«Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar!» episode artwork

EPISODE · Sep 19, 2024 · 39 MIN

«Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar!»

from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya

Gestir í sendingini eru Súsanna Olafsdóttir Skaale, sálarfrøðingur, og Rani Nolsøe, sjálvstøðugur vinnurekandi. Prædikuteksturin hesa ferð: Markus, kap. 2,14-22 Og sum hann kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann reisti seg upp og fylgdi honum.  Og tað hendi, tá ið hann sat til borðs heima hjá honum, at eisini mangir tollarar og syndarar settu seg til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara; tí at teir vóru mangir, og eisini nakrir skriftlærdir millum Farisearanna fylgdu honum. Og tá ið teir sóu, at hann át saman við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hvussu ber tað til, at hann etur og drekkur saman við tollarum og syndarum?» Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: «Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.» Bæði lærusveinar Jóhannesar og Fariseararnir hildu føstu; og teir koma og siga við hann: «Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og lærusveinar Farisearanna, meðan tínir lærusveinar ikki fasta?» 19Og Jesus segði við teir: «Munnu brúðmenninir kunna fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum. So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta. Men dagar skulu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta á tí degi. Eingin seymar eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; annars skræðir henda nýggja bótin meir burtur av tí gamla, og holið verður verri. Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir vínið fløskurnar, og vínið fer til spillis og fløskurnar við. Men nýtt vín í nýggjar leðurfløskur!»

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Sep 19, 2024

Embed this episode

Ready to play

«Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar!»

0:00 39:03

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Tey stóru orðini Kringvarp Føroya SavnssendingTheodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð. Trina á Sandi – tað navnið skal minnast Kringvarp Føroya Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis. Filosoffarnir Kringvarp Føroya Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu. In mente Kringvarp Føroya Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Skrivað stendur?

This episode is 39 minutes long.

When was this Skrivað stendur episode published?

This episode was published on September 19, 2024.

Can I download this Skrivað stendur episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!