«Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!» episode artwork

EPISODE · Feb 23, 2024 · 48 MIN

«Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!»

from Skrivað stendur · host Kringvarp Føroya

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.   Annita á Fríðriksmørk og Poul F. Guttesen Annita á Fríðriksmørk, lærari, og Poul F. Guttesen, námslektari á Setrinum, eru gestir í sendingini.    Prædikuteksturin til annan sunnudag í føstu: Onnur tekstarøð Mark. 9,14-29. Ein drongur við málleysum anda verður grøddur v14: Og tá ið teir koma til lærusveinarnar, sóu teir eina stóra mannamúgvu rundan um teir og nakrar skriftlærdar, som vóru í orðaskifti við teir.  v15: Og við tað sama mannamúgvan bar eyga við hann, hvukku tey øll við, og tey komu rennandi og heilsaðu honum.  v16: Og hann spurdi tey: «Hvat skifta tit orð við teir um?»  v17: Og ein úr fjøldini svaraði honum: «Meistari, eg kom higar til tín við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda;  v18: og hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munnin á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí.»  v19: Men hann svaraði teimum og segði: «O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Førið hann til mín!» v20: Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama, hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin.  v21: Og hann spurdi faðir hansara: «Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?» Men hann segði: «Frá barnaárunum.  v22: Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.»  v23: Men Jesus segði við hann: «Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.»  v24: Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!»  v25: Men tá ið Jesus sá, at mannamúgvan tyrptist saman um, hótti hann at hinum óreina andanum og segði við hann: «Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!»  v26: Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður.  v27: Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á føtur.  v28: Og tá ið hann var komin til húsa, spurdu lærusveinar hansara hann einsæris: «Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?»  v29: Og hann segði við teir: «Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].»   Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: [email protected]

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Feb 23, 2024

Embed this episode

Ready to play

«Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!»

0:00 48:23

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Tey stóru orðini Kringvarp Føroya SavnssendingTheodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð. Trina á Sandi – tað navnið skal minnast Kringvarp Føroya Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis. Filosoffarnir Kringvarp Føroya Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu. In mente Kringvarp Føroya Savnssending Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum, og í sendingini In mente verður í einari høvuðsfrásøgn viðgjørd evni sum eitt nú arkitekturur, bókmentir, dansur, filmslist, myndlist, sjónleikur, tónleikur og føroyskt mál. Harumframt verður ein mentanarálmanakki, sum hvørja viku ger vart við tiltøk, ið fara fram á føroyska mentanarpallinum. Fram í ljósið er táttur, har fólk, ið dáma og duga at skriva, men sum frammanundan eru heldur ókend á bókmentaliga pallinum, fáa høvi at gera vart við seg, til dømis við at lesa eina yrking ella brot úr øðrum skrivaðum tilfari. Hevur tú hug at vera við, ert tú meiri enn vælkomin at senda okkum ein teldupost, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva(n), eins og okkurt, tú hevur skrivað. Teldupostbústaðurin er [email protected]. Vertur er Gunnar Nolsøe.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Skrivað stendur?

This episode is 48 minutes long.

When was this Skrivað stendur episode published?

This episode was published on February 23, 2024.

Can I download this Skrivað stendur episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!