PODCAST · health
Datvarpið
by Blákrossheimið
Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.
Episodes
-
MÁLA - Betra um eina relatión
Tú kanst brúka MÁLA førleikan, um tú ynskir at betra um eina relatión. M - Mildur Á - Áhuga L - Lætt sinni A - Ans Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, vitja so heimasíðuna hjá Blákrossheiminum.
-
Effektivt samskifti (LÚSA URT)
Hetta er førleikin, sum hjálpir okkum at fáa tað, sum vit vilja hava frá fólkunum, sum vit hava rundan um okkum. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, kanst tú vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum.
-
Relatiónsførleikar
Tað er týdningarmikið, at arbeiða við relatiónum, um vit ynskja at fáa tað betri sálarliga. Eitt heilt modul er í DAT við relatiónsførleikum. Her er ein byrjan. Hevur tú viðmerkingar ella spurningar, vitja so heimasíðuna hjá Blákrossheiminum.
-
"Hvat" og "hvussu" førleikar
Hvat kunnu vit vera uppmerksom uppá? Og hvussu skulu vit fyrihalda okkum til tað? Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, vitja so heimasíðuna hjá Blákrossheiminum.
-
Vísa sinnið
Grundarlagið undir øllum DAT førleikunum er uppmerksemi. Og fyrsti uppmerksemisførleikin snýr seg um "vísa sinnið". Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, vitja so heimasíðuna hjá Blákrossheiminum.
-
Hvat er DAT?
Við hesum fer ein nýggj sesong av Datvarpinum í luftina. Í hesum partinum greiðir Arni frá, hvat DAT er fyri nakað. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, vitja so heimasíðuna hjá Blákrossheiminum.
-
Radikal aksept
Tá ið vit uppliva eina kreppu, kunnu vit gera ymiskt fyri at broyta støðuna, vit eru í. Men vit kunnu eisini hava aksept. Við radikalari aksept megna vit at halda út og rúma, sjálvt sera pínufullum støðum. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í...
-
Betra núið
Tá ið tú upplivir eina kreppu, kanst tú betra núið við at broyta hugburð til støðuna, tú upplivir. Soleiðis kann hon BETRAST. B - Bíløt E - Endamál T - Tilbið R - Róligt A - Avmarka S - Steðg T - Tankar Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í...
-
Linna teg sjálvan við sansunum
Tá ið tú upplivir eina kreppu, kanst tú linna teg sjálvan við sansunum og fáa tað betri. Brúka allar fimm sansirnar í løtuni, so tú betri megnar at halda út. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú…
more -
Distraktión
Tá ið tú upplivir eina kreppu, kanst tú í løtuni distrahera teg sjálvan, so tú betri megnar at halda út. Har eru ALSKYNS mátar at distrahera seg sjálvan: A - Aktivitetur L - Legg aftrat S - Samanber K - Kenslur Y - Ypp øksl N - Nágreina S - Sansirnir Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum...
-
HÓTT-førleikin
HÓTT-førleikin ger nýtslu av sambandinum millum okkara kenslur og okkara kropp. Kenslurnar ávirka kroppin, men kroppurin ávirkar eisini kenslurnar. Við at gera kropslig inntriv, kunnu vit broyta sterku kenslurnar, vit uppliva, tá ið vit eru í eini kreppu. HÓTT stendur fyri: H - Hitastig í...
-
Fyrimunir og vansar
Tá ið vit uppliva eina kreppu, er tað týdningarmikið, at vit finna okkara Vísa (og Klára) sinnið fram og hugsa um avleiðingarnar, sum standast av at geva eftir og gera, sum kreppan leggur upp til. Hvørjir eru fyrimunirnir? Og hvørjir eru vansarnir? Bæði við at gera, sum kreppan leggur upp til og...
-
STEÐG-førleikin
Tá ið vit uppliva eina kreppu, hjálpir STEÐG-førleikin okkum at steðga upp og hugsa okkum um. STEÐG stendur fyri: S - Steðga tí, tú gert T - Traðka eitt stig aftur EÐ - Eygleið støðuna, tú ert í G - Ger tað, sum er effektivt Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í...
-
Hvat eru kreppuførleikar?
Ein kreppa er tá ið vit uppliva serstakliga sterkar kenslur í eina lítla løtu og geva vit eftir, so luttaka vit í atferð, sum er skaðilig fyri okkum sjálv og onnur. Tá ið vit hava tað trupult sálarliga, er tilveran eyðkend av nógvum kreppum í samband við hendingar, persónar og kenslur....
-
"Hvussu" førleikin (endursending)
Uppmerksemisførleikin, sum vit kalla fyri Hvussu-førleika, snýr seg um, hvussu vit skulu vera uppmerksom um tað, sum vit við Hvat-førleikunum eygleiða, lýsa og luttak í. Tað gera vit við ikki at døma, at vera uppmerksom um eitt í senn og við at vera effektiv. Datvarpið er eitt podvarp frá...
-
"Hvat" førleikar (endursending)
"Hvat" førleikarnir siga okkum, hvat tað er, vit kunnu vera uppmerksom um. Tað er tað, vit kunnu eygleiða, lýsa og luttaka í. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til...
-
Klára sinnið
Øll hava atgongd til Vísa sinnið, men stríðist tú við rúsbundni, so hevur tú eisini atgongd til Klára sinnið. Her viðurkennur tú Bundna sinnið og Fría sinnið, bæði at tey eru har og at tey hava nakað týdningarmikið at siga tær. Í hesum partinum greiðir Arni frá, hvussu tú, tá ið tú førir tey…
more -
Vísa sinnið (endursending)
Í fyrsta partinum í nýggju sesongini av Datvarpinum, greiðir Arni frá vísa sinninum. Vísa sinnið tekur saman um kenslusinnið og skynsama sinnið. Tað er grundað í vísa sinninum, at vit læra okkum aðrar DAT førleikar. Lurta eftir eini uppmerksemisvenjing í samband við vísa sinnið her:...
-
Vís kensluni í løtuni ans
Tá ið vit føla eina kenslu, nýtast vit ikki at gera sum hon sigur. Ei heldur nýtast vit at handfara hana beinleiðis. Vit kunnu bara vísa henni ans og leggja merki til, hvussu hon vísur seg í løtuni, vit uppliva hana. Síðani kunnu vit lata hana fara av sær sjálvari. Soleiðis vísa vit kensluni í...
-
Minka um viðkvæmi (MR SMS)
Okkara kropsliga heilsa hevur stóra ávirkan á okkara sinnisligu heilsu. VIt kunnu minka um okkara kensluliga viðbrekni við at taka okkum av okkara kropsligu heilsu. Í hesum sambandi kunnu vit brúka eina henta stytting: MR SMS (motión, rúsur, sjúka, matur, svøvnur). Fært tú hesi uppá pláss…
more -
Fyrireika teg frammanundan at halda út
Stendur tú yvirfyri eina støðu, sum tú væntar fer at skapa eina trupla kenslu, so kanst tú frammanundan fyrireika teg at halda út. Ímynda tær, júst hvussu støðan fer at vera trupul og avbjóðandi og ger tær so eina ætlan um, hvørjar førleikar tú hevur tørv á, so tú fert at halda út. Datvarpið er...
-
Bygg títt dugnasemi upp
Fyri at økja títt kensluliga mótstøðuføri, so kanst tú byggja títt dugnasemi upp. Tað vil siga, at tú vinnur á lutfalsliga truplum avbjóðingum, sum ikki nýtast at hava nakað beinleiðis við tínar sálarligu avbjóðingar at gera. Á hendan hátt kanst tú skapa tær eina kenslu av dugnasemi og…
more -
Savna tær jaligar kenslur langtíðar
Tá ið vit liva sambært okkara virðum, so gera vit tað meira sannlíkt, at vit í langtíðarhøpi føla fleiri jaligar kenslur. Hetta ger okkum meira mótstøðufør, so vit megna at vera standandi, eisini tá ið vit uppliva ymiskt keðiligt. Finn fyrst útav, hvørji virði, tú hevur. Vel tær eitt ítøkiligt at...
-
Savna tær jaligar kenslur stutttíðar
Hvussu nógv betri hevði tú orkað at følt og regulera neiligar kenslur, um lutfalsliga talið av jaligum kenslum í tínum lívi var størri? Tað er hetta, sum "Savna tær jaligar kenslur stutttíðar" snýr seg um. Set tilvitað ymisk góð og stuttlig upplivilsi á skránna, sum kunnu skapa jaligar kenslur…
more -
Loys trupulleikan
Kenslur samskifta við okkum, um hvat er galið. Ein máti at regulera kenslur er sostatt, at loysa trupulleikan, kenslurnar samskifta við okkum um. Hóskar kenslan til fakta, kanna so, hvussu tú kanst loysa trupulleikan. Finn nógvar mátar og vel ein. Før hann út í lívi og vita, um hann riggaði. Um...
-
Ger ímóti kensluni fyri at broyta hana
Tað er eitt greitt samband millum kenslur og atferð. Men sambandið gongur eisini hinvegin, frá atferð til kenslur. Tú kanst regulera tínar kenslur, við at eyðmerkja, júst hvat tær vilja at tú skalt gera, og síðani gera tað øvuta - allan vegin, umaftur og umaftur. Datvarpið er eitt podvarp frá...
-
Hóskar kenslan til fakta?
Tað er týdningarmikið, tá ið vit uppliva eina sterka og pínufulla kenslu, at vit spyrja, hvørt hon hóskar til fakta. Hetta er fyrsta stigið í tí at regulera okkara kenslur. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen.…
more -
Um kensluregulering
Hvat kunnu vit brúka kenslur til? Tað er spurningurin, nú vit byrja at hyggja uppá kensluregulering. Sambært DAT, snúgva kenslur seg um drívmegi til atferð, samskifti við onnur og samskifti við okkum sjálv. Tað er altíð ein hending, sum skapar eina kenslu - og kensluregulering snýr seg um...
-
Hvussu-førleikin
Uppmerksemisførleikin, sum vit kalla fyri Hvussu-førleika, snýr seg um, hvussu vit skulu vera uppmerksom um tað, sum vit við Hvat-førleikunum eygleiða, lýsa og luttak í. Tað gera vit við ikki at døma, at vera uppmerksom um eitt í senn og við at vera effektiv. Datvarpið er eitt podvarp frá...
-
Hvat-førleikin
Uppmerksemisførleikin, sum vit kalla fyri Hvat-førleikan, snýr seg um hvat tað er, sum vit kunnu vera uppmerksom um. Arni greiðir í hesum partinum frá, hvussu førleikin er settur saman av trimum pørtum: Eygleið, lýs og luttak. Heimasíðan hjá Dyb ro: www.dyb-ro.nu. Datvarpið er eitt podvarp frá...
-
Uppmerksemisvenjing: Smásteinurin við vatnið
Hetta er ein uppmerksemisvenjing, sum kann nýtast at venja vísa sinnið. Datvarpið er eitt podvarp frá Blákrossheiminum til øll, sum hava áhuga í DAT. Vertur í Datvarpinum er Arni Zachariassen. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, skriva til [email protected]
-
Vísa sinnið
Í fyrsta partinum í nýggju sesongini av Datvarpinum, greiðir Arni frá vísa sinninum. Vísa sinnið tekur saman um kenslusinnið og skynsama sinnið. Tað er grundað í vísa sinninum, at vit læra okkum aðrar DAT førleikar. Lurta eftir eini uppmerksemisvenjing í samband við vísa sinnið her:...
-
Datvarpið 35 - Hvat skal eg gera við mína vreiði?
Tá ið tú upplivir og vilt regulera vreiði, kanst tú spyrja teg tveir grundleggjandi spurningar: Passar mín vreiði til fakta, og er tað effektivt at geva míni vreiði rúm? Í hesum partinum tosa Birna og Arni um hvussu tú praktiskt talað kanst regulera vreiði.
-
Datvarpið 34 - Hvat skal eg gera við mína sorg?
Tá ið tú upplivir og vilt regulera sorg, kanst tú spyrja teg tveir grundleggjandi spurningar: Passar mín sorg til fakta, og er tað effektivt at geva míni sorg rúm? Í hesum partinum tosa Birna og Arni um hvussu tú praktiskt talað kanst regulera sorg.
-
Datvarpið 33 - Hvat skal eg gera við mín ótta?
Tá ið tú upplivir og vilt regulera ótta, kanst tú spyrja teg tveir grundleggjandi spurningar: Passar mín ótti til fakta, og er tað effektivt at geva mínum ótta rúm? Í hesum partinum tosa Birna og Arni um hvussu tú praktiskt talað kanst regulera ótta.
-
Datvarpið 32 - Grundkensla: Svartsjúka (við Ann-Britt Mortensen)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni svartsjúku. Gestur í hesum partinum er Ann-Britt...
-
Datvarpið 31 - Grundkensla: Gleði (við Petur Háberg)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni gleði. Gestur í hesum partinum er Petur Háberg, sum...
-
Datvarpið 30 - Grundkensla: Skuldarkensla (við Monu Breckmann Wescott)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni skuldarkensla. Gestur í hesum partinum er Mona…
more -
Datvarpið 29 - Keðilig jól (við Casper Aaen)
Jólini kunnu vera avbjóðandi. Tað kunnu aðrar høgtíðir eisini vera, tí tað verður væntað, at vit eru saman við okkara familjum og øll eru glað og fróð og góð. Hvørjar DAT førleikar kunnu vit brúka, tá ið høgtíðin er trupul at handfara sálarliga? Í hesum partinum av Datvarpinum tosa Birna og Arni...
-
Datvarpið 28 - Grundkensla: Skomm (við Rógva B. Dam)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni skomm. Gestur í hesum partinum er Rógvi B. Dam, sum er...
-
Datvarpið 27 - Grundkensla: Sorg (við Jákup Dahl)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni sorg. Gestur í hesum partinum er Jákup Dahl…
more -
Datvarpið 26 - Grundkensla: Kærleiki (við Ranvu Knudsen)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni kærleiki. Gestur í hesum partinum er Ranvá Knudsen, sum...
-
Datvarpið 25 - Grundkensla: Vaml og andstygd (við Kuno Iversen)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni vaml og andstygd. Gestur í hesum partinum er Kuno...
-
Datvarpið 24 - Grundkensla: Vreiði (við Súsonnu Skaale)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna og ein gestur eftir grundkensluni vreiði. Gestur í hesum partinum er Súsanna Skaale, sum er...
-
Datvarpið 23 - Grundkensla: Ótti (við Magna Højgaard)
Allar kenslur kunnu kókast niður í nakrar grundleggjandi kenslur, sum vit kalla, ja, grundkenslur. Í DAT høpi arbeiða vit við tíggju ymiskum grundkenslur og í hesum partinum av Datvarpinum hyggja Birna, Arni og ein gestur eftir grundkensluni ótti. Gestur í hesum partinum er Magni Højgaard,...
-
Datvarpið 22 - Hóskar tín kensla til fakta?
Hóskar tín kensla til fakta? Tað er ein tann týdningarmest spurningurin, tú kanst spyrja, tá ið tú arbeiðir við tínum kenslum. Í hesum partinum greiða Birna og Arni frá júst hvat spurningurin merkir, men eisini hvussu tú svarar honum. Datvarpið er eitt podcast, sum verður framleitt á...
-
Datvarpið 21 - Um kensluregulering
Kensluregulering er eitt av førleikamodulunum í DAT. Við júst hesum førleikunum kunnu vit vinna fram til eitt stað, har pínufullar og óhjálpsamar kenslur ikki stýra okkum longur. Í hesum partinum greiða Birna og Arni frá hvat kenslur eru og hvat vit kunnu brúka tær til. Datvarpið er eitt podcast,...
-
Datvarpið 20 - Spurningar og svar
Í hesum partinum svara Birna og Arni spurningum um DAT. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av Blákrossheiminum. Birna Hentze í Hjøllum og Arni Zachariassen eru vertir. Tey eru bæði DAT viðgerðar á Blákrossheiminum. Vitja heimasíðuna hjá Blákrossheiminum her: www.blakrossheimid.fo…
more -
Datvarpið 19 - Hvussu kann eg venja uppmerksemið?
Uppmerksemisførleikarnir eru lykilin til allar aðrar DAT førleikarnar. Førleikar mugu venjast, skulu vit duga at brúka teir. Og tí er tað orduliga týdningarmikið, at venja júst uppmerksemisførleikar. Soleiðis venja Arni og Birna sítt uppmerksemi. Datvarpið er eitt podvarp, sum verður framleitt av...
-
Datvarpið 18 - Hvussu kanst tú vera uppmerksamur og ikki dømandi?
Uppmerksemisførleikar eru grundleggjandi í DAT. Hetta at vera uppmerksamur um veruleikanum, innan og uttan, beint her og nú. Men hvussu skulu vit fyrihalda okkum til tað, sum vit eygleiða við uppmerkseminum? Hesin parturin av Datvarpinum snýr seg um "Hvussu" uppmerksemisførleikan. Datvarpið er…
more
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Datvarpið er eitt podcast, sum Blákrossheimið framleiðir. Arni Zachariassen er vertur. Hann arbeiðir sum DAT-viðgerði á Blákrossheiminum. Í Datvarpinum verða DAT-førleikar lagdir fram á ein hátt, sum er lættur at skilja og brúka. Málbólkur er bæði tey, ið hava tilknýti til rúsviðgerð hjá Blákrossheiminum og onnur, sum hava áhuga í Dialektiskari atferðarterapi.
HOSTED BY
Blákrossheimið
Loading similar podcasts...