara umborð aftur á Logos Hope. Longu sum tannáringur fór Gissur Patursson at gera upptøkur við føroyskum rock- og poppbólkum. Nú eru hesar stálbandsupptøkurnar talgildar og fleiri teirra vera at hoyra í næstum. Vit hava gjørt eitt prát við Gissur, samstundis sum vit eisini hoyra tvey av...
-
Summarmorgun
Seinrapartin í gjár var skipað fyri móttøku, tá Logos Hope, ið er gamla Norrøna, legði at í Havnini, og í morgun er Tórður Mikkelsen farin umborð at hitta skiparan, Jákup Godtfred. Bodil Meisner hevur tað gott í dag, men soleiðis hevur tað ikki verið altíð, tí barna- og ungdómsárini vóru nógv…
more -
Gomul familjufyritøka ger oljutangar
Hoyr Mortan Mortensen, stjóra á Tangavirkinum, og Una Egilsnes, sum stendur fyri at gera tangarnar, greiða frá í Summarmorgni.
-
Gevið okkum útjavning og minni tunnilsprát
Í 12 ár búði Miriam Jannit Norðberg, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági, uttanlands. Tvey ár í Hollandi og 10 ár í Danmark. Hon heldur at vit kunnu læra nakað av øðrum. - Tað er løgið at eingin tosar um fíggjarliga útjavning millum øki í Føroyum, tí mær vitandi er okkurt slag av útjavning í øllum...
-
Airbus flogførini vóru størsta framstigið
Marius Davidsen hevur havt sín seinasta arbeiðsdag í Atlantic Airways, tí hann júst er givin fyri aldur. Hann hevur verið í felagnum frá byrjan av í 1988 og flestu árini hevur hann verið fíggjarstjóri. -Tað verður spennandi at finna eitt nýtt lív, tí alt hevur verið arbeiði hesi árini, sigur...
-
Hoydalar er aftur í gongd
Kringvarp Føroya er komið væl ávegis við fyrireikingunum til eina nýggja røð av tónleikasendingini Hoydalar, sum var sera væl umtókt í vetur. Tey hava funnið nýggj komandi stjørnuskot, sum skulu tulka sangir hjá fimm ymiskum stjørnum, ið eiga sangirnar. Maria Winther Olsen, tilrættisleggjari,...
-
Skúlabørnini orka nú 31 prosent betri
Vágs skúli vildi fegin royna rørsluátakið FIT FIRST, sum Syddansk Universitet hevur ment í samstarvi við m.o. vágbingin Magna Mohr. Nú á døgum er stórur partur av børnum og ungdómi bundin at skíggja. Endamálið við FIT FIRST er at fáa skúlanæmingarnar at spæla meira og brúka orkuna, og at kenna…
more -
Logos Hope, sum er gamla Norrøna, kemur á Havnina hósdagin
Skipað verður fyri almennari móttøku í Havn hósdagin kl. 16:30 og í Klaksvík eina slaka viku seinri. Og meðan skipið er í Føroyum verður skipað fyri tiltøkum umborð og í landi. Tað er OM, ið eigur skipini Logos Hope og Doulos Hope, og talan er um ein ikki-handilsligan kristnan felagsskap, sum...
-
Summarmorgun
Í dag fær Samleikin eitt trygdarstig afturat, hvørs endamál er at gera svik torførari. Vit tosa við Duritu Hansen og Thorvald Petersen. Vit tosa við Mariu Winther Olsen, nú farið verður undir eitt nýtt umfar av sera vælumtóktu sjónvarpsrøðini Hoydal. Og Summarmorgun er suðuri í Vági, har vitjað...
-
140.000 fermetrar av náttúrulund
Edmund Joensen, gamli politikarin, hevur frá fyrsta degi verið eldsálin í náttúrulundini við Streymin, sum er ein stór verkætlan sum eitt sjálvsognarfelag við limum stendur fyri. Edmund Joensen sigur, at verkætlanin hevur frá fyrsta degi fingið góða undirtøku. Gróðursetingin og annað er gjørt...
-
Bilurin endaði inni í salongini
Hárfríðkanaryrkið er nógv broytt farnu 40 árini, hóast talan framvegis er um eitt kroppsligt arbeiði, har ið saksur og kambur eru mest brúktu amboðini. Samstundis eru nógv tól komin afturat, eins og kemisku evnini eru munandi færri í dag enn fyri 40 árum síðani. Hársniðini broytast eisini. Tá…
more -
Fleiri túsund hugdu eftir kokkakapping
Eitt av teimum spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 24 ár kappaðust móti hvørjum øðrum. Tað var í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum NORA upprunaliga tók stig til, men sum matvøruútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri.…
more -
Til Sjómannadag við 142 ára gomlum fari
Fríggjakvøldið samlaðust gomlu træskipini í Leirvík, har siður er at skipa fyri felagssangi og øðrum undirhaldi fríggjakvøld. Leygarmorgunin kl. 8 varð kósin so sett móti Klaksvík. Skipari á Westward Ho henda túrin er Andras Vinther, og hann greiðir í Summarmorgni frá. Tosað verður eisini við…
more -
Summarmorgun
1. september eru 40 ár liðin síðani Karin Sólsker og Vera Larsen fóru í læru sum hárfríðkanarkvinnur. Hví valdu tær hesa útbúgvingina og í hvønn mun er hárfríðkanaryrkið broytt hesi árini er millum spurningarnar, vit spyrja tær. Eitt av teimum spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík...
-
Ungir kokkar kappast á Sjómannadegnum
Sjey ungir kokkar undir 24 ár fara at kappast í einum tjaldi á Sjómannadegnum í morgin. Hendan kappingin er liður í einari størri norðurlendskari kapping fyri ungar kokkar. Andras Sigmarsson Jacobsen, sum er leiðari fyri matvøruútbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík og samskipar hesa…
more -
Fólk eru góð við Sjómannadagin
Á hvørjum ári síðani 2005 hevur sjómannadagur verið hildin í Klaksvík. Tey fyrstu árini var tiltakið á Stongunum, men síðani 2014 hava øll felagstiltøkini verið á vestursíðuni. -Fólk eru góð við Sjómannadagin og vælvildin er stór . Nógv fólk brúka eitt ótal av tímum at hjálpa til. Hjá okkum í...
-
Kvinnurnar sleppa at kappast fyri seg
-Sjómannadagurin hevur týdning fyri Klaksvík og allar Føroyar, og tað er stuttligt at síggja at nógvir útlendingar, sum eru í landinum, eisini møta upp á sjómannadegnum og eisini njóta alt tað sum fæst at eta ókeypis, sigur Rannvá Isaksen, næstforkvinna í nevndini fyri Sjómannadagin í Klaksvík....
-
Summarmorgun
Prát við leiðaran í Messuni í Sørvági, samrøða við fyriskipararnar av nýggja frítíðartilboðnum Filmsfimi. Eisini práta vit um frítíðartilboðið til børn Vísindaklubbin, sum verður á Glasi.
-
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við formnannin og næstformannin í svimjifelagnum Neptun, sum hevði sína fyrstu barnavenjing - 62 ár eftir at felagið var stovnað.
-
Asterix hevur serlig evni at finna rottu
Rottuhundurin Asterix hevur prógvað, at hann hevur serlig evni at lukta og grava seg fram á rottu. Eigarin Jan Thomsen Eldevig í Streymnesi sigur, at higartil í ár hevur tikið omanfyri 40 rottur. Og tað er fyri tað mesta á vanligum gongutúrum, uttan beinleiðis leita eftir rottu. -Nú hava fólk…
more -
Leivur og Jóan Pauli halda seg ungar við at venja
Vit tosa við 75 ára gamla Leiv Hansen, tíðindamann, og 81 ára gamla Jóan Paula Joensen, professara, sum báðir venja fast mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun. Báðir hava eina fasta venjingarætlan og teir víkja ikki frá henni. Í morgun slóg Leivur sítt egna met á súkkluni. Eisini verður tosað…
more -
Jákup Andreasen: Hugleiðir um farnar dagar
Jákup Andreasen fekk áhuga fyri at vita meira um familjuna og forfedrarnar um tað mundið hann fór um tey hálvthundrað árini. Í 2009 gav hann so út eina bók um familjuna hjá mammuni av Trøllanesi við heitinum "Wollesfólkini og Trøllanes", og fyri tveimum árum síðani kom myndabók við viðmerkingum…
more -
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Katrin Petersen, tíðindaleiðara á Aktueltdeilidini um sendingina Breddin, sum nú byrjar aftur.
-
Hoyvíksbóndi slær bøin fyri bøndur í Kalsoynni
Á Trøllanesi og í Mikladali hava teir ikki neyt longur, og tí hava teir ikki brúk fyri so nógvum stráfóðri sum fyrr. Ístaðin fyri at brúka nógva tíð til sláingina og at bíða eftir terra, hava nakrir bøndur har norðuri gjørt avtalu við hoyvíksbóndan, Siggert Patursson, sum kemur allan tann langa...
-
Summarmorgun
Prát við Hans Ellefsen um altjóða ali- og fiskivinnubúskaparráðstevnuna IIFET 2026 og reportagja úr Kalsoynni, har Tórður Mikkelsen prátar við m.a. Sigert Patursson, bónda.
-
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Onnu Røskvu Strøm Randidóttir Rødgaard um hennara luttøku í "Den store bagedyst"
-
Sum at hava fingið eitt nýtt lív
Síðsta leygarkvøld var stór føðingardagsveitsla í Haldórsvík. Kendi sangarin Ragnar í Vík, helt 75 ára føðingadag fyri 180 fólkum á tjaldi á Víkar Camping. -Nógv søgdu at hetta var ársins veitsla. Nógvir tónleikarar vóru við og so slapp eg at heilsa uppá nógv fólk sum eg ikki hvi sæð langa tíð.…
more -
Hanus kennir seg tryggan í bilinum
Í næstsíðstu viku var stórur føðihgardagur í Vestmanna, tá.Hanus Zachariassen fylti 100. Hanus er ættaður úr Streymnesi, men kom ungur maður til Vestmannar at mála og har fekk hann konu og børn og hevur búð síðani. Í Summarmorgni greiðir Hanus eitt sindur frá sínum langa lívi, og so sleppur...
-
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við bólkin Blátt gras um teirra nýggja staklag "Aftur til krossin".
-
Summarmorgun
Prát við Vár Guriardóttir Hansen, heimsmeistara í innandura rógving, um rógvi tiltak, sum hon skipar fyri á Ovastevnu. Biltúrur við Hanus Zachariassen, sum er 100 ár, og endurnýggjaði sær koyrikortið sum 99 ára gamal.
-
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági í ár.
-
Á Skúlanum við Løgmannabreyt eru tey til reiðar
-Tað mest umráðandi er at børnini í 1. flokki kenna seg trygg beinanvegin. Tað hevur stóran týdning at fyrsti skúladagur er væl eydnaður, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Tórun Lindenskov Samuelsen er spildur nýggjur lærari og hon sigur, at læraragerningurin...
-
Tær vilja vísa hvussu fjølbroyttur pápin var
Við 65 listaverkum vilja tær báðar døturnar hjá Eyvindi Mohr, Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, vísa fólki listina hjá pápanum, ið hevði fylt 100 í ár. Framsýningin er í Müllers Pakkhúsi í Havn og er opin til og við sunnudagin 23. august, hvønn dag millum klokkan 15 og 18. -Endamálið hjá okkum er…
more -
Summarmorgun
Listaframsýning við málningum eftir Eivind Mohr. Vit práta við døtur hansara, Gullu Mohr og Turið Nolsøe Mohr. Skúlabyrjan. Fólkaskúlarnir og miðnámsskúlarnir byrja aftur í dag eftir summarsteðg. Vit práta við ein nýggjan lærara í Skúlanum við Løgmannabreyt og við fráfarandi skúlastjóran í skúlanum.
-
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við beiggjarnar Sakir Tróndarson Frýdal og Eindri Tróndarson Frýdal, sum eru í Íslandi og fara at hyggja at fullu sólarmyrkingini har.
-
Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn
Í Listafelag Føroya eru tey sera væl nøgd við stóru framsýningina Listating, sum var í Steinatúni í miðbýnum í Havn um ólavsøkuna og eina viku aftaná. Hon varð óvanliga væl vitjað. Tað bar ikki til at hava ólavsøkuframsýningina sum vantligt uppi í Listaskálanum, tí skálin verður umbygdur. Við...
-
Summarmorgun
Listaframsýningin Listating í Steinatúni. Vit práta við Pál Weihe, næstformann í Listafelagi Føroya. 40 ár síðani bragdið hjá Ova Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Langelina í Keypmannahavn. Vit tosa við systkinabarn Ova, Hilmar Joensen, sum eisini er frásøgufólk á Ovasavninum.
-
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og innslag frá Tìðarinnar Bakspegili (2011) um bragdið hjá Ova Joensen í 1986.
-
Summarmorgun
Prát við Sáru Gullfoss, heilsufrøðing, um skúlabyrjan. Eisini tosa vit við Urd Johannesen, Kára Jacobsen og Hanne Marit Mordal Iversen um útgávuna "Hvørjum angar rúmding av".
-
Summarmorgun
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya. Eisini greiðir Hanus Kjølbro frá um tiltak, sum Veðurstova Føroya skipar fyri, tá sólarmyrking verður mikudagin. hann greiðir eisini frá um, hvat ein sólarmyrking er.
-
Summarmorgun
Summarfestivalurin 2026. Vit tosa við Randi á Bergi, søluleiðara á nýggja hotellinum KG, sum fær sín elddóp á Summarfestivalinum og Theresu Turiðardóttir Kreutzmann, leiðara á Visit North, sum millum annað skipar bátaplássini á Summarfestivalinum, og hevur havt sera nógv ferðafólk á gátt í summar.
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...