«Eg eri lívsins breyð» episode artwork

EPISODE · Mar 8, 2024 · 47 MIN

«Eg eri lívsins breyð»

from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya

Prædikuteksturin til miðføstu sunnudag, fjórða sunnudag í føstu, stendur í evangeliinum eftir Jóhannus, kap 6, ørindini, 35-51.   Skrivað stendur, Jógvan Páll Lassen, Maria Mørkøre, 16:9 Frítekst tagging: Skrivað stendurJógvan Páll LassenMaria MørkøreBjarni Árting Rubeksen   v35: Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.  v36: Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki.  v37: Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.  v38: Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.  v39: Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi.  v40: Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.»  v41: Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.»  v42: Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?»   v43: Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum!  v44: Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.  v45: Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín.  v46: Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin.  v47: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív.  v48: Eg eri lívsins breyð.  v49: Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu.  v50: Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja.  v51: Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.»

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Mar 8, 2024

Embed this episode

Ready to play

«Eg eri lívsins breyð»

0:00 47:10

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Tey stóru orðini Kringvarp Føroya SavnssendingTheodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð. Trina á Sandi – tað navnið skal minnast Kringvarp Føroya Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis. Filosoffarnir Kringvarp Føroya Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu. In mente Kringvarp Føroya Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Skrivað stendur?

This episode is 47 minutes long.

When was this Skrivað stendur episode published?

This episode was published on March 8, 2024.

Can I download this Skrivað stendur episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!