Datvarpið 12 - Vísa sinnið
from Datvarpið Hosted by Blákrossheimið
Vit hava kenslur og vit hava skynsemi. Tá ið kenslurnar stýra okkum, eru vit í okkara kenslusinnið. Og tá ið skynsemið stýrir okkum, eru vit í okkara skynsama sinnið. Ynskja vit at velja effektivar loysnir og betra um okkara sálarheilsu, hava vit tørv á eini javnvág millum kenslusinnið og skynsama sinnið. Hetta kalla vit í DAT vísa sinnið. Og tað er tað, sum hesin førleikin snýr seg um. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo Vitja heimasíðuna hjá DAT ung her: www.datung.fo
Embed this episode
No transcript yet.