Skip to content
Fólksins rødd 4:4 episode artwork

Nov 21, 2024 21 min

Fólksins rødd 4:4

from Fólksins rødd Hosted by Kringvarp Føroya

Fólksins rødd er aftur - fyri aðru ferð í 2024-hami. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá fimm útvaldum føroyinginum - jarðarmóðrini á Tvøroyri, KT-fólkinum í Havn, pensjoneraða journalistinum í Sandavági og ambulansuføraraparinum ávegis til Fuglafjarðar. Tey luttakandi eru: Bjørg av Rana Nitschke, Sigmundur Mørkøre, Edvard í Skorðini Joensen, Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm. Í fjórða og seinasta parti hugleiða luttakararnir um pensjónsaldurin. Tað liggur í kortunum, at pensjónsaldurin skal hækkast fyri at skipanin skal hanga saman. Fólksins røddir eru ymiskar á máli um ætlanina.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

Fólksins rødd 4:4

0:00 21:55

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Fólksins lóg Kringvarp Føroya Stjórnarskipanin er til almenna hoyring til 25. august.Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipan komandi ár, um samgongan fær sín vilja. Men stór ósemja er um, hvat skal standa í stjórnarskipanini.Í sendirøðini Fólksins lóg fara vit aftur um aktuella uppskotið og spyrja: Hvat er ein stjórnarskipan og hvat kann hon brúkast til?Hvør er søgan aftanfyri aktuella stjórnarskipanarkjakið?Hvørjar eru grundleggjandi politisku og løgfrøðiligu ósemjurnar í sambandi við stjórnarskipanina? Stykkjagóðs Kringvarp Føroya Savnssending Stykkjagóðs er løtt og summarslig sending, á tremur við góðum tónleiki, práti, samrøðum, tjakpaneli, nýggjari PowerPlay og føroyskum klassikara við søguni um sangin hvørja viku, eins og einum soulklassikara hvønn dag. Hvønn dag klokkan 11:15 eru føst evni á skránni. Mánadagar er evnið minnilutin, týsdagar umrøður serfrøðingapanelið, ið er mannað av Ingvør Nolsøe, Inga Joensen og Birgir Kruse, samleikan hjá einari føroyskari fyritøku ella stovni, mikudagar støkkur summargestur á gátt. Hósdagar er evnið ”eg og tónleikurin”, har gestirnir yvirhøvir eru fólk, vit ikki seta í samband við tónleik, og fríggjadagar seta vit 12 spurningar umframt teir ókendu til fólksins umboð. Vertir eru Gunnar Nolsøe og Fróði Løkságarð. Stykkjagóðs er júst felagsnevnarin hjá sendingini og farmaskipunum – tí í sendingini verður borðreitt við eitt sindur av hvørjum, tað veri seg fastir tættir eins og ymiskt, ið er sermerkt fyri júst henda dagin ella hesa vikuna. Og so er tað navnið! Stykk Tvíhöfði tvihofdi Tvíhöfði hefur verið lifandi hluti af íslenskum raunveruleika í hartnær hálfa öld og hefur fyrir löngu sannað veigamikið hlutverk sitt sem ómissandi hluti af öflugri rannsóknarblaðamennsku, líflegri þjóðmálaumræðu, skarpri samfélagsgagnrýni og sem lifandi þátttakandi í daglegu samtali fólksins í landinu. Sómi Íslands, sverð þess og skjöldur. Hægt er að nálgast fleiri þætti inná tal.is/tvihofdi. Álvaratos! Kringvarp Føroya Savnssending Álvaratos er kjaksending við pallborði, sum á sín egna og rúmliga hátt viðgerð aktuell evni, sum fjølmiðlarnir hava tikið upp frammanundan. Sendingin vil upplýsa og undirhalda, verða partur av almenna kjakinum, umframt at hvessa tilvitni hjá brúkaranum sum lesara og lurtara. Pallborðið er breitt samansett við trimum fólkum, ið hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Oftast hava hesi útbúgvingar og eginleikar, sum gera tey før fyri at taka støðu í einføldum eins og torgreiðum spurningum. Talan er ikki um eitt serfrøðinga-pallborð burturav, tí luttakararnir skulu eisini kunna vera fólksins rødd. Verturin Jákup Magnussen byrjaði sum blaðungur at gera tónleika- og ungdómssendingar í útvarpinum. Seinni nam hann sær útbúgving sum journalistur, og síðani hava arbeiðsuppgávurnar verið nógvar og ymiskar. Nevnast kunnu sendingar sum Góðan Morgun Føroyar og Nón. Jákup Magnussen hevur eisini havt uppgávur fyri sjónvarpið, serliga í mentunarpartinum. Jákup Magnussen starvast í d

Frequently asked questions

How long is this episode of Fólksins rødd?

This episode is 21 minutes long.

When was this Fólksins rødd episode published?

This episode was published on November 21, 2024.

Can I download this Fólksins rødd episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.