Skip to content
Hvat lærir orð Guds? podcast artwork

Hvat lærir orð Guds?

by Hvat lærir orð Guds?

Her verða talur at hoyra. Endamálið er, at fáa læru út til tey, sum ynskja at læra meir úr orðið Guds.

From the show's RSS feed, refreshed Nov 6, 2026. Source feed.

Subscribe Bookmark

Episodes

  1. 1/6 Frelsuætlan Guds - Karl Jóhan Nielsen

    Røðin "Frelsuætlan Guds" byrjar við eini talu hjá Karl Jóhan Nielsen. Karl Jóhan talar um ymiskar sannleikar viðvíkjandi evninum. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2022.

  2. "Esaias 12" - Petur á Roykheyggi

    Petur á Roykheyggi hevur eitt orð útfrá Esaias kap 12. Hetta er eitt orð fyrst og fremst til okkum trúgvandi, men hetta sum Petur tosar um kunnu øll menniskju fáa lut í, við trúgv á Jesus. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í samkomuni Marknagil, Hoyvík, í 2025

  3. "Ábyrgd" - Petur á Roykheyggi

    Petur á Roykheyggi hevur ein evangeliskan boðskap. Hann hevur eisini ein tanka til tey trúgvandi. Yvirskriftin er "Ábyrgd". Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2026 í Ebenezer, Tórshavn.

  4. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Marius J. Sørensen

    Hetta er seinasta tala sum kemur út frá møtirøðini "Sorg eftir sinnalagi Guds". Her er tað Marius J. Sørensen sum talar. Hann er inni á evangeliinum og nakrir tankar til okkum sum trúgvandi, bæði lívið saman við Harranum og at liva fyri Hann. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará…

    more
  5. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - John Færø

    Her talar John Færø til møtirøðina "Sorg eftir sinnalagi Guds". Hann talar um okkum sum trúgvandi, hvussu vit kunnu verða ljós og ein vitnisburður. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

  6. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Levi Joensen

    Her hevur Levi Joensen eitt evangeliskt orð. Levi tekur myndina um Jósef inn í sín evangeliska boðskap. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

  7. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Gunnar Nielsen

    Her er tað Gunnar Nielsen sum talar. Talan er frá møtirøðini "Sorg eftir sinnalagi Guds". Hvussu er hjá tær? Hevur tú persónliga møtt Jesusi? Hesir spurningar tosar Gunnar um í hesi talu. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

  8. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Pætur M. Hansen

    Pætur M. Hansen talar um "sorg eftir sinnalagi Guds". Hann leggur dent á hví hesi versini eru skrivaði og hvør er grundin fyri at hesi versini eru í seinna Korintbrævið. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2016 í Berøa, Saltangará.

  9. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Hjalmar Lamhauge

    Hjalmar Lamhauge hevur eitt evangeliskt orð. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

  10. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Oddfríður Petersen

    Her talar Oddfríður Petersen. Evnið er "Orð Guds í samband við sorg eftir sinnalagi Guds". Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

  11. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Arne Simonsen

    Evnið er "sorg eftir sinnalagi Guds". Arne Simonsen talar um evnið og hevur ein boðskap bæði til tann trúgvandi og tann vantrúgvandi. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

  12. Møtirøð - Sorg eftir sinnalagi Guds - Sonni Poulsen

    Sorg eftir sinnalagi Guds var heitið á eini møtirøð sum var í Berøa, Saltangará, í 2016. Her er tað Sonni Poulsen sum talar um evnið. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í Berøa, Saltangará, í 2016.

  13. Stutt evangelisk tala - Palli Sivertsen

    Palli Sivertsen hevur eina stutta evangeliska talu. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2017 í Berøa, Saltangará.

  14. 3/3 Dýrdargering - Jens Bech

    Hetta er so seinasti partur í hesi røðini. Jens Bech talar um dýrdargeringina. Hetta er ein dýrabarur sannleiki hjá tí trúgvandi, at verða dýrdargjørdur, at koma til Himmals, har sum Jesus frelsari okkara er. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2022 í Berøa, Saltangará.

  15. 2/3 Heilaggering - Áron á Roykheyggi

    Áron á Roykheyggi talar um "Heilaggering". Hetta er annar parturin av trimum í evninum "Rættvísgering, heilaggering, dýrdargering". Hvat er heilaggering? Hvat er meiningin við frelsuni? Hvussu kann eg blíva meira heilaggjørdur? Hesir og aðrir spurningar verða svaraðir. Má Harrin signa Orð Sítt....

  16. 1/3 Rættvísgering - Oddfríður Petersen

    Hetta er fyrsti partur av einari røð um evnið: Rættvísgering, heilaggering, dýrdargering. Hesuferð hevur Oddfríður Petersen um rættvísgering, sum er frelsa frá dómið syndarinnar. Má Harrin signa orð Sítt. Tikið upp í 2022 í Berøa, Saltangará.

  17. Stuttur vitnisburður - Dávur Joensen

    Dávur Joensen hevur ein vitnisburð. Eisini hevur hann ein tanka um tann blinda biddaran. Má Harrin signa Orðið. Tikið upp í 2017 í Berøa, Saltangará.

  18. Evangelisk tala - Levi Joensen

    Levi Joensen hevur eina evangeliska talu um sín Harra og Frelsara. Talan er um Jesus og menniskju sum møttu Jesusi. Levi Joensen fór heim til sín kæra Frelsara í 2021 , 88 ára gamal, men evangeliski boðskapurin frá Levi ljóðar enn í dag. Má Harrin signa orðið.

  19. 7/7 Filippibrævið 4,4-23 - Petur á Roykheyggi

    Hetta er seinasti partur um Filippibrævið. Í hesum versunum er bønin og at geva serliga frammi. Má Harrin signa hesa gjøgnumgongd og Orðið fyri navns Síns skuld. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.

  20. 6/7 Filippibrævið 3,13-4,3 - Petur á Roykheyggi

    So var næstsísti partur í vers fyri vers undirvísing um Filippibrævið her. Nakað av tí sum verður umtalað í hesum versum er nútíðin og framtíðin hjá Paulusi og okkum trúgvandi. Bønin er at Harrin skal signað hesa gjøgnumgongd. Vælkomin at lurtað. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.

  21. 5/7 Filippibrævið 3,1-12 - Petur á Roykheyggi

    Hetta er fimta tala um Filippibrævið, hesuferð eru tað versini 1 til 12 í kap 3. Vit hoyra um fortíðina, nútíðina og framtíðina hjá Paulusi í kap 3 og fara inná fortíðina og nútíðina í hesum partið. Vælkomin at lurta. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.

  22. 4/7 Filippibrævið 2,17-30 - Petur á Roykheyggi

    Í hesum partinum hoyra vit um Paulus, Timoteus og Epafroditus. Hjartalag teirra í tænastuni. Tað eru versini 17 til 30 í kap 2. Vælkomin at lurta. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.

  23. 3/7 Filippibrævið 2,5-16 - Petur á Roykheyggi

    Vit halda á við vers fyri vers gjøgnumgongdini í Filippibrævinum. Hesuferð takað vit versini 5 til 16 í kap 2. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.

  24. 2/7 Filippibrævið 1,15-2,4 - Petur á Roykheyggi

    Næsti partur um Filippibrævið. Frá 1,15 til 2,4. Má Harrin signa orðið. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.

  25. 1/7 Filippibrævið 1,1-14 - Petur á Roykheyggi

    Fyrsti partur av sjey um Filippibrævið. Hetta er vers fyri vers talir, tað vil siga at vit nerta við øll versini í brævinum. Hesuferð takað vit versini 1 til 14 í fyrsta kapittlið. Má Harrin signa Orðið. Tikið upp í 2022 í Saron, Viðareiði.

  26. Stuttur vitnisburður - Jann Johannesen

    Jann Johannesen hevur ein vitnisburð um sín Harra og Frelsara. Má Harrin signa orð Sítt. Tikið upp í 2024 í bygdarhúsinum í Hósvík.

  27. Vitnisburður - Áron á Roykheyggi

    Áron á Roykheyggi hevur ein vitnisburð um sítt lív, líka frá hann var heilt ungur til dagin í dag. Hoyr hann greiða frá sínum lívið. Hvat Harrin hevur gjørt fyri hann. Má Harrin signa henda vitnisburð. Tikið upp í 2025 í Nerija, Skála, til ein mannfólkadag.

  28. 4/4 Josva og fíggindin - Petur á Roykheyggi

    Hetta er sísta tala um evnið "fíggindin". Hesuferð verður hendingin í Zakarias kap 3 tikin framm. Her stendur Satan sum klagari. Hvat er endamálið hjá fíggindanum tá ið hann klagar okkum fyri Gudi? Hvør er loysnin tá ið eg syndi? Og hvar er Gud í øllum hesum? Vónandi hava hesar talir verði til...

  29. 3/4 Dávid og fíggindin - Petur á Roykheyggi

    Í hesum partinum hyggja vit eftir einari hending í fyrru Krønikubók 21. Um tá ið Satan eggjar Dávid at gera ímóti vilja Guds. Hví ger Dávid ímóti Guds vilja? Hvat kunnu vit læra av hesum? Vónandi kunnu vit gerast meira klár yvir hendan vanda, og leggja okkum eftir at verða undirgivin Harranum. Má...

  30. 2/4 Eva og fíggindin - Petur á Roykheyggi

    Røðin heldur á. Her er hendingin í 1. Mósebók 3. kap. í fokus. Hvussu freistaði ormurin Evu? Hvat gjørdi, at menniskjan fall? Hvat kunnu vit læra av hesum? Vónandi kann henda tala styrkja og uppbyggja. Petur á Roykheyggi talar. Má Harrin signa orðið. Tikið upp á Malta, Hirtshals, í 2023.

  31. 1/4 Job og fíggindin - Petur á Roykheyggi

    Hetta er fyrsta av fýra talum um evnið, sum kallast "fíggindin". Hvussu kunnu vit vita, at talan er um eitt andaligt álop? Hvat kunnu vit gera við álopið? Tað eru fleiri sløg av álopum á okkara andaliga lív, og í hesari røðini eru tað fýra hendingar úr gamla testamenti, sum verða tiknar fram.…

    more
  32. Vælkomin

    Vælkomin.

About this show

Her verða talur at hoyra. Endamálið er, at fáa læru út til tey, sum ynskja at læra meir úr orðið Guds.

Hosted by

Hvat lærir orð Guds?

Produced by Petur á Roykheyggi

Frequently asked questions

How many episodes does Hvat lærir orð Guds? have?

Hvat lærir orð Guds? has 32 episodes on PodParley. The most recent episode was published on October 30, 2026.

What is Hvat lærir orð Guds? about?

Her verða talur at hoyra. Endamálið er, at fáa læru út til tey, sum ynskja at læra meir úr orðið Guds.

How often does Hvat lærir orð Guds? release new episodes?

Hvat lærir orð Guds? publishes every two weeks, based on its 32 episodes since October 2025.

Who hosts Hvat lærir orð Guds??

Hvat lærir orð Guds? is created and hosted by Hvat lærir orð Guds?.
Link copied