«Eg eri hitt sanna víntræið» episode artwork

EPISODE · Sep 27, 2024 · 43 MIN

«Eg eri hitt sanna víntræið»

from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya

Prædikuteksturin til 18. sunnudag eftir tríeindardag, seinna tekstarøð, stendur í evangeliinum eftir Jóhannus kap. 15, 1-11 v1 «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin. v2 Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. v3 Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. v4 Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. v5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. v6 Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna. v7 Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum. v8 Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir. v9 Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum. v10 Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara. v11 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Sep 27, 2024

Embed this episode

Ready to play

«Eg eri hitt sanna víntræið»

0:00 43:23

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Tey stóru orðini Kringvarp Føroya SavnssendingTheodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð. Trina á Sandi – tað navnið skal minnast Kringvarp Føroya Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis. Filosoffarnir Kringvarp Føroya Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu. In mente Kringvarp Føroya Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Skrivað stendur?

This episode is 43 minutes long.

When was this Skrivað stendur episode published?

This episode was published on September 27, 2024.

Can I download this Skrivað stendur episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!