Fólksins lóg - Innihaldið (3:4)
from Fólksins lóg Hosted by Kringvarp Føroya
Tey, sum tosa fyri føroyskari stjórnarskipan vísa millum annað á, at ein tílík kann virka fyri at menna eina stjórnarrættarliga mentan í Føroyum og at hetta einans hevði verið ein endurspegling av, at føroyingar hava eina sterka fatan av Føroyum sum eitt samfelag og føroyingum sum eitt fólk ið tørvar ein felags grundvøll. Víst verður eisini til dømi aðrastaðni um landslutir og undirstatsligar eindir, sum ikki hava fullveldi, men sum kortini hava grundlógir ella stjórnarskipanir. Mótstøðufólkini vísa millum annað á, at stjórnarskipanin ikki samsvarar við donsku grundlógina, heimastýrislógina og at verksetingin, soleiðis sum hon nú sær út, ger seg inn á verandi stýrisskipanarlóg og tingskipanina. Serliga er tað setningurin um, at alt vald í Føroyum kemur frá føroyska fólkinum, sum er umstrítt, tí hvussu kunnu føroyingar hava valdið, tá ið føroyingar ikki hava yvirtikið týdningarmikil málsøki, til dømis dómsvaldið. Hesir og mangir aðrir spurningar vera ivaleyst umrøddir í eini komandi tingviðgerð og ivaleyst eisini, tá ið valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna komandi ár tekur seg upp. Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya er til almenna hoyring til í morgin. Tað kann lesast her.
Embed this episode
No transcript yet.