Eitt lív í sigri | Poli Jacobsen episode artwork

EPISODE · Oct 14, 2024 · 46 MIN

Eitt lív í sigri | Poli Jacobsen

from Lívsins Orð · host Lívsins Orð

Hoyr Pola Jacobsen tala um at liva eitt sigrandi kristinlív. Trongd og trupulleikar eru ein partur av lívinum hjá flest øllum okkara, og hesi ávirka okkum bæði andaliga, sálarliga og likamliga. Spurningurin er ikki, um vit møta trongdum og trupulleikum, men HVUSSU vit møta teimum, og HVAT vit gera við hesi. Jesus sigur í Jóh. 16.33: Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum! Trongd og trupulleikar eru ikki eitt tekin um andaligheit, men tey eru heldur ikki eitt tekin uppá manglandi andaligaheit. Jesus ger okkum greitt, at vit koma at hava trongd í hesum heimi. MEN samstundis sigur Hann okkum, at vit kunnu hava FRIÐ í Honum. Tað, sum vit hava í Honum stendur í mótsøgn til tað, sum heimurin hevur at bjóða okkum. Men hvussu kunnu vit møta hesum heimi og liva eitt sigrandi lív? 1. Jóh. 5.4-5 sigur: Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara. Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds! Í frásøgnini um Dávid og Goliat í Gamla Testamenti (1. Sám. 17) lesa vit um, hvussu tann stóra kempan, Goliat, háðaði Ísraels her hvønn morgun og hvørt kvøld í 40 dagar. Goliat, sum kann samanberast við trongdir og ágang í okkara lívi, skapti ótta og ræðslu millum Ísraelsfólk. Eingin hevði dirvi til at bjóða honum av uttan ein ungur maður, Dávid.  Tú ert kanska í tí støðu, har trongdir og trupulleikar eru vorðnir ein “”goliat”” í tínum lívi. Hesi stara teg í eyguni hvønn morgun ella hvørt kvøld, og tað sýnist ikki at finnast nakar vegur burturúr trupulleikunum og trongdunum. Men latið okkum hyggja at, hvat Dávid gjørdi fyri at vinna sigur á Goliat: Hann var sannførdur um, at Gud vildi geva honum sigur Hann lat ikki ótta stýra sær Hann talaði sigur, áðrenn hann hevði sigurin

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Oct 14, 2024

Embed this episode

NOW PLAYING

Eitt lív í sigri | Poli Jacobsen

0:00 46:15

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Lívsins Orð?

This episode is 46 minutes long.

When was this Lívsins Orð episode published?

This episode was published on October 14, 2024.

Can I download this Lívsins Orð episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!