Andaligur fíggindi (4) | Poli Jacobsen episode artwork

EPISODE · Oct 14, 2024 · 40 MIN

Andaligur fíggindi (4) | Poli Jacobsen

from Lívsins Orð · host Lívsins Orð

Hoyr Pola Jacobsen tala fjórða part av røðini Andaligur fíggindi. Pætur sigur í 1. Pæt. 5.6-9: “”Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! (7) Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. (8) Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. (9) Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.”” Andaligir sannleikar eru sum ísfjøll. Tey síggja ikki altíð so stór út, men um vit høvdu hugt nærri, so høvdu vit sæð, at størri parturin av ísfjallinum er undir vatnskorpuni. Tað verður sagt, at í miðal eru 7/8 partar av ísfjallinum undir vatni, ella nærum 90%. Tað merkir, at tað er bara toppurin av ísfjallinum, vit síggja. Soleiðis er ofta andaliga eisini. Størsta partin av tíðini, verður menniskjan ávirkað ella motiverað av einum ella øðrum, sum drívur okkara dagligdag. Men í 1. Pæt. 5.6-9 síggja vit, at tað í veruleikanum eru 3 aktørar ella leikarar í daglidegnum hjá menniskjum. Ávirkarar (influensarar), sum allir hava myndugleika og evni til at handla og royna at ávirka tað, sum hendir. Gud Menniskju Djevulin Pætur vísir okkum munin í millum Gud og okkara mótstøðumann, og hvussu vit skulu fyrihalda okkum til teir. Men hvussu skulu vit handla og uppføra okkum yvirfyri okkara andaliga mótstøðumanni, djevlinum. Hoyra Pola Jacobsen tala um fýra ting, sum Bíblian sigur, at vit skulu gera við okkara mótstøðumann.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Oct 14, 2024

Embed this episode

NOW PLAYING

Andaligur fíggindi (4) | Poli Jacobsen

0:00 40:13

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Lívsins Orð?

This episode is 40 minutes long.

When was this Lívsins Orð episode published?

This episode was published on October 14, 2024.

Can I download this Lívsins Orð episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!